mánadagur 22. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Umboð fyri Føroya
Landsstýrið og
kommunurnar
vesturi í Vágum,
bóru fram kvøður
til Zarepta á 40 ára
degnum
ZAREPTA
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Myndir: Heri Simonsen
Mong nýttu høvið at støkka
inn á gólvið á Zarepta vesturi
í Vatnsoyrum til 40 ára
hátíðarhaldið farna leygar
dag. Til bar hjá fólki at síggja
myndir, og nøkur filmsbrot
frá teimum 40 árunum, sum
eru liðin síðani barnalegurnar
hjá
brøðrasamkomunum
fluttu úr Sundalagnum, og
vestur í Vágar. Tvey tey
fyrstu árini vóru legurnar við
Áir. Nakrar myndir vóru
eisini
frá
hesum
tíðarskeiðnum. Tað bar eisini
til at síggja útklipp frá
ymiskum bløðum, og onnur
brot, sum hava samband við
søguna hjá Zarepta. Elisabeth
og Guttorm Mortensen í Hoy
vík hava skipað fyri hesi
áhugaverdu framsýning.
6.000 kr. í 1965
Klokkan 14 var ein hátíðar
løta
í
møtisalinum
á
Zarepta. Ein maður er eftir
á lívi, sum sat í fyrstu nevnd
ini fyri Zarepta. Talan er
um Martin Nielsen úr Vatns
oyrum, sum mangir føroy
ingar kenna frá kommunal
politikki. Martin greiddi m.
a. frá, at grundstykkið, sum
bleiv útvegað til Zarepta í
1965 var 10.500 fermetrar.
Kostnaðurin tá í tíðina var
6.500 kr. Kanska ein hin
besta myndin av hvussu
nógv tað føroyska samfe
lagið er broytt hesi 42 árini.
6. oktober 1965 fór arbeiðið
í gongd. Ongar maskinur
vóru tøkur til arbeiðið. So
talan var um eitt stórt tak.
Veturin 196566 byrjaðu
menn at stoypa. Hesin vet
urin var sera baldrutur. Onk
untíð sást á botn í penga
kassanum, men verkætlanin
hóraði kortini undan, og
ongantíð kom steðgur í
arbeiðið. Í februar 1967
blivu leguhúsini innilokað.
Fortíð og framtíð
Umboðini
fyri
Føroya
Landsstýrið
og
Felags
kommununa vesturi í Vág
um: Jógvan á Lakjuni og
Jógvan
Olsen
handaðu
Zarepta tvær stórfingnar
peningagávur.
John
í
Skemmuni takkaði vegna
Zarepta fyri hesar stór
fingnu gávur. Í síni egnu
røðu kom John í Skemmuni
inn á, at tað er ein stór
fjøld, sum heldur Zarepta
koyrandi. Bæði gjøgnum
sjálvboðið arbeiðið, gávur
og bøn. John fortaldi, at
verða heystlegurnar taldar
við, so hava á leið 1.400
børn og ung verið á legu á
Vatnsoyrum, her í 2007.
Roknar ein aðrar legur
uppí, umframt tey, sum
hava verið starvsfólk til
tær ymsu legurnar, so gerst
talan um umleið 4.500
fólk, sum hava verið á
Zarepta, bara í ár. John
nam eisini við framtíðina.
Ætlanin er at byggja eitt
hús
norðanfyri
yngra
bygningin, sum er frá
1977. Hetta triðja leguhúsið
skal nýtast til gentukømur.
Tá tann ætlanin er førd út í
lívið, er ætlanin, at bygn
ingurin frá 1967 skal nýtast
til starvsfólkini. Arbeitt
verður eisini við at bøta
um parkeringsviðurskiftini,
sum ofta eru ein trupuleiki
á Zarepta. John segði, at
tey mintist aftur í tíðina
við takksemi, og at tey sóu
frameftir
við
treysti.
Sjálvur
hevur
John
í
Skemmuni havt ábyrgdina
fyri Zarepta síðani 1988. Í
dag hevur hann ábyrgdina
saman
við
Kirstin
Samuelsen úr Fuglafirði.
Mentamálaráðharrin
aftur á slóðina
Jógvan á Lakjuni helt av
givnum orsøkum eina rættu
liga persónliga røðu. Hann
nam við øll tey góðu minnir
hann hevur frá Zarepta.
Hann bar uppá mál, at í
hansara
familju
hevur
Zarepta havt týdning fyri
fýra ættarlið. Fyri foreldrini
hjá sær. Fyri seg og konuna,
og fyri børnini og barna
børnini. Mentamálaráðharr
in mintist væl tær fyrstu
legurnar, sum vóru við Áir
í 1965. Hann gav áhoyrar
num eina ímynd av hvussu
langt Vágar og Vatnsoyrar
vóru burtur frá heimbygdini,
Fuglafirði í 1965. Men, at
tað var gott, at tey sum
brendu fyri hugsjónini, um
eitt leguhús á Vatnsoyrum
hildu fast, og framdu ætl
anina í verki. Ógvuliga fá
av bygdarfólkum hansara
høvdu verið vesturi í Vág
um, og tíansheldur í Vatns
oyrum í 1960unum. Tá teir
vóru á legu við Áir blivu
teir tíðum vaktir mitt um
náttina, tí tá fóru menn at
opað hval á gomlu hvala
støðini við Áir. Hann mint
ist
gamla
hvalabátin
“Sumba”. Jógvan á Lakjuni
mintist eisini, at legubørnini
gingu skrúðgongu til Hval
víkar har tey svumu. Menta
málaráðharrin bar eisini
uppá mál, um tann stóra
sangskattin børnini, og tey
ungu hava fingið lut í, á
legunum vesturi á Zarepta.
Jógvan á Lakjuni vísti eisini
á týdningin, at tey sum
starvast á Zarepta geva teim
um ungu ein mentunarligan
førning, og læra tey at fara
um føroysku náttúruna.
Heilsa frá løgmanni
Løgmaður, Jóanes Ejdes
gaard hevði ikki tíð og
umstøður at verða vesturi á
Vatnsoyrum
leygardagin.
Kristianna S. Jacobsen frá
Løgmansskrivstovuni
bar
fram heilsu, sum løgmaður
hevði ritað. Í heilsanini
segði løgmaður, at barna og
ungdómsarbeiðið á Zarepta
var eitt tekin um eitt ótroytti
ligt arbeiðið og støðufesti.
Og at arbeiðið hevði stóran
týdning, og átti ikki at verið
undirmett. Løgmaður segði
eisini í heilsanini, at økið á
Vatnsoyrum er sera væl
valt. Løgmaður vísti somu
leiðis á hvussu týdningar
mikið tað er, at børnini og
tey ungu læra um næstra
kærleika og samstarv. Og at
tey menna sítt andaliga og
sosiala tilvit. Fólkini sum
standa aftanfyri Zarepta
eiga eina stóra tøkk uppi
borna, fyri tað verk tey
fremja. Eftir hátíðarløtuna
var farið oman í matarhøll
ini, har fólk kundu fáa eitt
gott ábit. Her nýttu onnur
fólk høvið at bera fram
heilsu til Zarepta. Tað einu
løtuna var rokað við fólki.
Fleiri hundrað fólk nýttu
høvi at vitja Zarepta í sam
band við 40 ára hátíðar
haldið. Klokkan 17 var ein
sangløta
í
møtisalinum,
sum eisini var væl vitjað.
Gamli Handil í Heiðunum
Í Mentanarvikuni verður søluframsýning í Gamla Handli í
Heiðunum, í døgunum 28 okt. – 04. nov. Serliga hugnaligt er
um heyst og jóltíðir í Gamla Handli í Heiðunum. Í ár hava
tær tríggjar prýtt væl um Gamla Handilin, við fjálgum
seyðaskinnum, livandi ljósum og vøkrum prýðislutum. Alsamt
fleiri koyra tálgina, hornini og skinnini burtur. Tí hava Elin
lindenskov, Eva úr Dímun og Eydna Gaard tikið stig til at
samla teirra tilfar saman til eina framsýning. Elin Lindenskov
sýnir fram livandi ljós og sápur gjørdar úr tálg, Eva úr Dímun
vísir garvaði seyðaskinn úr Dímun og Eydna Gaard vísir
smúkkur, lampur og aðrar prýðislutir úr hornum og kleyvum.
40 ár í Vatnsoyrum
Eldra leguhúsið við Merkinum í húnar hátt
Jon í Skemmuni, annar
av leiðarunum á Zarepta,
fær handað gávubræv frá
felagskommununi í Vágum
og Føroya Landsstýri
Nógva varð gjørt burtur úr 40 ára haldinum á Zarepta