fríggjadagur 19. oktober 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 203 - 19. oktober 2007
Søkt verður eftir skrivstovufólki til
Umhvørvisstovuna. Arbeiðið fatar
serliga um skráseting, journalisering,
bóking og annað fyrifallandi skriv–
stovuarbeiði. Eisini kemur starvið at
fata um avgreiðslu og málsviðgerð
innan samlaða virksemið hjá
stovninum.
Førleikar
Umsøkjarin skal hava kunnleika og áhuga
fyri skrivstovuvirksemi, herundir góðan
teldukunnleika. Dentur verður lagdur á
góð samstarvsevni, og at viðkomandi er
ábyrgdarfullur, røkin og fyrikomandi.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu tryggja eitt spennandi starv í
einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv
við starvsfelagar, møguleika fyri persónligari
menning og sjálvstøðugum arbeiði.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið. Setanin er avmarkað til
1 ár, vegna givin farloyvi.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til: Jákup Paula Joensen, stjóra,
jakuppj@matrikul.fo og tlf +298 357910.
Umsókn við møguligum prógvum og
viðmælum skal verða Umhvørvisstovuni í
hendi innan 29.oktobur 2007. Umsóknir skulu
sendast til:
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
Postboks 2048
FO-165 Argir
Ella teldupost: post@matrikul.fo
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
Skrivstovufólk
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Sambýli í Havn fyri sinnisveik
Við hesum verður arbeiðið at gera
sambýli í Havn fyri sinnisveik útboðið
í almennari lisitatión sum
høvuðsarbeiðstøka.
Arbeiðið fevnir í meginheitum um:
· 10 lutvíst samanbygdar íbúðir
· Felagshøli til íbúgvar og starvsfólk
(Íbúðir og felagshøli eru í alt
770 m2)
· Lendisarbeiði
Útboðstilfarið er eitt forprosjekt.
Høvuðsprosjektið gera arbeiðstak
arin og prosjekteringsbólkur okkara í
felag.
Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta
lagi 4. juni 2009.
Lisitatiónin verður á Landsverki,
Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn,
hósdagin 22. november 2007
kl. 14.00.
Ástaðarfundur verður
hósdagin 15. november 2007
kl. 10.00.
Møtt verður við Heygsvegin og
Eystan Heyg.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast
frá týsdegnum 15. oktober 2007 við
at venda sær til:
Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
FO110 Tórshavn.
Telefon 540854
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað
móti veghaldi á kr. 2.000, ið verða at
flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik
Banka. Veðhaldið verður afturgoldið,
um útbjóðingartilfarið er aftursent
óskalað í seinasta lagi eina viku eftir
lisitatiónina, t.e. 29. november, 2007.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
ÚTBjóðing