mánadagur 22. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 22. oktober 2007
11
tíðindi
Klokkan 01 í nátt
setti BP borin í á
Williamleiðini.
Sostatt er sætta
boringin á føroyska
landsgrunninum
veruleiki
Frálandavinna
Jan Müller
Kári Mikkelsen
So hendi tað endiliga. Sam
takið millum BP, Shell og
Anadarko hevur nú sett
borin í á Williamleiðini,
og harvið er sætti brunnurin
á føroyska landgrunninum
farin í gongd.
Mánanáttina 22. oktober
klokkan 01 setti Transocean
Rather borin í undirgrundina
á Williamleiðini har suðuri
á landgrunninum.
Hetta er eitt sindur seinni
enn upprunaliga ætlað, men
tað ganga altíð nakrir dagar
við at fyrireika, upplýsir
Hjarnar Djurhuss, stjóri á
BP í Føroyum.
Tað stóra arbeiðið er at
fáa akkerini, sum eru átta í
tali, at liggja sum tey
skulu.
– Veðrið hevur darvað
onkrar dagar, men annars
hevur gingið nøkunlunda
eftir ætlan. Nú vóna vit, at
alt fer at ganga væl sigur
føroyski stjórin hjá BP.
Hann hevur saman við
mongum øðrum nú í fleiri
ár bíðað við stórum spenn
ingi eftir hesi løtu. Fyrst
gekk long tíð at fáa flutt
brunnin til eitt nýtt øki á
landgrunninum, og síðani
hevur tað eisini tikið nógva
tíð at bíða eftir boripallinum.
Eina løtu sá tað heldur svart
út og røddir vórðu frammi
um, at boringin fór helst at
verða útsett til næsta ár,
vegna vánaligt veður. Men
tað skuldi kortini vísa seg
at bera til.
Hjarnar Djurhuus vísir á,
at síðani vanlukkuna við
norska veitingarskipinum,
Bourbon
Dolphin,
sum
koppaði í vetur, og fleiri
mans druknaðu, tá akker
skuldu leggjast við ein
brunn á Rose Bankleiðini
á enskum øki, so er olju
feløgini eyka varin í sam
bandi við at leggja bori
pallar.
– Tað hevur tikið eina
góða viku at fáa alt uppá
pláss, og sjálvt um veðrið
hevur tarnað nakað, er týdn
ingarmikið at koma væl frá
byrjan. Tí hava tey umborð
á hesum risastóra boripall
inum ikki tikið nøkur óráð
fyri. Alt er fyrireikað og
samskipað
til
minstu
detalju. Hóast sannlíkið fyri
at gera eitt veruligt oljufund
er kanska ikki meira enn 15
prosent sambart BP stjóran
um Jonathon Trueman í
samrøðu við Rás 2 fríggja
dagin, so er serstakur rómur
og spenningur nettupp rund
an um hesa boriverkætlan
ina.
Tekur 3-4 mánaðir
At tvey av heimsins størstu
oljufeløgum
standa
fyri
henni og tey feløgini, sum
eru mest virkin á Atlants
mótinum við framleiðslum
vestan fyri Hetland, sigur
ikki so lítið. Hetta er so eis
ini aðru ferð at borað verður
gjøgnum basaltið, so við
royndunum frá tí fyrsta bas
altbrunninum,
Brugduni
hjá Statoil í fjør, verður tað
kanska hesaferð møguligt
at avdúka, hvat veruliga
goymir seg undir basaltin
um.
Mett verður, at tað kann
taka upp til 34 mánaðir at
bora brunnin, men gongst
heilt væl, so verður komið
á mál kanska eftir hálvan
triðja mánað. Hetta merki,
at eitt úrslit av boringini
verður kanska tøkt um ta
tíðina, tá føroyingar fara at
velja eitt nýtt løgting, mið
skeiðis í januar mánað
2008.
Sjálvur brunnurin er mett
ur at kosta millum 350 og
400 mió. krónur. BP eigur
50 prosent av boriverk
ætlanini, meðan Shell og
Anadarko eiga 25 prosent
hvør.
– Um brunnurin gevur
lítið og einki, melda vit tað
rímuliga greitt út. Skuldi
nakað verið, so verða vit
eitt sindur meiri afturhaldnir
við kunningini, sigur Hjarn
ar Djurhuus.
Spurdur um hetta merkir,
at jú minni teir siga, jú ljós
ari sær út, sigur stjórin hjá
BP í Føroyum flennandi, at
tað kann mann gott siga.
Ingibjörg heiðurslimur
Seinasta fríggjakvøld var íslendski uttanríkisráðharrin,
Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, boðin at halda røðu í amerikanska
kvinnufelagsskapinum Women’s Foreign Policy Group í
Washington, og í tí sambandi bleiv hon samstundis tilnevnd
heiðurslimur í felagsskapinum. Aftan á røðuna fekk Ingibjörg
Sólrún Gísladóttir nógvar spuerningar, og millum annað vildu
tær amerikonsku kvinnurnar hoyra søguna hjá íslendska
Kvinnulistanum.
Byggiætlan fingið skap
Í síðstu viku vórðu útveggirnir reistir í húsa og íbúðarbyggingini, sum
felagið Sundahús hjá Jóan Peturi Vang er farið undir tætt við skúlan og
dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka. Byggingin umfatar tvíhús og
íbúðir í ymsum støddum. Í mun til upprunaligu ætlanina er byggingin
eitt sindur seinkað, men fyrsta byggistigið verður innilokað fyri jól, og
klárt verður at flyta inn til várs, skrivar Sunda kommuna á heimsíðuni.
Borur settur
í Williambrunn
í nátt
So hevur Transocean Rather
sett borin í á Williamleiðini,
sum er sætti brunnur á
føroyskum øki
Savnsmynd
Skála: Leygarkvøldið end
aði árliga sangskeiðið hjá
Heimamissiónini við eini
stórari konsert í ítróttarhøll
ini á Skála
Alla vikuna høvdu teir
130
sangfuglarnir
vant
fleiri sangir ígjøgnum á
skeiðnum, sum varð hildið
í Leguhúsinum í Nesvík.
Hetta kvøldið var so sjálv
ur endabresturin við stórari
konsert, har eini 800 fólk
lýddu á. Veðrið var ikki tað
besta uttandura, men hetta
forðaði kortini ikki fólki í
at koma til konsertina.
Konsertin
byrjaði
við
barnakórinum, sum hevði
einar 30 sangarar, og endaði
við tí stóra kórinum sum
taldi omanfyri 80 sangfugl
ar.
Áhoyrararnir
tóktust
hugna sær í høllini, og líkt
var til at teimum dámdu
sangirnar so mikið væl, at
kórið varð klappað til eitt
eykalag.
Kórleiðari var danska
Maud Kofod, sum dagliga
stjórnar
gospelkórinum
Vocation, sum hevur heim
stað í Keypmannahavn.
sb.
Stóra felagskórið sang fleiri
sangir og varð enntá klappað
til at syngja eitt eykalag
Mynd: trubodin.fo
800 fólk til konsert
Í 2001 vóru tey í BP
vónbrotin av boriúrslitinum
á føroyska landsgrunninum.
Hesaferð eru útlitini verri, og
tí eru vónirnar ikki tær somu,
sigur stjórin í BP í Føroyum,
Hjarnar Djurhuus
Savnsmynd