Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 20 Sethús í gerð – Gerðisgøta 10, Skála Húsini verða í 2 hæddum, niðara hæddin 120 fermetrar og ovara hæddin 75 fermetrar – í alt 195 fermetrar. Grundøkið er 581 fermetrar. Húsini verða innilokað, og keyparin kann síðan sjálv/ur gerða av, hvussu tey vilja hava tey innrættað. Ásetti kostnaðurin umfatar stoyptan sokkul við áløgdum undirsløgum, innilokaði hús við Viking Window úthurðum, trævindeygum og bjálvaðum útveggjum, álagt tætt tróður og aluminiumtak við Icopal plasttakrennum. Farið verður undir at byggja, tá keypari er til húsini. Húsini koma at standa mitt í bygdini við góðum útsýni út yvir fjørðin. Prísuppskot: kr. 1.075.000,00. Sethús – Hvalvíksvegur 61, Hvalvík Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 145 fermetrar umframt ein hjall. Grundin er stoypt og húsini eru klødd við alminiumsplátum og hava stáltak. Grundøkið er uml. 240 fermetrar. Byggiár: 1912. Í miðhæddini er gongd, køkur og 2 stovur. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm og 3 kømur. Í niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm. Húsini standa við vegin og hava gott útsýni. Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum og hava selt so nógv, at vit hava nærum útselt. Tí søkja vit eftir ognum at selja. Hevur tú hug til at selja – vinaliga, set teg í samband við okkum í Inni. Sethús – Heygagerði 20, Sandavágur Snotiligu sethúsini eru í 2 hæddum á 128 fermetrar - í alt 256 fermetrar. Grundøkið er 1540 fermetrar. Húsini er bygd í 1987, men eru dagførd so við og við frá 2003 til 2005 og eru í sera góðum standi. Í ovaru hædd er inngongd, durur, gongd, køkur / borðstova / stova við útgongd til svala, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur, hjallur og amboðsrúm. Í niðaru hædd er inngongd, durur, trappugongd / alrúm, kamar, vaskirúm / fýrrúm, kjallararúm og bilhús. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Har er sera gott útsýni yvir bygdina og fjørðin og góður sólargangur. Prísuppskot: 1.600.000,00 Raðhús – Tórsbyrgi 28, Tórshavn Húsini eru eini raðhús í 3 hæddum - samlað búvídd uml: 165 fermetrar. Hartil er útigólv á 12 fermetrar og eitt goymslurúm á 12 fermetrar við hálvum lofti. Húsini eru bygd í 1976, men eru síðani umvæld og dagførd. Bústaðarlýsing er tøk. Í niðastu hædd er inngongd, durur, gongd, skrivstova, baðirúm, 2 kømur, vaskirúm og útigólv. Í miðhæddini er gongd, stór stova, køkur og wc. Í ovastu hædd er trappurúm og 2 kømur. Felags hitaskipan og antennuskipan er. Húsini standa í friðarligum, barnavinarligum og hugnaligum umhvørvi við góðum grannalagi og hava gott útsýni. Prísuppskot: kr. 2.200.000,00. Skrivlig boð kunnu latast inn til 1. november 2007 kl. 15.00. Jørð – Skálavegur og Dalsvegur, Vágur Ognin er jørð í Vági matr.nr. 357, 358 og 650 á í alt 11.590 fermetrar, ið liggur sera væl fyri og m.a. partvíst kann nýtast til grundøki. Til traðarstykkini, sum eru á í alt 9.337 er uttangarðsjørð matr.nr. 650 í Innaraparti í Toftahaga. Annað grundøkið er 1.225 fermetrar til víddar og kann lutast í 2 stykki á góðar 600 fermetrar. Hitt grundøkið er 1.028 fermetrar til víddar og kann lutast sundur í 2 stykki á góðar 500 fermetrar. Vegur er til grundstykkini og trøðina. Grundøkini liggja ovarlaga mitt í bygdini við sera góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst. Sethús – á Teigi 8, Tórshavn Dámligu húsini eru í 2 hæddum - í alt 146 fermetrar. Grundøkið er 484 fermetrar. Byggiár: 1988. Húsini eru úr góðum tilfari, eru dagførd, væl hildin og í góðum standi. Í neðra er inngongd, durur, gongd / trappugongd, baðirúm, 2 kømur, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við útgongd til útigólv / sólkrók, hjallur, matarkøkur, borðstova / stova við opnum tróðri. Í erva er alrúm / arbeiðsrúm / stova, hjúnarrúm og goymslurúm, ið er klárt at gera til klædnarúm og baðirúm. Garagan er stoypt og klár at gera liðug, og garður / urtagarður við sólkróki er runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Spælipláss og fótbóltsvøllur við graslíki er nærhendis. Húsini standa nær býnum og stutt er til skúlar, dagstovnar og handlar. Sethús – Villingadalsvegur 11, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum hvør á 125 fermetrar - í alt 250 fermetrar. Hartil er garaga á 30 fermetrar. Grundøkið er 600 fermetrar. Byggiár: 1976 - dagførd og umvæld í 2007. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, hall / trappugongd, garderoba, vaskirúm, fýrrúm og 2 sjálvstøðugar íbúðir. Íbúð 1: Inngongd, gongd, køkur, stova og 2 kømur. Íbúð 2: Inngongd, stova, køkur, kamar. Í erva er durur, gongd / garderoba, matarkøkur, stór borðstova / stova, hjúnarrúm við útgongd til svala, baðirúm og 2 kømur. Húsini standa í vøkrum og veðurgóðum umhvørvi nær miðbýnum við góðum busssambandi, og tey hava sera gott útsýni oman yvir Havnina. Prísuppskot: kr. 2.800.000,00. Sethús – Gripsvegur 23, Tórshavn Áhugaverdu sethúsini, ið standa sera væl fyri mitt í Havnini, eru í 2 hæddum á uml. 112 fermetrar - í alt 224 fermetrar. Byggiár: 1964. Húsini er væl hildin og í góðum standi. Í erva er hjallur, inngongd, durur, gongd, trappugongd til ovasta loft, køkur, grovkøkur / kovi, trappugongd til niðaru hædd, borðsstova, stova við útgongd til altan, baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur við innbygdum skápum. Í neðra er inngongd, gongd, fýrrúm / goymslurúm, vaskirúm og sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, gongd, matarkøkur, stova, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Runt húsini er garður / urtagarður og alt er snøgt og í góðum standi. Húsini standa væl fyri í veðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og góðum útsýni. Hartil standa tey við høvuðsgøtu í virknum handils- og vinnuøki og eru eins væl egnað til vinnuligt virksemi og til bústað. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Bakkavegur 13, Fuglafjørður Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 138 fermetrar. Grundøkið er 215 fermetrar. Byggiár 1899. Húsini hava grótgrund, eru klødd við timbri, hava trævindeygu og alminiumstak. Síðani 1989 er stórur partur av húsinum umvældur. M.a. er tak, klædningur, vindeyguni, ketil / brennari skift og baðirúmið er gjørt av nýggjum. Í miðhæddini er køkur, borðstova og stova. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, hjúnarrúm og kamar. Í niðastu hæddini er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Harafturat er ein hjallur í 2 hæddum á 16 fermetrar, súkkluskúrur og terassa. Húsini standa niðarliga í bygdini og hava garð / urtagarð við stórum trøum. Virkisbygningur – Malarendavegur 22, Nólsoy Bygningurin stendur á kajøkinum og er uml. 1094 fermetrar til víddar. Elsti partur av bygninginum er frá 1977. Bygningurin kann brúkast til mong ymisk endamál. Hann hevur m.a. verið brúktur til alistøð, men einki aliloyvið er í løtuni. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Eigaraíbúð – Vesturgøta 11, 2.tv., Tórshavn Í íbúðini, sum er 67 fermetrar til støddar, er køkur og stova í einum, 2 kømur, baðirúm og gongd. Harafturat er vaski- og goymslurúm í kjallara á 16 fermetrar. Íbúðin er høvuðsumvæld í 2002 við nýggjum køki, hvítvørum, baðirúmi, gólvi, lofti, listum og karmum. Íbúðin er væl hildin og í góðum standi og hevur sera gott útsýni yvir býin og alla Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: kr. 1.500.000,00. Sethús – Hákunargøta 11, Hoyvík Húsini eru í 2 hæddum – niðara á 70 fermetrar og ovara á 60 fermetrar – í alt um 130 fermetrar. Grundøkið er 516 fermetrar. Byggiár: 2002. Í neðra er inngongd, gongd / garderoba, gestawc, kamar, bryggers við egnari inngongd og køkur / borðsstova / stova. Í erva er trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm við brús og kar, 2 kømur. Undir húsinum er krúpikjallari. Húsini standa í náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Fleiri splæipláss, dagstovnar og skúlar eru nærhendis, ferðslutryggar gøtur eru millum býlingarnar og stutt er til handils (FK). Hartil er felags antennuskipan, gott grannalag og sera gott útsýni út á Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: kr. 2.300.000,00. Sethús / íbúðarhús – Jónas Broncksgøta 32, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum á 74 fermetrar og kjallari á uml. 30 fermetrar – í alt uml. 178 fermetrar. Grundøkið er 213 fermetrar. Húsini eru upprunaliga bygd í 1932, men umbygd í 1952, høvuðsumvæld í 1990 og harafturat dagførd og viðlíkahildin so við og við, so tey nú eru í sera góðum standi. Í neðra er inngongd, durur / gongd, baðirúm, hjúnarrúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova, arbeiðsrúm / kamar. Hartil er inngongd, durur / trappugongd, baðirúm til íbúðina í erva. Í erva er gongd, hjúnarrúm, 2 kømur, køkur / borðsstova / stova. Húsini standa væl fyri mitt í býnum við høvuðs- og handilsgøtu í veðurgóðum og hugnaligum umhvørvi við góðum sólargangi í urtagarðinum. Har er gott busssamband og stutt er til skúlar, barnagarðar, handlar og allan miðbýin. Prísuppskot: kr. 2.200.000,00. Sethús – Hórheiðar 38, Skála Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 256 fermetrar. Grundøkið er 578 fermetrar. Byggiár: 2004. Húsini eru timburhús við stoyptari grund og aluminiumstaki. Vindeygu og úrhurðar eru úr mahogni. Gólvið í køkinum er hvítoljuask og í stovu og kømurum er merbau. Gólvini í baðirúmunum og brúsunum er sveisað vinyl. Gosbað er baðirúminum í ovastu hædd. Í miðhæddini er gongd, baðirúm, kamar, grovkøkur / vaskirúm, køkur og stova. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, 3 kømur og hjúnarrúm. Í niðastu hædd er garasja og kjallararúm / fýrrúm. Húsini standa omanfyri vegin og hava sera gott útsýni yvir fjørðin. Prísuppskot: kr. 1.650.000,00. Sethús / summarhús – í Geilini 23, Sørvágur Húsini eru í einari hædd á 120 fermetrar. Grundøkið er 851 fermetrar. Byggiár uml. 1950. Har er inngongd, durur, gongd, garderoba, køkur, borðstova / stova, 3 kømur, vaskirúm / baðirúm, hjallur, fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa í veðurgóðum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum sólargangi og góðum útsýni. Prísuppskot: kr. 400.000,00. Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir Kongavarða við besta útsýni í býnum Enn eru nakrar íbúðir og raðhús í støddunum 102 m2 og 131 m2 eftir til sølu. Prísir frá kr. 1.754.910,00 til kr. 2.659.955,00. Harafturat eru nøkur vinnuhøli í stovuhædd á 130 m2, har prísurin er kr. 2.035.150,00. Um tú vilt vita meira um íbúðirnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 520410.