mánadagur 22. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Aftur smolt á Sandavági
Í summar hevur eingin laksur verið í aliringunum hjá
partafelagnum Luna á Sandavági, men í vikuni hava teir
sett smolt út í ringarnar, skrivar joanisnielsen.fo. Smolt
ið, sum vigar umleið 100 gram í meðal, er av smoltstøð
ini, sum Luna hevur á Fútakletti. Felagið hevur eisini
aling á Sørvágsfirði. Har hava teir tikið laks síðani í
summar, og laksurin er slaktaður á sláturvirkinum, sum
Luna hevur í Sørvági. Luna hevur eisini aling á
Gøtuvík.
Nú er aftur lív í ringunum á Sandavági
(Mynd: Jóanis Nielsen)
Sildarok
Teir seinastu dagarnar hava nótaskip fiskað sild við
Vestmannaoyggjarnar, men í gjár frættist, at nógv sild var at
fáa vesturi á Grundarfirði. Tvey skip fingu 1.000 tons í part
í tveimum køstum, og tað vísti seg eisini, at hendan sildin
var heldur størri enn tann, sum skipini fingu við Oyggjarnar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at sild er á Grundarfirði. Tað sama
hendi í januar í fjør, men tá fór sildin við øllum súrevninum,
so alitoskurin á fjørðinum doyði.
tunlinum
ult at fáa vøkstur í hetta
økið í framtíðini, sigur
hann.
Tá kann tað gera tað
sama, um ein bæði hevur
handil, væl útbygdan skúla,
barnagarð og tøk grundøkir.
Samferðslan er av allar
størsta týdningi fyri fólkið!
Fólkatalið í minking
Fyri at veita borgarunum
tær tænasturnar, sum nútíð
in krevur, hevur kommunan
sett sær fyri at tryggja
teimum tey bestu korini
sum nútíðin krevur.
Eitt av hesum málum er
at fólk kunnu fáa møgu
leikan at búseta seg í komm
ununi, soleiðis at fólkatalið
aftur kann menna seg.
Sambært einum yvirliti
frá Hagstovuni hevur talið
verið rættiliga skiftandi tey
seinastu 20 árini – kanska í
heldur lægra endanum beint
í løtuni.
Fyri 20 árum síðani búðu
459 fólk í teimum fimm
bygdunum í Hvannasunds
kommunu, meðan talið í
dag er nakað lægri, 431.
Hetta hevur kortini ikki
hildið bygdaráðnum aftur, í
at gera sítt til at fólk kunnu
búseta seg. Eitt av hesum
støðum er í Norðdepli, beint
við skúlan á Fossánesi.
Her verður í fyrstu syftu
gjørt
pláss
fyri
fýra
grundøkjum, sigur Júst við
Sosialin.
Fyrispurningar
um øki
Tað eru kortini ikki øll, ið
bert eru áhugað at byggja í
Norðdepli.
Fleiri
hava
somuleiðis áhuga í at búseta
seg hinumegin sundið.
Í Hvannasundi eru eisini
øki, sum kommunan eigur
og sum eru væl hóskandi til
sethús. Her kann kommunan
eisini veita øki til tey
byggihugaðu.
Kommunan fær við ávís
um millumbilum fyrispurn
ingar frá fólki úr økinum,
og sum ætla at búseta seg
her. Men tað er ikki altíð at
tað verður til veruleika.
Tað vísir seg tíverri ofta,
at tá tað kemur til at fara
undir bygging, eru fólk ikki
eins seriøs, slær borgar
stjórin fast.
Hann hevur eisini sína
frágreiðing um, hví tað er
so:
Vánaliga
ferðasam
bandið til Klaksvíkar.
Alt steðgar upp
Skulu fólk úr Hvannasundi
til Klaksvíkar, er neyðugt
hjá teimum at koyra gjøgn
um teir báðar tunlarnar á
Borðoynni.
Teir vórðu gjørdir í eini
tíð, tá lítil ferðsla var – og
serstakliga lítið av teirri
tungu ferðsluni hesi árini
miðskeiðis í 60’unum.
Í dag er munandi øðrvísi,
og í dag eru hesir báðir
tunlarnir ein stór og bein
leiðis forðing fyri menning
í økinum norðanfyri, tað er:
í Hvannasunds og Viðareiðis
kommunum.
Ja, eg má bara siga sum
tað er, at stórur vandi er fyri
at alt steðgar upp her norð
anfyri orsakað av tunnil
ssambandinum, sigur Júst.
Hann leggur dent á, at tey
fingu lovað at í 2008 skuldi
peningur verða settur av til
nýggjan tunnil. Men tá
hann hevur hugt uppskotið
til
fíggjarlóg
ígjøgnum,
sæst einki til nakra slíka
játtan.
Hetta eru vit sera
vónbrotin av!
- Her hendir nógv, men
vandi er at menningin steð-
gar her í kommununi, tí
tunlarnir eru so vánaligir,
sigur Júst Poulsen, borgars-
tjóri í Hvannasunds
kommunu
Mynd: Høgni Thomsen
Havn: Eftir ein steðg er
nú klárt hjá Kristiliga
Sangkórinum at byrja
venjingar sínar aftur.
Kórleiðarin,
Hanus
Joensen er til reiðar til
fyrstu
venjingina
í
KFUM, har kórlimirnir
møta hvørt týskvøld frá
kl. 19:30 og tveir tímar
fram.
Hesa komandi tíðina og
fram til jóla verður jóla
dámur yvir venjingarnar,
tí
bæði
jólaløg
og
jólasangir skulu venjast
fram móti stóru høgtíðini.
Talan verður um jóla
løg uttan úr heimi, men
eisini um løg og tekstir
við føroyskum uppruna.
sb.
Kristiliga Sangkórið
byrjar aftur
Hvannasunds kommuna
fevnir um tær fimm
bygdirnar: Hvannasund,
Norðdepil, Depil, Norð
toftir og Múli.
Í summar búðu 431
fólk í kommununi, men
annars hevur fólkatalið
við ársbyrjan verið hetta:
1985: 459
1990: 492
1995: 457
2000: 441
2005: 449
Størsta
bygdin
er
Hvannasund við 255,
meðan Norðdepil hevur
166 íbúgvar.
Fimm eru skrásett á
Norðtoftum, trý í Múla
og tvey í Depli.
Fólkatal í
Hvannasunds
kommunu ”
Vit hava kanska ikki rópt ov nógv
upp um tunlar. Eg trúgvi tó at
myndugleikarnir kenna okkara
umstøður
(Júst Poulsen, borgarstjóri)
”
Stórur vandi
er fyri at alt
steðgar upp
her norðanfyri
orsakað av tunnils-
sambandinum
(Júst Poulsen,
borgarstjóri)
Fríggjadagin í farnu viku
fingu
snellubátarnir
í
Sandoy nakað av fiski.
Teir lógu úr 300 upp í
700 pund.
Nakrar av bátunum
fara við bili inn á Toftir
við
veiðuni,
skrivar
heimasíðan bkv.fo.
Sagt verður, at dagarnir
hjá hesum útróðrarmonn
unum kunnu verða langir.
Teir leggja frá landi til
útróðrar árla á morgni,
og verða aftur um hálvg
um sekstíðina, og fara
síðani
á
Toftir
við
veiðuni.
Teir eru mangan ikki
aftur við á Sandi fyrrenn
tað líður til midnátt, verð
ur sagt.
Lítil veiða men góður
prísur
Útróðrarmenn í Sandoy fáa góðan prís fyri veiðuna
(savnsmynd)