Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 203 - 19. oktober 2007 tíðindi Í gjár bráðaði aftur fram við bryggjuni í Vágsbotni og úti á Skinnaraskeri. Menn frá sløkiliðnum kannaðu málið, men ilt er at siga, hvar oljan stavar frá OLJUDÁLKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gongur neyvan vika, og í hvussu er ikki mánaði millum, at olja flýtur á Havnarvág. Aftur í gjár varð boðað frá, at olja bráðaði út fyri Skinaraskerði, og tá vit fóru at kanna málið, var maður frá Tórshavnar Sløkiliði har í somu ørindum. Hann greiddi okkum frá, at olja var likin úr Suður­ oyingi týsdagin, men henni fekst bilbukt við, við at leggja eina oljusperring út, sum seyg oljuna í seg. Maðurin frá sløkkiliðnum dugdi ikki at siga, um oljan í gjár vóru leivdir frá hes­ um, ella um upprunin skuldi finnast aðrastaðni. Í hvussu er bráðaði út fyri Skinnaraskerði, bæði vest­ antil og út móti Tinganesi. Ættin var millum landsynn­ ing og sunnan, so oljan kann hava rikið uttanífrá inn á vágna, men hon kann eisini vera komin frá onkr­ um av skipunum, sum lógu við vestaru kei. Tað var fjarað eitt sindur, tá vit vóru á staðnum, og tað var týðilig bráðan av olju á skerinum, eins og tað bráðaði fram við keiini í Vágsbotni. Kortini var talan um smáar nøgdir, men oljan var so har – og hon dálk­ aði. Leygardagin verður kjakfundur í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, har evnið er Sjálvstýri, samleiki og norðurlendskt samstarv. Tað er Foreningen Nordens Ungdom, sum skipar fyri SAMSTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í hesum døgum vitja tvey umboð fyri Foreningen Nor­ dens Ungdom í Føroyum. Endamálið er at skapa áhuga millum føroyskan ungdóm fyri samstarvinum millum norðurlendsku tjóð­ irnar, og tær báðar vóna, at ein føroysk ungdómsdeild verður sett á stovn. Freyja Finnsdóttir er íslendsk og forkvinna fyri ungdómsfelagnum hjá Fore­ ningen Norden, sum hevur deild í Føroyum. Klaudia Raniszewska er uppruna polsk, men hevur búð í Danmark í 20 ár. Tær báðar skipa fyri einum panel­ og kjakfundi leygardagin í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu10. Byrjað verður klokkan 13 og hildið fram til klokkan 17. Umboð fyri politisku flokkarnar verða við um­ framt eitt umboð fyri tey samkyntu. Ætlanin er, at hesi fáa eitt korter í part til eitt upplegg, og síðani verð­ ur kjakast um ymisku upp­ leggini. Evnið fyri fundin er »Sjálvstýri, samleiki og norðurlendskt samstarv« við undirheitunum 1) Meining føroyinga um sjálvstýri mótvegis Dan­ mark, 2) Samleiki Føroya í mun til Norðurlond og norður­ lendska samstarvið og 3) Ásta Ósk Hloversdóttir fer umframt at leggja fram rættindi teirra samkyntu í upplegginum og verður ein partur av panelinum. FNU hevur á hvørjum ári eitt slíkt tiltak sum verður hildið upp á skift í ymsu Norðanlondunum. Í ár átti Danmark so tørn, og tey hava valt at leggja tiltakið í Føroyum. Almenna heitið er Café Norden, og vanliga savnast millum 40 og 100 fólk saman til tiltakið. Klinikk hevur skift eigara 1. august yvirtók Sanna Hentze klinikkina, In tone, sum liggur í Jóannes Paturssonargøtu í Havn. Klinikkin bjóðar andlits­, slanki­ og vøddastimbrandi viðgerð við ymiskum tólum. Eigarin sigur, at framleiðarin aftanfyri tólini hevði 45 árs serkunnleika og royndir við viðgerðini, sum millum annað geva elektroniska biostimulatión, har signalini líkjast teimum við vanligari venjing, men eru meira virkin. Í sambandi við yvirtøkuna av klinikkini verður serligt tiltak leygardagin 20. oktober frá kl. 10 ­ 14, har greitt verður frá teimum ymsu viðgerðunum. Meiri kann lesast á intoneclinic.dk. Vekja áhuga fyri Norðanlondum Aftur olja á Havnarvág Freyja Finnsdóttir og Klaudia Raniszewska skipa fyri panelfundi í morgin Eldur festi í isoleringina umborð á Magnusi Heinason í gjár, men hesin varð skjótt sløktur LØGREGLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Um hálvgum fimm­tíðina seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi umborð á Magnusi Heinasyni. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk tamar­ hald á eldinum. Nógvur roykur stóðst av hesum, men skaðin var lítil og eingin. Menn frá Skipasmiðjuni høvdu verið umborð fyri at seta nýggj trolspøl í skipið, og hitin frá sveisingini hevur fest í isoleringina í bakborðs­ síðu. Eitt hendiligt óhapp, verður sagt av politistøð­ ini. Annars fekk løgreglan um fýratíðina í gjár frá­ boðan um herverk í bíði­ rúminum á Gomlurætt. Har hevur onkur lagt eina rørbumbu, sum hevur verið so mikið sterk, at hon sprongdi hol á bak­ veggin. Tað var Landsverk, ið hevur eftirlit við bíðirúm­ inum, sum boðaði frá her­ verkinum. Enn veit løg reglan einki at siga um, hvør kann hava lagt bumbuna í bíðirúmið. Ein rútur varð eisini brotin í gomlu Køkubúð­ ini, men hetta var ung­ dómskæti, og løgreglan hevur tikið gerningsmann­ in, sum fær sekt. Eldur í isolering Eldur kom í isoleringina í bakborðssíðu umborð á Magnusi Heinasyni, men hann varð skjótt sløktur Maður frá Tórshavnar Sløkkiliði var á staðnum og kannaði oljudálkingina. Hann roknaði við, at tað fór at verða trupult at finna útav, hvaðani oljan stavaði