Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 204 - 22. oktober 2007 ÍLØGUSPÆLIÐ Hilmar Simonsen Tað eru 4056 spælarar tilmeldaðir Íløguspælið. Av hesum hava 3248 gjørt íløgur. Hini 808 hava enn ikki gjørt nakra íløgu. Fyri tveimum vikum síðani skrivaðu vit um symmetri ímillum tap og vinning, og hetta fara vit at hyggja eitt sindur nærri at nú. Í skrivandi løtu hevur fremsti spælarin vunnið 88,45 prosent, meðan aftasti spælarin hevur tapt sløk 83 prosent. Tríggir teir fremstu spælararnir hava vunnið í meðal 69 prosent, meðan tríggir teir aftastu spælararnir hava tapt í meðal 66 prosent. Tíggju teir fremstu spælararnir hava vunnið í meðal 52 prosent, meðan tíggju teir aftastu spælararnir hava tapt í meðal 53 prosent (sí Talvu 1). Legg til merkis, at her koppar myndin, so at tapini gerast størri enn vinningarnir við einum prosentstigi á muni. Sammeta vit 100 teir fremstu spælararnar við 100 teir aftastu, so gerst gloppið enn størri. 100 teir fremstu spælararnir hava vunnið 19,5 prosent í meðal, meðan 100 teir aftastu hava tapt heili 33 prosent í meðal. Fyrr ella seinni verður tó rættað nakað upp á hesa skeivu gongdina, tí verða allir 4056 spælararnir tiknir undir einum, so hevur talan verið um eitt tap á 2,49 prosent í meðal. Tað vil siga, at um allar íløgurnar hjá øllum luttakarunum vóru lagdar saman og býttar javnt út aftur millum allar luttakararnar, so høvdu allir havt mist 2,49 prosent av síni byrjunarupphædd upp á 1 milliónir krónur. 101 milliónir eftir reyv Samanlagt høvdu allir luttakararnir 4,056 milliardir fiktivar krónur at spæla við frá byrjan, men hendan upphædd er nú vorðin minkað niður í 3,955 milliardir – ella eitt samlað tap á 101 milliónir krónur. Tað vil siga, at hvør luttakari í Íløguspælinum eigur í meðal bert 975.000 krónur eftir av upprunaligu einu millión krónunum. Hevði Íløguspælið verið umboðandi fyri føroyskar íleggjarar sum heild, so hevði føroyski samfelagsbúskapurin havt tað betri, um føroyingar hildu seg burtur frá at gera íløgur. Sæð við hesum brillunum, so duga føroyingar snøgt sagt ov illa kynstrið at gera íløgur. Har við ikki sagt, at Íløguspælið e r umboðandi fyri íløgudugnaskapin hjá føroyingum, tað er tað neyvan. Í hesum spælinum verður nevniliga satsað nógv meiri, enn tað hevði verið, var talan um veruligar íløgur. Sum áður nevnt, so hava 3248 luttakarar av teimum tilmeldaðu 4056 gjørt íløgur. Av teimum hava 1017 fingið vinning – størri ella minni – meðan 2231 luttakarar hava havt tap – størri ella minni. Altso hava tvífalt so nógvir luttakarar havt tap samanborið við teir sum hava havt vinning. Av teimum ið hava fingið vinning hevur meðalvinningurin verið 4,74 prosent, meðan meðaltapið hjá teimum ið hava mist hevur verið 6,68 prosent. Symmetriin steðgar Verður Íløguspælið sæð undir einum hjá øllum luttakarunum er altso ikki fullkomin symmetri ímillum tap og vinning, hóast tað er so millum teir fáu fremstu og fáu aftastu spælararnar. Tað er heldur eingin náttúrulóg sum sigur, at tað skal vera symmetri í. Asymmetri kann meiri enn so gera seg galdandi í handlum við partabrøvum, men betri hevði verið, um asymmetriin hevði endað í einum plussi, tá av tornaði. Annars hava ov nógvir íleggjarar valt at keypa skeiv partabrøv í staðin fyri røtt... Kvøld fyri tvey á Gourmet til vikuvinnaran í Íløguspælinum Sum kunngjørt fáa spælararnir, sum standa seg best í Íløguspælinum hvørja viku, vinningar frá Kaupthing Bank. Besti spælarin er tann, ið hevur havt størsta vinning í prosentum farnu vikuna. Vinningurin hesaferð er eitt gávukort fyri tvey til eitt kvøld við serligari vín- og matskrá frá Gourmet. Besti spælarin í viku 42: visti Avkastið hjá vinnaranum hesa vikuna: kr 301.218,00 (+29,55%) Vinnarin fær beinleiðis boð. Hjartaliga tillukku Kaupthing Bank 2,000 1,900 1,800 1,700 1,600 1,500 1,400 16/10 17/10 20/10 21/10 22/10 18/10 19/10 Gongdin hjá topp 3 (vika 42) navijoe hanna ollysan www.kaupthing.fo Íløguspælið á ilogur.com - 4. vika Vit duga ov illa at gera íløgur sansir.fo Topp 10 (22. okt. 2007 kl. 10.38) Leikari Reiður peningur Partabrævaogn Ogn Avkast navijoe 1.835.072,44 kr. 0,00 kr. 1.835.072,44 kr. +83,51 % hanna21 96,57 kr. 1.640.720,00 kr. 1.640.816,57 kr. +64,08 % TNT 1.512.591,20 kr. 0,00 kr. 1.512.591,20 kr. +51,26 % Martinius85 1.506.521,03 kr. 0,00 kr. 1.506.521,03 kr. +50,65 % Ollysan 14.626,99 kr. 1.440.803,00 kr. 1.455.429,99 kr. +45,54 % Lemonz 1.441.320,83 kr. 0,00 kr. 1.441.320,83 kr. +44,13 % teiturdj 18,37 kr. 1.440.317,32 kr. 1.440.335,70 kr. +44,03 % GoogleInvest 24,82 kr. 1.419.052,80 kr. 1.419.077,62 kr. +41,91 % jubiijan 1.396.953,70 kr. 0,00 kr. 1.396.953,70 kr. +39,70 % bjarnass 4,96 kr. 1.375.007,03 kr. 1.375.011,99 kr. +37,50 % Nakrir luttakarar í Íløguspælinum hava dugað væl at rentað upprunaligu íløguupphæddina, meðan aðrir hava dugað út av lagi illa. Tikið yvir ein kamb, so hevur meðal-úrslitið higartil verið eitt tap upp á 2,49 % fyri hvønn luttakara. Hetta svarar til eitt samlað úrslit upp á minus 101 milliónir krónur fyri allar luttakararnar. 10 tey fremstu 8845 % 6731 % 5126 % 5117 % 5065 % 4565 % 4413 % 4392 % 4169 % 3970 % 5239 % Í meðal 10 tey aftastu -8288 % -6199 % -5501 % -5361 % -4982 % -4698 % -4688 % -4630 % -4610 % -4517 % -5347 % Talva 1