Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 21 Nógv er gjørt burturúr, at tú skalt liva og trívast í hesum húsinum – bæði til ljós og luft Fyrsta fatanin Tað sær eitt sindur rokaligt út. Húsið er skravað og klárt at mála, inndekningurin til takvindeyguni er skiftur og stoypt er til bilhús, men lat teg bara ikki styggja burtur, tí her er talan um bæði góðsku og dygd. Talan er um eini sera væl bygd hús, har ið einki er spart, tá talan er um handverk og tilfar, ið kann økja trivnaðin og nøgdsemið. Har eru vakrar massivar hurðar, rustikkir veggir og sprossavindeygu, trægólv o.s.fr. Húsini eru úr góðum tilfari, eru dagførd, væl hildin og í góðum standi. Ljós, luft og umhvørvi Húsini standa innast til høgru á Bóndaheygi í Havn. Nógv vindeygu eru í húsinum, so tú fært ljós og luft inn. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi nær býnum og stutt er til skúlar, dagstovnar og handlar. Spælipláss og fótbóltsvøllur við graslíki er nærhendis. Stílur og snið Stílurin er nýmótans ljósur og lættur. Ljós kemur níður í køkin og stovuna frá takvindeygum í erva, og opið er upp í tróðrið í stovuni til vakrar sjónligar bjálkar. Fleiri staðni sært tú laðaðar steinar, og húsini bera brá av at vera rustikk. Har er bæði tættur hugni og snøggur opinleiki. Innrætting Tá tú kemur til úthurðina fert tú inn í durin, gongina og upp trappurnar til ovaru hædd, ella tú kanst fara víðari inn í køkin, baðirúmi, kømurini, ella tú kanst fara enn longur inn í grovkøkin / bryggersið / vaskirúmið og víðari inn í snøgga hjallin. Úr grovkøkinum kanst tú eisini fara út í hugnaliga sólkrókin / útigólvið, har tú kanst vera heilt í frið og náðum. Frálíku trappurnar bera teg lættliga upp og niður í húsinum. Stóra alrúmið / stovan / arbeiðsrúmið í erva geva tær gott pláss og hyggur tú út, hevur tú frálíkt útsýni oman yvir Havnina og út á Nólsoyarfjørð. Í ovaru hædd er hjúnarrúm og goymslurúm, ið er gjørt klárt at innrætta til baðirúm og klædnarúm. Inni og úti Alt er gjørt liðugt uttanum, men tú kanst gera tað uppaftur snøggari, um tú málar alt liðugt. Í sólkrókinum kanst tú njóta veðrið og friðin – grilla og hugna tær um summarið. Urtagarðurin er liðugur, men væl ber til at planta meira. Garagan Stóra garagan er liðugt stoypt og er løtt at gera liðug. Dámlig og hugnalig hús í Havn Fakta á Teigi 8, Tórshavn Byggiár: 1988 Hæddir: 2 Gólvvídd: 146 m² Grundøki: 484 m² Hjallur: Ja – innanífrá Bilhús: Ja – í gerð Prísuppskot: 2.500.000,00