Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 4 Ásbjørn um føroyskan mat “Ójavnt! Mær dámar sumt, og sumt ikki. Mær dámar væl skerpikjøt og tvøst. Verri er við blóðpylsu og spikið. Tað sum mær dámar allarbest er ein vælgjørd pitsa.” Jóhan um føroyskan tónleik “Okkurt av tí er gott. Mær dámar væl Teit Lassen, og partar av tí sum Eivør syngur. Eg lurti nú meira eftir útlendskum tónleiki. Yndisbólkurin er Creed við forsangaranum Scott Stapp.” Tá eg tríni innar í barndóms­ heimið hjá Jóhan og Ásbjørn má eg spyrja nakrar ferðir um: hvør er hvør av teimum? Tí burtursæð frá teimum nærmastu eru tað neyvan mong, ið duga á at skyna hvør er hvør. Og nú fara báðir at starvast, sum læraravikarar í Kommunuskúlanum í Havn. Og spenningurin verður stórur millum næmingarnar, tá báðir verða í starvi har. Um tey nú hava sagt: “Hey” við tann rætta læraravikarin? Longu nú heilsa næmingar hjá Ásbjørn uppá Jóhan! Okkara altjóða dómari í fótbólti; Petur Reinert hevur eisini ilt við at síggja munin. Í fjør var Jóhan so óheppin at bróta nøsina í einum landskappingardysti fyri B36 í Formuladeildini. Ásbjørn var biðin um at hita upp. Skjótt var greitt, at Jóhan mátti berast av vøllinum á børu. Men hvat? Nú knappliga sær Petur Reinert, at “Jóhan” stendur klárur at koma inn aftur í spælið. Petur Reinert veitrar “Jóhan” at koma inn aftur. Men teir á B36­beinkinum eru so kurteisligir, at teir gera Petur varugan við, at talan er um Ásbjørn, og peika so Petur á børuna við Jóhan. Og, at teir ætla at skifta Ásbjørn inn fyri Jóhan. Dómarin úr Leirvík flenti so hjartaliga! Einaferð á Toftum fekk Jóhan eina munnliga ávarðing, og seinni fekk Ásbjørn eitt gult kort í dystinum, tí “sami maður” hevði jú fingið eina munnliga ávarðing! Munurin er skaðarnir Í Formuladystinum í fjør var tað Jóhan, sum fekk ein skaða. Men annars hevur Ásbjørn verið tann óhepni, og Jóhan tann, sum næstan altíð er sloppin snikkaleysur undan skaðunum. Teir fóru at venja við pinkulingunum hjá B36, longu sum 4 ára gamlir. Tvey ára eldri systkinabarnið; Heini Johannesen var teirra stóra fyrimynd í barndómsárinum. Og tá Heini trenaði við B36, var tað eisini ein gongd leið hjá Ásbjørn og Jóhan. Men longu, sum 5 ára gamal breyt Ásbjørn beinið fyrstu ferð. Og sum 8 ára gamal hevði Ásbjørn verið í gipsi heilar fýra ferðir, sum má tátta væl í at verða føroyskt met. Ásbjørn hevur gjøgnum fótbóltsuppvøksturin ikki havt teir allarringastu skaðarnir, men hann hevur havt eitt ótal av miðalstórum og smærri skaðum. Undantikið næsabrotið er Jóhan sloppin rættuliga væl á síni fótbóltsleið. Hetta er so óiva høvuðsorsøkin til, at Jóhan hevur vunnið sær fast sæti á Formulaliðnum hjá B36, og á U­21 landsliðnum, har hann hevur gjørt ein góðan figur. Ásbjørn harafturímóti má ofta noyðast við at gera ein góðan “gips­figur”! Tó leikar Ásbjørn – tá skaðar ikki vitja ­ við næstbesta liðnum hjá B36, og er hann tíðum á beinkinum hjá Formulaliðnum. Tá U­21 landsliðið leikti ímóti Aserbaidjan og Kroatia, sat Ásbjørn eisini á beinkinum har. Spurdur um hví hann ikki bara hevur givið upp, svarar Ásbjørn: “Tað er viljin! Ein hevur altíð havt ein at kappast við. Tá man er tvíburi, so sær man hvussu góður ein kann blíva!” Einaferð gjørdu skaðarnir hjá Ásbjørn eitt sindur av gagni. Tá B36 gjørdist Føroyameistari í 2005, hevði Jóhan ikki tíð at taka koyrikortið. Skaðarnir gjørdu, at Ásbjørn hevði tíðina til tað. Og á sjálvum 18 ára føðingardegnum stóð Ásbjørn koyriroyndina. Jóhan fekk koyrikortið sama dag hann fylti 18 ½, langt eftir kappingarlok. Men tá hevði hann fingið skúla­ koyringina og teoritímarnar ókeypis frá Bjarta Johannesen, sum tøkk fyri, at hann hevði verið við til at ført B36 til FM­heitið í 2005. 0,1 á muni Jóhan og Ásbjørn hava ikki bara leikt fótbólt. Teir hava eisini verið knáir í borðtennis. Millum 10 og 15 ára aldur íðkaðu teir borðtennis, men so bleiv fótbólturin ov tíðarkrevjandi, og so máttu battini leggjast til síðis. Men hesi árini vunnu teir FM í tvímansleiki saman. Hjá Jóhan lá so ræðið fyri, at hann vann bronsu í bestu borðtennisdeildini, umframt FM í einmansleiki í yngri deildunum. Fótbólturin krevur sítt. Frá tí, at teir fara heimanifrá, fyri at venja saman við Formulahópinum, fyri síðani at venja styrkisvenjing saman við hinum ungu leikarunum, ganga aloftast 3 tímar. Tvíburarnir hava kortini ongantíð forsømt skúlaskapin. Foreldrini hava altíð stuðlað teimum við fótbóltinum, hóast Maggi og Birgitte einki upprunaligt tilknýti hava havt til fótbóltsumhvørvið. Tó hava tey sæð til, at tvíburarnir hava passað skúlan hjá sær. Tá karakterirnir skuldu gerast upp, var heldur ikki stórur munur á tvíburunum. Á matematiska studentspróvnum hjá Ásbjørn frá 2006 stendur: “10,6”, og á próvnum hjá Jóhan stendur: “10,5”. Tá teir stóðu koyriteoriina vóru 60 av 60 spurningum hjá Ásbjørn rættir. Hjá Jóhan vóru “bara” 58 av 60 spurningum rættir. “Eg eri tað svarta fárið í familjuni, sum fær verri karakterir” sigur Jóhan rættuliga sjálvspeiðin. Hvørgin er fullvísur í hvørja útbúgving teir skulu fara undir. Heldur ikki duga teir at siga hvussu nógv teir fáa gjørt við fótbóltin, í árunum, sum koma. Teir eru glaðir fyri túrarnir teir hava verið saman við yngru landsliðunum. Og Jóhan minnist serliga væl túrin hjá B36 í Istanbul, í fjør. Og teir fegnast eisini um U­21 landsliðið, sum er ein góð menning fyri teir, og hinar yngru leikarnir. Maggi tekur orðið at enda: “Teir samstarva væl á øllum frontum, og teir eru friðarligir, og góðir við hvønn annan.” Tvíburar koma altíð at hugtaka fólk, eisini tá teir eru á leikvøllum. Ásbjørn (v.m.) og Jóhan Viderø Gunnarsson aftan á U21 dystin móti Kroatia á Tórsvølli mikukvøldið 17. oktober. Mynd: Jens Kristian Vang Munurin millum tvíburarna Fótbóltsdómarar duga illa at skyna á hvør er hvør. Próvdómarar gera ein evarska lítlan mun á teimum. Men tá tað kemur til fótbóltsskaðar er munurin stórur millum tvíburarnar Ítróttarprofilurin Heri Simonsen blaðmaður heris@sosialurin.fo