fríggjadagur 19. oktober 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
is silenced« sigur hann frá
prædikumanninum.
Á veg úr eini mosku einastaðni
í norðara parti av Sýriu, fríggja
dagin 28. sept., bleiv hann skotin
og myrdur.
Hann var av kurdiskari ætt,
føddur í 1973 og uppvaksin
norðan fyri Aleppo, ikki so langt
frá markinum til Turkalands.
Við útbúgving úr Damaskus og
kandidat og doktaraheiti úr
Islamska lærda háskúlanum í
Karachi, Pakistan, kom hann
framat prædikustólum í stór
býnum Aleppo fyrst í 1990unum.
Í 2003 undir Irakkrígnum gjørdist
hann kendur í Aleppo og dróg
stórar áhoyrarafjøldir, helst
orsakað av hansara ógvuliga
antiamerikanska tóna. Sum
sýriska keldan greiðir okkum
frá, gjørdist hann kendur mest
sum yvir nátt. Júst um somu
tíð, árið 2003, gekk tað fram
á hjá politiskum flokkum, ið
høvdu átrúnað ovast í teirra
stevnuskrá – hetta var sjónligt
í Irak, Palestina og Libanon.
Abu alQaqa gjørdist sera væl
umtóktur millum ungdómar, sum
ein onnur popstjørna. Um onkur
reypaði sær av at hava verið til
eina konsert hjá snøggu libansku
sangarinnuni, Haifa Wahbe, so
vóru tað hinvegin fleiri onnur
sterkari í trúnni, sum kundu svara
aftur: »Á ja? Eg var akkurát til
eina prædiku hjá Abu alQaqa.«
Hansara talur vórðu upptiknar
á kassettuband og fløgu
og seldu sum heit breyð.
Amerikanska stjórnin og innrásin
av Irak fingu av at vita í hesum
prædikum. Neyvan hevur nakar
amerikanskur repulikanari set
fótin innum hansara mosku. Hann
umboðaði tann javna borgaran
í Sýriu. Hesin, sum, eins og tey
allarflestu, lítla og onga ávirkan
hevur á sítt umhvørvi og sum
eisini er stak illa nøgdur við tað
sum gongur fyri seg. Við keldu
okkara í Sýria, segði ein trúgvur
áhoyrari: »Hann er ein røðari,
ið bergtekur við framúr góðum
talugávum, afturat tí er hann ein
meistari til kjak.«
Tað er týðuligt, at hann hevur
fingið greið boð frá sýrisku
fregnartænastuni, tí illa lýddu
almukhabarat. Hetta hevur so
verið eftir 2003. So leingi hann
ikki eggjaði til harðskap ímóti
Sýrisku stjórnini og hennara vilja,
so gekk tað. Tí um nú hansara
ungu fjepparar skipaðu seg, so
kundi hetta jú gerast ein byrjan
til eina harðrenda og vandamikla
ungdómsmentan. Í 2006 í
saudisku sjónvarpsrásini al
Arabiyya svaraði hann ákærum,
ið søgdu hann hava eggjað sýrum
at fara til Irak at berjast. Hann
segði seg hava rátt uml. 15.000
á einum ungdómsfestivali, stutt
eftir innrásina, frá at blanda
seg upp í stríðið hinumegin
irakska markið. Eisini tók
hann upp samstarv við sýrisku
myndugleikarnar har hann m.a.
útgav ein bókling, har hann tók
frástøðu til alQaida og vísti á tað
góða í tryggleikanum, sum sýriska
fregnartænastan veitti.
At ein sera væl dámdur
prædikumaður í Sýria verður
dripin av møguligum irakskum
gerningsmonnum kann bera boð
um ta døpru framtíðina, sum
fleiri eygleiðarar hava spátt
fyri Miðeystri. Vandi er jú alla
tíðina fyri at rokið í Irak skal
spreiða seg til grannalondinum
vestanfyri, Libanon, Sýria og
eisini Ísrael, har ein longu spent
politisk støða støðugt foldar seg
út. Men tað tykist ikki sum risin
fyri vestan, sum støðugt slær á
krígstrummurnar, við øllum sínum
hernaði í Golfinum, tekur serliga
fyrilit til hesa støðu – vónandi
er tað ikki so. Í øllum førum sita
kring allan heimin eygleiðarar og
fylgja óróliga við hesum parti av
heiminum.
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Vikuskifti
Haifa Wahbe
– ein poppstjørna
Libanska popstjørnan Haifa Wahbe svarar soleiðis nøkulunda
til okkara Britney Spears. Í 1995 vann unga Haifa eina
vakurleikakapping og sambært hennara almennu heimasíðu
gjørdist hennara sjarma ein lopfjøl til »the world of fame,
fashion and music«. Um hetta mundið átti hon eina dóttir, og
samstundis helt hjúnarbandið ikki. Eftir hjúnarskilnaðin hevur
hon ikki sæð dóttir sína, tí hon misti foreldrarættin. Hetta hevur
verið lýst sum ein gøla í fjølmiðlum har á leið. Tá ið alt hetta
kom fram, varð hennara vakurleikaheitið tikið frá henni, tí eftir
kappingarreglunum kundu luttakararnir ikki vera giftir. Men eftir
hesa gøluna kom hon fyri seg aftur í arabiska poppheiminum.
Í arabiskum fjølmiðlum og almennum kjaki í fleiri londum er
Haifa kend sum ein av teimum ómoralskum sangarinnunum,
sum eru alt, alt ov illa ílætnar. Arabisk sjónbandaløg við hittum
hjá Wahbe goyma á ongan hátt hennara kvinnuligheit.
aður letur lív
»Hann er ein røðari, ið bergtekur við
framúr góðum talugávum, afturat tí
er hann ein meistari til kjak.« Soleiðis
verður myrdi prædikumaðurin, Abu al-
Qaqa, lýstur