mánadagur 22. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Føroyskur barna-
dansur í Skansastovu
Aftur í ár skipar Dansifelagið »Tøkum Lætt« fyri
barnadansi fyri børnum í øllum aldri. Byrjað verður
mikukvøldið tann 24. oktober í Skansastovu, Djón í
Geil gøta 1. Dansað verður frá kl.19 til 20. Øll eru
vælkomin, sigur nevndin í Tøkum Lætt.
Tingfólk skulu nú
gjalda kontant
Tingfólk, landsstýrisfólk, løgmaður og onnur, sum
starvast í løgtinginum, sleppa ikki longur at keypa upp á
borg í kantinuni í løgtinginum. Hetta ger Súsanna
Danielsen, stjóri í løgtinginum, greitt í brævi til tingfólk.
Hon ger eisini greitt, at tað heldur ikki fer at bera til at
gjalda við gjaldskorti – nú skal gjaldast kontant! Um
talan er um vantandi kredittvirði hjá tingfólki, meldar
søgan kortini einki um, men tey verða so noydd at hava
reiðan pening, tørvar teimum ein kaffimunn...
Í løtuni eru
kanningar í gongd
sum skulu vísa, um
Nólsoy typografiskt
er egnað at byggja
flogvøll á. Er hetta so,
er uppskotið avgjørt
ein áhugaverdur
møguleiki, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
FLOGVØLLUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í kjalarvørrinum av upp
skotinum hjá Magnusi Han
sen um flogvøll í Nólsoy,
hevur landsstýrismaðurin í
samferðslumálum,
Bjarni
Djurholm, biðið Landsverk
um at gera kanningar av
oynni.
Avgerandi er, um Nólsoy
typografiskt er egnað at
byggja flogvøll á, og um so
er eigur eisini at verða tikið
við, at ein undirsjóvartunnil
má gerast, tí tað er ikki
hugsingur um at flyta fólk
um fjørðin við ferju.
Nólsoyggin er sera
áhugavert øki, ikki minst tí
at veðurmátingar eru gjørd
ar har í mannaminnir. Hesar
mátingar saman við vitan
hjá lokalum fólki vísa, at
vindviðurskiftini eru sera
støðug, og tí verður hetta
øki tikið í fullum álvara,
sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin vísir
annars á, at veðurkanningar
vanliga taka eini trý ár, men
hetta skuldi so ikki verið
neyðugt í Nólsoy, tí kann
ingar hava verið gjørdar har
í fleiri mansaldrar.
Røddir hava eisini verið
frammi um, at Svínoyggin
kundi verið eitt áhugavert
stað at leggja ein flogvøll,
men eins og onnur uppskot
verður í tí førinum eisini tal
an um ein flogvøll við ein
ari breyt og ikki sum í
Nólsoy við krossbreyt. Og
hetta verður av flogskiparum
mett at vera ein avgjørdur
fyrimunur.
Í 2015 í fyrsta lagi
Tað er norska fyritøkan
Asplan Viak AS, sum ger
kanningarnar, og danska
Rambøll hevur og skal
síðani eftirmeta kanningar
nar. Harumframt skal ein
bólkur gera eina »second
opinion« fyri at metingarnar
skulu verða so greiðar sum
tilber.
Við í metingunum er eis
ini
undirsjóvartunlar
til
Svínoy
ella
Nólsoyar,
umframt at roknað verður
við, at ein slíkur eisini verð
ur gjørdur út í Sandoynna.
Mett verður, at ein slíkur
tunnil til Svínoyar fer at
kosta einar 350 milliónir,
meðan ein tilsvarandi tunnil
til Nólsoyar fer at liggja um
600 milliónir.
Verður roknað við vind
mátingum í eini tvey til trý
ár, eitt til tvey ár at gera
verkætlan og eini trý til fýra
ár at byggja, kann ein nýggj
ur flogvøllur í fyrsta lagi
standa klárur um ár 2015.
Áðrenn Nólsoyggin kom
upp á tal vóru mest sum
bara tvey alternativir, hugs
að var um, nevniliga Søltu
vík á Sandoynni og Glyvurs
nes. Skorðhæddin í Eyst
uroy var eisini upp á tal,
men bæði Asplan Viak og
Rambøll mæla frá at byggja
flogvøll har. Seinni er eisini
komið fram, at Skúvoyar
fjørður er herviligur til tur
bulens, og út frá tí tykist
ikki skilagott at leggja ein
flogvøll í Søltuvík.
Tá talan er um prís metir
landsstýrismaðurin, at best
egnaða staðið eigur at verða
funnið, og at nakrar milli
ónir hendan ella handan
vegin ikki er so avgerandi,
ikki minst tá hugsað verður
um, at ein slík íløga skal
vara fleiri árhundraðir inn í
framtíðina.
Nólsoy áhugaverdur møguleiki
Bjarni Djurholm heldur
avgjørt. at Nólsoyggin
er áhugaverd, men
lendisviðurskiftini eru
avgerandi fyri, hvar nýggjur
flogvøllur skal byggjast
Týsdagin 23. oktober
verður íslendska fel
agið Spron skrásett
á virðisbrævamarkn
aðinum. Eik banki
eigur 8,45 prosent í
Spron, og møguligi
vinningurin hjá Eik
kann gerast millum
200 og 700 milliónir
krónur
bØRsskRásetinG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Íløgudeildin
hjá
Føroya
Banka vísti í juli á, at tað
kundi fáa týðandi ávirkan á
ársúrslitið hjá Eik banka, um
Spron varð børsskrásett. Nú
børskrásetingin verður veru
leiki, hevur íløgudeildin hugt
at, hvørja ávirkan skrásetingin
kann fáa á Spron og Eik.
Ognarparturin hjá Eik í
Spron er bókaður til keyps
upphæddina 240 mió. krónur
í roknskapinum. Hendan
upphæddin skal virðisjavnast
og munurin síðan inntøku
førast hjá Eik, tá Spron er
skrásett á virðisbrævamarkn
aðinum. Íløgudeildin metir,
at marknaðurin longu hevur
innroknað
ein
stóran
vinning í verandi prísáseting
av Eik. Tó valdar óvissa um,
hvussu stórur vinningurin er.
Síðan Spron varð umlagt
til partafelag í august, hevur
ikki verið gjørligt at handla
Spronpartabrøv
umvegis
heimasíðuna hjá felagnum.
Ráðgevarafyritøkan
Capa
cent gjørdi tó fyri Spron eina
almenna virðisáseting av
partabrøvunum, ið ásetti virð
ið til 60 milliardir íslendskar
krónur. Hetta gevur Eik ein
vinning á 200 milliónir før
oyskar krónur.
Hinvegin varð ábyrgdar
peningurin í august handl
aður fyri ein kurs, ið ásetti
virðið á Spron oman fyri 100
milliardir íslendskar krónur.
Um hetta verður virðið, tá
Spron fer á børsin, fær Eik
ein vinning á umleið 700
milliónir krónur.
Samanbundin feløg
Meginparturin av virðis
økingini hjá Spron seinastu
árini stavar frá ognarlutinum
í Exista. Spron eigur 6,72
% í Exista, Exista eigur
23,03 % í Kaupthing Bank,
og Kaupthing Bank hevur
havt stóra framgongd sein
astu árini. Eik eigur 8,45%
í Spron, og Spron eigur
hinvegin 1% í Eik.
Gongdin hjá Exista hevur
tó síðan seinastu greiningina
hjá Føroya Banka av Eik
verið negativ. Hetta talar
fyri, at kursurin hjá Spron
verður ikki so høgur, sum
mett hevur verið. Tó hevur
Spron seinastu tíðina selt
meginpartin
av
sínum
ognarluti
í
Icebank
og
inntøkuført ein vinning á
3,2 mia. íslendskar krónur.
Hetta kann fáa positiva ávirk
an á Spronpartabrævið.
Tá Capacent ásetti virðið
á Spron til 60 milliardir
íslendskar
krónur,
tók
Capacent støði í grund
leggjandi viðurskiftunum í
fyritøkuni sum inntjening,
ognir og vakstrarmøguleik
ar. Tó tykist tað, sum at
viðurskifti sum strategisk
positionering
millum
íslendsku sparikassarnar og
aðrar bólkar av íleggjarum
vóru við til at trýsta prísin á
ábyrgdarpeninginum
hjá
Spron væl hægri upp.
Spurningurin er so, um
hesi viðurskifti framhaldandi
fara at gera seg galdandi, ella
um tey meira grundleggjandi
fíggjarligu viðurskiftini aftur
fara
at
áseta
virðið
á
fyritøkuni, skrivar Føroya
Banki á heimasíðu síni.
Skráseting av Spron kann ávirka Eik
Sambært analysu hjá Føroya Banka fer Eik at forvinna millum
200 og 700 milliónir nú Spron verður børsskrásett