mánadagur 22. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Nógv virksemi er
í Hvannasunds
kommunu í hesum
døgum: Skúlin verður
útbygdur. Ein handil
letur upp um stutta
tíð, og helst verður
nýggjur barnagarður
bygdur í næstum.
Alt hetta kann tó
ikki forða fyri, at
fólk umhugsa at
flyta úr kommununi.
Orsøkin: Vánaliga
ferðasambandið til
meginøkið
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund:
Fólkið í bygdunum báðu
megin Hvannasund hava
eisini merkt til økta ferðslu,
eftir at Norðoyatunnilin lat
upp.
Tey fegnast um møgu
leikan at sleppa úr bygdini
og inn á meginøkið. Men
áðrenn tey koma so langt,
verða tey møtt av eini aðrari
forðing: Tunlunum á Borð
oynni.
Hesir tunlarnir eru ikki
hóskandi til nútíðina, og tí
eru tað mong sum hveppast
við at skula koyra gjøgnum
teir. Eisini fólk, sum búgva
norðanfyri tunlarnar.
Hesin boðskapurin hoyr
ist eisini í Hvannasunds
kommunu.
Borgarstjórin,
Júst Poulsen er ein teirra,
sum hoyrir tað sama frá
bygdarfólkinum.
Fólkið her má síggja, at
myndugleikarnir
veruliga
vilja
gera
nakað
við
ferðasambandið.
Hendir
einki
við
tunlunum, óttist eg snøgt
sagt fyri, at tað verður trup
Fjallarenning sunnudagin
Sunnudagin 28. oktober skipar Faroeadventures fyri fjallarenning. Tað verður skip
að eftir sama leisti sum undanfarnu kappingar. Tó so, at vit aftan á tvær royndar
koyringar fara at koyra við meira nágreiniligum reglum. Tað vil siga at vinnarin
verður tað liðið, sum loysir allar uppgávurnar skjótast, siga fyrireikararnir. Byrjað
verður í Havn. Tvær kappingar eru, ein fyri væl vand og ein fyri motionistar. “Elitu
liðini” byrja klokkan 9 og motiónistar byrja klokkan 9:30. Kappingin er ein
liðkapping. Eitt lið er samanset av fýra persónum, og skal liðið fylgjast og koma í
mál saman. Tíðin verður tikin eftir síðsta persóninum, sum kemur í mál. Sjálv
kappingin er løgd eftir sama leisti sum kunningarrenning. Postarnir vera umleið 8 í
tali. Á nøkrun postum skulu loysast uppgávur og øðrum bert “klippast”. Næsta
kapping verður Kristi Himmalfaradag 1. mai 2008. Tilmelding: hansi@altfyrieitt.fo
Stríð um løn
Í Íslandi hevur stríð tikið seg upp um, hvørt Páll
Magnússon, útvarpsstjóri, fær ov góða løn ella ikki.
Í fjølmiðlunum er komið fram, at tá útvarpið bleiv
skipað sum alment lutafelag, fór lønin hjá stjóran
um upp í 1,5 mió. íslendskar krónur um mánaðin.
Sjálvur sigur stjórin, at hetta er tann løn, sum fólk í
tilsvarandi størvum fáa. Onnur starvsfólk í útvarpi
num hava boðað frá, at tey fara at krevja munandi
lønarhækking, tá samráðingar verða til várs.
Páll Magnússon, útvarpsstjóri. Fær
hann ov góða løn? (Mynd: Vísir)
Vit bíða framvegis eftir
Júst og mong onnur í
Hvannasunds kommunu
duga at síggja, at tunlarnir
eru ein stór forðing fyri
menning í økinum.
Tey sum byggja hús vita
alt um, hvussu trupult –
fyri ikki at siga ógjørligt
– tað er at fáa byggitilfarið
úr Klaksvík og til økið,
har húsini skulu byggjast.
Og eg hoyri fólk her
siga beinleiðis, at tey um
hugsa at flyta aðrastaðni,
um ikki okkurt ítøkiligt
fer at henda í tunnils
málinum.
So tú skilir, at hetta er
ein álvarsom støða, sigur
Júst, ikki sørt harmur á
málinum.
Ikki rópt ov hart
Hvannasunds kommuna
hevur kortini ikki gjørt
einki fyri at vísa myndug
leikunum á hesa óhepnu
gongdina og støðuna í
dag.
Fyri fýra árum síðani
vóru tey á fundi við
Landsverk, har tey greiddu
teimum frá støðuni og
komu við einum uppskoti
um, hvar ein nýggjur
tunnil kundi liggja.
Men hinvegin, vit
hava kanska ikki rópt ov
nógv upp um hetta málið.
Eg trúgvi tó at myndug
leikarnir kenna okkara
umstøður, sigur borgar
stjórin.
Vinnumálaráðharrin,
Bjarni Djurholm hevur
eisini víst á, at tunnilin
norðureftir skal hava høga
raðfesting.
Tað hava vit so trúð
uppá. Nú vísir tað seg
kanska, at vit hava verið
ov góðtrúgvin.
Fólk umhugsa at flyta
– úr kommununi
Hjá Landsverki
verða í løtuni
gjørdar kanningar
fyri at avloysa Árna
fjarðartunnilin
og Hvannasunds
tunnilin
Í dag er støðan hon, at
ymiskar loysnir til nýgg
ja farleið hava verið við
gjørdar, og nakrar inn
leiðandi
jarðfrøðiligar
kanningar og kostnyttu
kanningar eru gjørdar.
Loysnin, sum arbeitt
verður við víðari, er at
gera nýggjar tunlar para
lelt við verandi tunlar
Norður um Fjall.
Nýggju tunlarnir ligg
ja nakað lægri.
Í løtuni verða jarð
frøðiligar kanningar gjør
dar, har nýggju tunlarnir
eru planlagdir at vera.
Nakrar
kjarnuboringar
verða
gjørdar
nú
í
oktober og november.
Ein frágreiðingar um
jarðfrøðina á staðnum
verður klár í ár.
Tunnil Norður
um Fjall