fríggjadagur 19. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 203 - 19. oktober 2007
Sansir søkja fyriskipara, sum skal skipa okkara
arbeiði innanhýsis, fáa tað at glíða væl, betra um
arbeiðsgongdir og tryggja, at arbeiðsorkan verður
gagnnýtt so væl sum gjørligt.
Fyriskiparin skal eisini røkja samstarvið við okkara
veitarar, gera avtalur við veitararnar, fáa tilboð til
vega og tryggja, at tænasturnar eru í lagi og verða
veittar rættstundis.
Tú verður ein lyklapersónur í fyritøkuni. Tú skalt
síggja til, at arbeiði verða gjørd skynsamt og
úrslitagott. Tú ert væl skipað/ur, hugsar logiskt og
hevur gott yvirlit. Tú dugir væl at samskifta við fólk
og hevur høgan sosialan intelligens.
Tú hevur hægri útbúgving ella royndir á økinum.
Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við
38 starvsfólkum í trimum londum. Vit skapa
kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum
samstarvi við okkara kundar. Førleika- og
útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt
og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari
menning og framburði er persónligt rásarúm,
virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til
persónliga menning hjá okkara starvsfólkum.
Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú
at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt
skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum.
Fyriskiparastarvið er eitt leiðarastarv, tí fært tú
sjálvandi eina góða løn.
Umsóknin skal sendast við telduposti til Høgna
Rasmussen á hognir@sansir.fo ella Lenu L.
Mohr á lena@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt
fartelefonnummar.
Vit skulu hava umsóknina í seinasta lagi kl. 16.00
mánadagin 12. november.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja
til Høgna á tel 220401 ella Lenu á tel 218370.
Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst
eisini senda fyrispurningar við telduposti til Høgna
ella Lenu.
Sansir søkja fyriskipara
sansir.fo
Lesið meira um onnur
størv á www.torshavn.fo
Søkt verður eftir reingerðarfólki til Spælistovuna til Dagrøktina í
Kollafirði.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
saman við møguligum viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi innan fríggjadagin 2. november
2007.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Trønd Ennistíg, dagrøktarleiðara,
á tlf. 30 20 10.
Tórshavnar kommuna
Reingerðarfólk
lýsingar
familjuvinarligur
barnavinarligur
bíbliutrúgvur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Profilurin
Navn: Unn Hentze
Aldur: 38 ár
Un
n
He
nt
z
e
Eg eri 38 ára gomul og havi tveir deiligar synir. Eri
útbúgvin skrivstovukvinna, men lesi nú Sjórnmálafrøði á
Fróðskaparsetri Føroya.
Tað eru fleiri grundir til, at eg stuðli Miðflokkinum. Her
skal eg nevna nakrar.
Familjan: Sum stakur uppihaldari veit eg, hvussu
torført tað er at fáa endarnar at røkka saman.
Miðflokkurin setur familjuna, kanska serliga børnini,
høgt á dagsskránna. Hóast hann ynskir at stuðla
kjarnufamiljuni, er hann varugur við tann veruleika, at
tað eisini finnast familjur við einum vaksnum við
børnum, og hesi børnini verða ikki gloymd.
Bústaðir: Miðflokkurin vil virka fyri, at øll skulu hava
møguleika fyri at ogna sær egnan bústað, ella, um ein
ikki er førur fyri at búgva í egnum bústaði, geva
møguleika fyri t.d. sambýli ella røktarheimi.
Tey kristnu virðini: Tað er altavgerðandi fyri land okkara,
at vit halda fast við tey kristnu virðini. Bara tað at hava
ein flokk sum Miðflokkin, ger at tað verður rykt eitt
sindur i hinar flokkarnar, sum - í teirra humanismu - eftir
mínari meining, hava lyndi til at gloyma tað etiska
grundarlagið, sum byggir á Bíbilsku grundreglurnar, og
sum land okkara er bygt á.
Eg føli, at vesturheimurin, og eisini Føroyar, fer longur
og longur burtur frá kristindóminum og haldi tí, at nú
er tíðin komin, at øll trúgvandi eiga at standa saman um
at fáa tey kristnu virðini innaftur í lóggávu okkara.
Hettar kann, millum annað, gerast við at velja
Miðflokkin.
M.a. hettar, og at Miðflokkurin er ein loysingarflokkur,
ger at eg gevi honum mín fulla stuðul.
visti tú, at:
Miðflokkurin í einari komandi samgongu aktivt vil virka
fyri at peningurin fyri t.d. ansing skal fylgja barninum,
so foreldur fáa valmøguleikan at ansa barni sínum
heima!
Miðflokkurin við fleiri uppskotum hevur roynt at vinna
familjum við fleiri børnum eyka barnafrádrátt- eitt av
hesum uppskotum verður viðgjørt í Løgtinginum í
hesum døgum!
Miðflokkurin í einari komandi samgongu vil raðfesta
umstøðurnar hjá barnafamiljum, herundir einligum
forsyrgjarum, høgt og forða fyri at nakar flytir, vegna
betri umstøður í grannalondum okkara.!