Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo “Og hví skal eg tala longur? Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Bárak, Samson, Jefta og Dávid og Sámuel og profetunum, sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu fyrijáttanir, byrgdu munnin á leyvum, sløktu eldsmegi, komust undan svørðseggjum, VÓRÐU STERKIR AFTAN Á VEIKLEIKA, GJØRDUST VELDIGIR Í STRÍÐI, FINGU FÍGGINDAHERAR AT VÍKJA. (Hebrearabrævið 11, 32-34) Joni Eareckson Tada skrivar einastaðni soleiðis: “Í stilla skýli sínum snarar Diane spakuliga høvdi sínum á koddanum, og lítur móti uppslagstalvuni á vegginum. Eygu hennara avmynda hvørja einastu mynd ið har hongur, - hvørt einasta táravætað pappír sum við umhugsan er sett upp eftir rekkju. Hon biður. Sníkjandi avmarkingarnar í sclerosu- sjúku hennara økjast ár undan ári. Fingrarnir eru stívir og boygdir. Røddin ikki meiri enn ein teskan. Hugdu fólk eftir henni høvdu tey helst sagt: “So keðiligt. Hennara lív hevur onga meining”. Men Diane er sannførd um, at hennara lív hevur virði – at henn- ara arbeiði við bønini telur. Hon flytur fjøll, sum forða vegnum hjá trúboðarum. Hjálpir við at lata upp eyguni á teimum andaliga blindu í landsynningspartinum av Asien. Skumpar myrkursins ríki burtur, sum annars skapar myrkar gøtur fyri bandarnar í eystara parti av Los Angeles. Diane er ein frontkempari, sum ger gøtuna greiða fyri Guds ríki. Henda kvinnan hevur sítt pláss í heiminum, og tað ger einki, um onnur kanska ikki leggja merki til virðið hennara. Hon er ein teirra, sum kundi sagt soleiðis um bústað sín: New Hampshire, USA, Vesturheimurin, Jørðin, Sólskipanin, Alheimurin, Guds sinnalag. At hava bústað í “Guds sinnalagi” eigur at seta ein á tað mest týðandi staðið, ein yvirhøvur kann tosa um. Ein hevur sagt tað soleiðis: “Tað hevur størri týdning at VERA enn at GERA. Sangarin telur meiri enn sangurin. Vit mugu heldur gevast við at renna undan, tí vit eru her fyri at læra! Tað er í bønini at vit fáa eygu á tann týdningin, vit hava havt alla tíðina sum børn hjá einum Kongi. Kanska vit ikki til fulnar skilja meiningina við øllum úrslitunum, men vit mugu skilja, at einki úrslit er uttan meining – og at vit hava virði!” (Kelda: ucb.dk) orðið Tað er cool at syngja um Jesus Hóast talið av sangarum ikki er so stórt sum okkurt árið, hava tey tað framúr gott saman á skeiðinum. - Eg haldi, at felagsskapurin millum okkum er sera góður. Hann er simpelthen bara tað feitasta við hesum skeiðnum, sigur ein av luttakarunum, hin 18 ára gamli Sámal Jákup Jakobsen úr Havn. Hann er sjálvur ein av manning- ini í tónleikabólkinum “Humble Cry”. Honum dámar eisini sera væl at syngja vanligar gospel- sangir, eins og gjørt verður á skeiðinum. - Tað er ein ótrúliga góð kensla í kórinum, tá vit er liðug við ein sang, og hann bara gekk so gott. Tá merkir tú tað á stemninginum í kórinum, tí øll eru fegin um úrslitið, sigur hann. Saman við Sámal Jákupi man talið av sangarum liggja um tey 100. Hesi syngja saman fyrrapart og seinnapart, meðan onnur tiltøk eru um kvøldið. Við lív og sál Skeiðið byrjaði sunnukvøldið og verður vant allar dagarnar, fram ímóti endabrakinum sum er kon- sertin á Skála leygarkvøldið. Til hetta skeiðið hevur tað eydn- ast fyrireikarunum at fáa fatur á Maud Kofod úr Danmark, sum hevur drúgvar royndir við danska gospelkórinum “Vocation”. Her fara luttakararnir ígjøgn- um fleiri meiri og minni kendar sangir, sum allir skulu lærast av øllum teimum trimum kórrødd- unum uttan nótar. Hetta er ein møtimikil, men kortini sera spennandi uppgáva, sum Sámal Jákup og øll hini ganga inn fyri við lív og sál. Tað er sjálvandi ein munur á at syngja í kóri og so í einum bólki. Í einum kóri er ein fleiri til eina rødd, men í bólkinum eru teir annaðhvørt tríggir ella fýra sum syngja, og tað krevur tí nógv meiri av teimum. - Eg haldi, at tað er fínasta slag at koma á eitt slíkt skeið at læra sangir og ikki minst um, hvussu vit í einum kóri brúka røddina. - Hetta verður mær til hjálpar í sangbólki okkara í framtíðini, slær Sámal Jákup fast. Hesa vikuna er árliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini í leguhúsinum í Nesvík. Endað verður við konsert á Skála leygarkvøldið Ein annar luttakari er 17 ára gam- la, Elin Reinert Hansen av Sandi. Henni dámar væl at syngja, og var hon m.a. við í sangbólkinum Poppkorn av Sandoynni. Nú syngur hon við Tensingkórinum í KFUM í Havn. Hetta er fjórðu ferð hon er á sangskeiði, og aftur í ár kann hon fegnast um teir góðu sangirnar og tað góða lagið og felagsskapin, sum er millum luttakararnar. - At fara á sangskeið er eitt tað besta upplivilsið eg havi á árinum. Tað kann vera strævið at skula syngja soleiðis einar fimm tímar um dagin. Men vit fáa eisini nógv burtur: Vit syngja saman og læra samstundis at víðka okkara rødd. - Sangirnir eru framúr góðir, og dirigenturin dugir ómetaliga væl at fáa okkum at syngja teir soleiðis, sum hon ætlar tað, staðfest Elin. Hon gleðir seg til konsertina leygarkvøldið – og longu til sangskeiðið næsta ár! Dámar væl at syngja Dagsskráin mikudagin Kl. 8:00 Morgunmatur Kl. 9:00 Kórvenjing Kl. 12:30 Døgurði Kl. 13:15 Kioskin/móttøkan opin Kl. 14:00 Kórvenjing Kl. 15:30 Kaffisteðgur Kl. 16:00 Áhugatími við Jógvan og Dagny Højgaard: “Vreiði í skúla Guds” Kl. 18:00 Nátturði Kl. 19:00 Familjumøti við Mariann D. Poulsen. Sangur við barnakórinum á Strondum Kl. 23:00 Friður Eg dyrki tað, tá vit eru liðug við ein sang, og hann gekk væl, sigur Sámal Jákup Jakobsen úr Havn (fremstur á myndini) Mynd: Snorri Brend - Tað er hart at syngja í samfullar fimm tímar hvønn dagin, men ein lærir nógv, sigur Elin Reinert Hansen av Sandi (uttast høgrumegin) Mynd: Snorri Brend Tú hevur virði