fríggjadagur 19. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 19. oktober 2007
21
tíðindi
sum skrivaði av trongd og brúkti
langa tíð til hvørt lítið verk.
Ein góð skaldsøga skal eisini
vera eitt ríkt verk, sigur hann.
Fjølbroytni sæst til dømis í
nógvum ymiskum frásøgnum,
sum allar lýsa hvørja aðra.
Gunnarsa serliga rødd er
eyðsýnd í stóru og ríku
skaldsøguni, men Í Havsins
Hjarta var ikki nakar lættur
burður. Gunnar Hoydal byrjaði
upp á søguna fyri 10 árum
síðani, og í fyrstuni hugsaði hann
sær eina triologi um trý ymisk
ættarlið og teirra ferðing til og
frá Føroyum.
- Men hetta var ov lætt, ov
einfalt og ov keðiligt. Eg vildi
hava okkurt, sum bant allar
søgurnar saman, og tann reyði
tráðurin gjørdist landið og
verðin.
Livandi søgan
Spurdur hví hann skrivar um sítt
egna lív og verulig fólk og
hendingar, sum hann kennir,
svarar Gunnar Hoydal, at hann
kanska ikki hevur hugflog til at
finna uppá nakað heilt nýtt.
- Men listin liggur í arbeiðnum
at fáa flog á veruligar søgur.
Skaldskapur snýr seg ikki um tað
privata, men um tað alment
menniskjaliga, sum kemur fram
tá rithøvundar finna kosmos í tí
lítla.
Hann hevur arbeitt leingi við
søguni, Í havsins hjarta, og
úrslitið er als ikki tað, hann
hevði hugsað sær av byrjan.
- Knappliga fær teksturin lív,
og persónarnar akta ikki. Og so
má ein finna seg í tí og fara inn
og broyta og skriva umaftur. Og
størsta lønin fyri meg sum
rithøvund er at verða bilsin av
mínum egna teksti, tí verkið er
meira enn tað, sum eg væntaði.
Rakel Helmsdal lýsir sína
arbeiðsgong á líknandi hátt.
Staðið Port Janua kom so at siga
av sær sjálvum, sigur hon.
- Eg hevði skrivað fleiri
stuttsøgur uttan nakað ávíst
umhvørvið. Men so sá eg, at tær
gingu allar fyri seg á sama staði.
Staðið fekk navnið Port Janua,
sum merkir havnin hurð, og
staðið gjørdist ein
hugskotsmaskina, sum alla tíðina
lat hurðar upp til nýggjar søgur,
greiðir Rakel Helmsdal frá.
Hóast umhvørvið í søgunum
ikki er kent, so er tað samansett
av støðum, sum Rakel Helmsdal
kennir.
- Í Port Janua eru bæði
konditaríið í Havn og gøtan eg
búði á í Frankaríki. Ongin av
persónunum eru direkta fólk,
sum eg kenni, men tey eru
samansett av ymiskum
kvalitetum hjá ymiskum
veruligum fólki, sigur Rakel
Helmsdal og siterar ein annan
rithøvund fyri at hava sagt, at
tann absolutti orginaliteturin er
ikki til, og av ymiskum blómum
ger man sín egna hunang, sigur
hon.
Misskilti rithøvundurin
Millum øll tey kendu fólkini í
skaldsøguni eru eisini Janus
Djurhuus og William Heinesen,
hóast teir ikki verða nevndir við
navni.
Gamli yrkjarin í Klaksvík
vitjar familjuna, sum er flutt norð
í mentamyrkri, og Gunnar og
syskini verða send út at selja
yrkingar. Men ongin keypir.
Hetta er ikki annað enn
brennivínsreyp, og maðurin
skuldi verið settur í fongsul aftur,
siga tey.
Eisini gamli rithøvundurin í
Havn er troyttur av fólkum, sum
ikki skilja. Hann orkar ikki
longur at vera góður og klókur.
Hansara egnu landsmenn lesa
ikki tað, hann skrivar, og tey í
hinum landinum kroysta lívið úr
honum.
- Janus var høgt í metum
millum lesandi fólk. Men vanlig
fólk hildu hann vera øran, sigur
Gunnar Hoydal.
Í skaldsøguni verður støðan í
Føroyum samanborin við Chile,
har »høvdu tey øll lurtað, alt
landið og allur heimsparturin
hevði hoyrt hann og skilt hann«.
Sambært Gunnari Hoydal er
lítla samfelagið ikki nøkur
forðan fyri stórum skaldskapi.
- Marques, Laxness og okkara
egni William Heinesen eru dømi
um at lítla samfelagið, tí burtur
úr tí lítla kann koma eitt heilt
kosmos, staðfestir Gunnar
Hoydal.
Hví lítla samfelagið so ikki
dugir at seta prís á stóra skald-
skapin, vil hann ikki seta seg
sum dómara yvir. Men kanska
síggja tey ikki listina, men bara
tað privata.
- Fólk um allan heim lesa
William Heinesen, tí hansara
skaldskapur er so almennur. Lítla
sankornið, Havnin, verður eitt
kosmos, sum øll menniskju
kunnu kenna seg aftur í. Men
fyri nógvar føroyingar vóru hetta
privatar søgur, skrivaðar av
manni, sum spilti tíðina burtur.
Skaldskapur fyri børn
Alskurin til skaldskap fekk Rakel
Helmsdal í líka stóran mun frá
træskerandi pápanum sum
yrkjandi mammuni.
- Pápi las altíð søgur fyri
okkum, og hann førdi meg og
beiggja mín inn í stóru og
spennandi verðinar hjá Astrid
Lindgren, Tove Jansson og J.R.R.
Tolkien. Hann elskaði góðan
skaldskap og setti ikki mørk fyri,
hvat hann las fyri okkum, sigur
Rakel Helmsdal.
Sjálv hevur hon skrivað bæði
til vaksin og til børn, men tað
fellir henni lættari at skriva til
børn, tí barnahugflogið er meira
óavmarkað.
- Men barnabókarithøvundar
verða ikki roknaðir fyri at vera
veruligir rithøvundar. Hetta er
ikki nakað serføroyskt, tildømis
hevur eingin barnabókarithøv-
undur nakrantíð fingið Nobels
heiðursløn í skaldskapi, sigur
Rakel Helmsdal.
Hetta er nokk so løgið, heldur
hon. Tí tær góðu barnabøkurnar
eru minst líka stór list sum
nógvar aðrar skaldsøgur, og tað
er ikki lættari at skriva til børn
enn til vaksin, leggur hon dent á.
Manglandi virðingin fyri
barnabókmentum sæst eisini
aftur í miðlunum, heldur Rakel
Helmsdal.
- Barnabøkur verða ikki
ummaldar, og tað kann vera eitt
sindur trist. Tey einastu
ummælini eg fekk til seinastu
bókina, var tað rós eg havi fingið
frá børnum, sum eg havi møtt,
sigur Rakel Helmsdal at enda.
fáa veruleikan á flog
Bæði sum menniskju og rithøvundar eru Gunnar Hoydal
og Rakel Helmsdal sera ymisk. Men tey brenna bæði fyri tí
góða skaldskapinum, og tey hava bæði eitt serligt útsýni og
opinleika, sum kanska kemur av, at tey bæði eisini hava røtur
uttanfyri Føroyar