Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 19. oktober 2007 29 Arbeiðsloysisskipanin • Postsmoga 3022 FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Faks 349551 als@als.fo • www.als.fo Sum móttøkufólk hjá okkum, skalt tú vera við til at tryggja, at ALS framhaldandi verður eitt sera gott og mennandi arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á, at starvsfólk og brúkarar kenna seg væl og trívast. Okkara arbeiðsumhvørvi er dynamiskt og positivt eins og tú. Vit sóknast eftir einum móttøkufólki, sum kann røkja nógvar arbeiðsuppgávur. Tú verður ein lyklapersónur hjá okkum, sum er okkara rødd og andlitið yvirfyri brúkarunum, men sum eisini hevur dagligt samskifti við øll starvsfólkini á stovninum. Tú kemur at samstarva tætt við verandi móttøkufólki. ALS er kent sum ein vælvirkandi stovnur, sum hevur skjóta og dygga málsviðgerð. Tú ert ein avgerandi liður í at tryggja hetta, tí tínar uppgávur eru millum annað at taka ímóti posti, at umsita journalskipanina og at taka ímóti brúkarum – bæði um telefonina og í móttøkuni. Tú ert fyrsta andlitið og røddin, brúkararnir møta, og tí er ógvuliga umráðandi, at tú ert blíð/ur, fyrikomandi og dugir væl at tosa við fólk. Tú skalt eisini vera nærlagdur/løgd og ábyrgdarfull/ur og duga at hava yvirlit yvir nógv í senn. Tað er ein fyrimunur, um tú er vanur/von við ella hevur evnir at samskifta og veita góða tænastu, til dømis frá handilsarbeiði, umsiting ella skrivstovu. Men vit sóknast eins nógv eftir persónligum eginleikum. Umframt arbeiðsloysisstuðul umsitur ALS eisini Barsilsskipanina. Løn sambært avtalu. Umsóknarfreistin er 12. november 2007. Umsóknir skulu stílast til Mourits Joensen, deildarleiðara á ALS, sum fegin sigur tær meira um starvið á tel 349550 ella teldupost mourits@als.fo Ert tú okkara smílandi rødd? KT-fólk til Statoil Føroyar Starvið: Søkt verður eftir einum starvsfólki til KT-deildina hjá Statoil Føroyar. Vit bjóða eitt áhugavert starv við góðum arbeiðsumstøðum. Arbeiðið umfatar m.a. at: • Vegleiða og hjálpa okkara brúkarum kring landið at brúka KT-skipanir • Menna, reka og viðlíkahalda KT- skipanir og teldur • Taka lut í arbeiðinum hjá KT-deildini at framleiða hagtøl • Samskipa og menna skjalfestingina av okkara KT-skipanum • Gera fyrifallandi KT-uppgávur Tú hevur tilvísing til KT-leiðaran. Ar- beiðsstaðið verður á høvuðsdeildini á Óðinshædd í Tórshavn. Tínir førleikar og eginleikar: Fyri at kunna røkja starvið best møgu- ligt, rokna vit við, at: • Tú hevur útbúgving innan økið t.d. ert datanom ella datamatikari og/ella hevur hollan kunnleika innan økið • Ert fyrikomandi • Hevur góð samstarvsevnir • Ert tænastusinnað/ur • Kanst arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða: Eitt avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Møguleiki er fyri at luttaka á skeiðum – bæði innanhýsis í Statoil samtakinum innanlands og uttanlands og eisini á øðrum skeiðum. Lønin verður ásett í mun til royndir og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Umsókn: Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Júst Vang, KT-leiðara, á tel 34 35 00. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2007. Umsóknin skal sendast til : P/F Statoil Føroyar Postboks 3098 FO-110 Tórshavn Frámerki: “KT-fólk” ella sendast til frjv@statoil.com Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði. Endamálið hjá Statoil Føroyar er at veita brúkarunum kring Føroyar oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða umleið 150 fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av okkara fremstu málum. - fyri viðskiftafólk okkara sansir.fo