mánadagur 22. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Vilja vit veruliga
menning og framgongd
so er ES - heimsins “mest
eksklusivi “felagsskapur
mál okkara
Vilja vit hava molarnir frá
borðið húsbóndans, so er
at velja EFTA.
Tí má sigast, at tíðin er
komin, har vit spyrja okk
um sjálvi, hvørja kós pinku
landið Føroyar við einari
enn sera einstreingjaðari
vinnu við øllum sínum
vakstrarmøguleikum og
48.350 íbúgvum skal til at
taka framyvir.
Skulu vit sum tað ultima
tiva taka stigið til ES lima
skap gjøgnum ríkisfelags
skapin í eini avtalu eftir t.
d. álendskum leisti ella Isle
of Manleisti, har vit strem
ba eftir at hava fullan ræðis
rætt framhaldandi yvir okk
ara fiskatilfeingið og eisini
eini komandi oljuvinnu?
Ella skulu vit framhald
andi royna at hava sokall
aða assosieraða avtalu við
ES, har vit royna at fáa
sum frægast burturúr, men
har vit vita, at tað altíð
verður tað næst ella trið
besta vit fáa burturúr?
Ella skulu vit gera tað,
sum løgmaður tráar eftir,
nevniliga at fáa ein EFTA
limaskap í eini roynd, tann
vegin at fáa atgongd til
sama markna, nevniliga ES
marknaðin, hendan sera
áhugaverda markna, ið er
førur fyri at gjalda fyri
góðsku.
EFTA limaskapur gevur
beinleiðis atgongd til tey
lond (umleið 1516), sum
EFTA hevur fríhandils
avtalur við.
Vit kunnu sum er tó ikki
gagnnýta EBS samstarvið,
og tá er líkasum glansurin
farin av einum slíkum
limaskapi.
Heimsins mest eksklus
ivi klubbi við 27 limalond
um og 81 øðrum londum í
sonevndu “Eurospheruni”
harav uml. 43 lond, flest í
Afrika er fevnd av Lomé
avtaluni.
Tey 27 limalondini hava
eitt íbúgvaratal uppá uml.
500 milliónir fólk, og tey
lond/og sjóøkir, sum hava
mark uppat hesum lima
londum, telja 81 lond við
uml. 385 milliónir
íbúgvum
Lond, sum liggja rundan
um hesi 109 londini, telja
tilsamans 900 miló. íbúgvar
og eru flest øll tengd at ES
sum teirra størsta samstarvs
partnara, tað verið seg við
vørum, tænastum, kredit
veitingum, íløgum, menn
ingarhjálp, neyðhjálp, o.ø.
Hesar umleið 2 milliardir
menniskju – 1/3 av heims
ins íbúgvum, liva í sonevn
du ”Eurospheruni” og
verða dagliga ávirkað av
ES, sum stig fyri stig trans
formerar tey við at veg
leiða, hjálpa, gera verk
ætlanir og leiðbeinir tey til
at gera skipanir og ætlanir
eftir evropeiskum leisti.
Tey verða við ørðum orð
um lærd at virka eftir” the
European way of doing
things”.
Tey 4 frælsini
Í ES samveldinum koma
vørur, tænastur, fólk og
kapitalur at flyta ótarnað
tvørturum landamørk uttan
nakrar forðingar fyri
limalondini.
Rætt til lesnað, arbeiði
og sosialar og aðrar tænast
ur, hava øll somuleiðis hjá
hvørjum øðrum. Tað verð
ur eisini givin bæði hollur
fíggjarligur stuðul og ráð
geving til átøk /verkætlan
ir/granskingarætlanir o.a.
sum verða mett at hava
vinnuframa og menning
við sær, og sum eru um
hvørvisvinarlig, eins og
mentan, list, gransking o.a.
verður høgt raðfest.
Alsamt broytandi heimur
Fortreytirnar í samvinnu
okkara við útheimin broyt
ast støðugt og tær stóru
búskaparligu og handils
politisku broytingarnar í
londunum rundanum
okkum seta føroyskum
vinnulívi nýggjar og størri
avbjóðingar, og tað eru
hesar, vit støðugt mugu
fyrihalda okkum realistiskt
til. Altjóðagerðin ávirkar
okkum hvønn dag og
krevur, at vit eru við og
fylgja við, um vit ikki vilja
verða eftirbátur.
Fjarstøðan millum rík og
fátøk
Altjóðagerðin kann eisini
økja um munin millum tey
ríku og tey fátæku londini,
alt eftir um londini eru før
fyri at umseta møguleikar
nar sum liggja í altjóða
gerðini. Her spælir góð
samfelagsstýring og at
gongd til tøkni og markn
aðir ein avgerandi leiklut.
Ótryggleikin
Altjóðagerðin førir eisini
stórar og skiftandi broyting
ar við sær. Hetta skapar eitt
trýst á øll heimsins lond at
tillaga seg. Ein dagligdagur
í áhaldandi broyting hevur
við sær óvissu hjá mong
um menniskjum serliga
teimum sum ikki hava
útbúgving.
Tillaging altumráðandi
Altjóðagerðin og fyrimun
irnir við henni verða heyst
að av teimum menniskjum
og virkjum, sum duga at
gagnnýta møguleikarnir í
altjóðagerðini. Vansarnir
raka tey, sum ikki kunna –
ella ikki vilja tillaga seg til
áhaldandi krøvini um neyð
ugar broytingar. Málkunn
leiki og atgongdin til kunn
ingartøkni er í hesum sam
bandi av stórum týdningi.
Dialogur og samráðingar
eru vegurin framm
Dialogur og samráðingar
eru vegurin fram fyri at fáa
eina góða avtalu við ES,
men vit mugu heldur ikki
verða so bláoygd at halda,
at vit kunnu lata eyguni
aftur fyri umheiminum og
liva, sum um verðin stend
ur í stað,og onki gera við
okkara støðu, tí eitt er púra
greitt – skulu vit gera
okum nakra vón um at
virka saman við ES í kapp
ing við Noreg og Ísland,
sum ídag hava væl betri
avtalur enn vit umvegis
EFTA/EBS, so mugu vit
takað annað skinn um bak
og tað skjótt.
“Tað gongur nokk”
lyndið má burturbeinast
Vit eru heimsmeistarar í
„tað gongur nokk“ hugburð
inum, og er hetta ein trupul
leiki, tí vit eru harvið altíð
ov sein á sjóvarfallinum og
ikki før fyri at byggja upp
fyri trupulleikunum fyri
framman, og harvið skjótt
fyribyrgja trupulleikum,
heldur enn við eldsløkking
av ymiskum slag, hvørja
ferð at royna at bjarga tí í
bjargast kann.
Hesin slingur í valsinum
og eisini politiski veikleiki
er ein trupulleiki fyri okk
um og má broytast, um vit
ætla okkum á vinnara
breytina í alheimsgerðini.
EFTA limaskapur - Er
tað nakað fyri okkum?
Hvat fær okkum at halda,
at limaskapur í EFTA, har
vit fyri skjótt 40 árum
síðani vóru limir gjøgnum
Danmark, nú skal verða
tann besta loysnin fyri
menning og vøkstri í
Føroyum? Er tað ikki í so
bláoygt at hugsa, at hesin
leistur skal vera ein fram
tíðarleistur fyri menning av
føroyskum vinnulívið og
marknaðaratgongd?
Sjálvt um tað skuldi víst
seg, at vit kundu fingið
undantak og blivið full
gildugur limur, hóast vit
ikki eru sjálvstøðug tjóð,
og sjálvt um tað ikki var
neyðugt at yvirtaka tey 13
málsøkini afturat, fyri at
gerast limur, so meti eg
framvegis ikki, at hetta
hevði verið nøkur loysn
fyri okkum.
Noreg og Ísland - EBS
avtalu við ES
Noreg og Íslands hava t.d.
við teirra EBSavtalu
(Evropeiska Búskaparliga
Samstarvið) fingið nógv
tættari samvinnu við ES á
nógvum týðandi økjum, og
væntast kann, at báðir hesir
grannar okkara verða limir
í ES innan heilt fá ár –
ivaleyst innan 23 ár frá nú
av. Vit hoyrdu fyri kortum,
at Noreg nú umhugsar at
lata vinnulívið í ES fáa
loyvi at eiga upp til 49 %
av kapitalinum í fiskiskip
um, hetta fyri m.a. fram
haldandi at hava góð viður
skifti við ES – tó uttan at
verða limir.
Hví er EFTA ikki
loysnin?
Hóast EFTA er ein góður
felagsskapur fyri limalond
ini, so er tað ein sannroynd,
at so skjótt sum antin
Noreg ella Ísland velja at
gerast limir í ES, so er
hesin felagsskapur ampu
teraður. Tað kann aldrin
verða málið hjá okkum at
verða partur av einum
slíkum felagsskapi við
óvissari framtíð. Vit eiga
als ikki at brúka orku uppá
hetta. Okkara mál eigur at
verða at koma framum
bæði Noreg og Ísland í
marknaðarhøpið, og tað
gera vit einans við antin
eini góðari marknaðar
avtalu við ES, ella við at
innlima okkum í ES felags
skapin saman við Dan
mark, ella sum fullveldi,
um tað er tað, Føroya fólk
vil. Alt annað uttanumtos
er eftir míni metan at
stinga fólki blár í eyguni
og fyrigykla fólki loysnir,
sum eru sum at pissað í
buksurnar – tað hitar eina
løtu, men so kemur loysnin
aftur um brekkur, og
buksurnar mugu skiftast.
T.d. hava londini í Mið
og Eysturevropa, inntil tey
gerast limir, gjørt sam
vinnuavtalur, sum bera í
sær, at tey koma nærri ES,
bæði búskaparliga og polit
iskt. Hesar avtalur eru sum
oftast eitt stig fram á vegn
um móti innliman í ES.
Optimala marknaðarat
gongdin í framtíðini alt
avgerandi fyri vinnulív
okkara
Tað at vænta sær gagn
ligastu marknaðaratgongd
til ES, uttan at hetta ber í
sær grundleggjandi broyt
ingar í viðurskiftum okkara
við ES, er at stinga fólkið
blár í eyguni.
Ein frí marknaðartil
gongd, har ongar tollog
ella tekniskar forðingar
eru, er neyðug fyri kapp
ingarføri okkara á ES
marknaðinum. Tað er
neyðugt at gera sær greitt,
at skal gagnligasta markn
aðartilgongdin gerast veru
leiki, er neyðugt við ørðum
samstarvshátti, sum er
víðfevndari enn galdandi
handilsavtala.
Við vunnum rættindum
mugu vit eisini átakað
okkum skyldur.
Hjá einum samfelag, har
størsti parturin av fram
leiðsluni verður útfluttur,
er sera umráðandi, at
samvinnan fevnur um
annað enn marknaðar
sømdir í keyparalondunum.
Kappingarføri snýr seg
eisini um, hvussu vit eru
við í øðrum altjóða sam
starvi, eitt nú um arbeiðs
marknað, tænastur, sam
skifti, útbúgving, gransk
ing, heilsufrøðilig viður
skifti, útbúgving o.s.fr.
Hetta hevur eisini alstóran
týdning fyri teir karmar,
vinnulívið virkar innanfyri.
ES er loysnin
ES limaskapurin hevur
allar fyrimunirnir í mun til
EFTA limaskapin.
ES er ikki ein felagsskap
ur, har tað er Alfa ella
Omega, um eitt ella tvey
limalond detta burturúr,
eins og støðan er við
EFTA, men er ein dynam
iskur felagsskapur í
støðugari menning og
størri og størri ávirkan á
heimin kring okkum.
Føroyskir politikarar
eiga at viðgera hendan
spurning í størsta álvara í
einari komandi samgongu
og royna at finnað eina
loysn har vit verða limir
ongantí ov skjótt.
Gjøgnum ríkisfelags
skapin eru dyrnar til
alheimin víðopnar, so hví
ikki tosa við danir um,
hvussu vit finna bestu
loysnina fyri okkum?
Fullveldismennirnir í
Fólkaflokkinum og Javn
aðarflokkinum, kunnu
sjálvandi áhaldandi seta
seg uppá bakbeinini og
áhaldandi í komandi
mongu árini tosa fullveldið
og síðan ES limaskap.
Ásannast má, at tá verð
ur ikki hugsað um, hvat er
best fyri Føroyar og føroy
ingar sum heild.
So kunnu vit gloyma alt
um at náa á mál við visjón
2015, tí hana náa vit ikki
uttan tætt samstarv við ES.
Lat okkum velja at verða
á vinnaraliðnum á ES
liðnum. EFTA liðið hevur
longu tapt dystin.
Globaliseringin, Føroyar, EFTA mótvegis ES
løgtingsmaður
Johan Dahl
Vit hoyrdu í útvarpinum
síðsta hósdag um kvinnu,
ið hevði keypt eina vaski
maskinu. Vaskimaskinan
gjørdist í ólagi eftir hálv
um øðrum ári, og hóast
seljarin hevði lovað tvey
árs garanti, leyp hann frá
lyftinum, tá ið á stóð.
Hetta er ikki nakað ein
dømi, har keypari er komin
í rasshaft av onkrari vána
ligari vøru, sum seljarin
ikki vil kennast við.
Nógvir brúkarar munnu
eisini kenna støðuna aftur,
tá seljari tekur sær rætt til
at umvæla eina vøru bæði
tríggjar og fýra ferðir, og
uttan at lata nakað sum
helst ístaðin.
Hóast tað er púrasta
greitt, at brúkarin í hesum
førum hevur allan rættin á
sínari síðu, er mann prís
givin náði seljarans. Fær
mann ikki rætt tá mann
hevur rætt, er einki annað
at gera enn at fara í rættin,
og tá verður skjótt, at
kostnaðurin á vøruni gert
lítil í mun til tann ovur
honds stóru sakarmáls
kostnaðin.
Her er eyðsæð, at tey fáu
rættindi, ið ein brúkari
hevur í Føroyum í dag,
missa nógv virði undir
verandi umstøðum. Okkurt
meira má til.
Rundan um okkum, tað
verði seg í Grønlandi,
Íslandi, Hetlandi ella í
onkrum av teimum størru
grannalondunum, hava tey
kærunevndir, ið eru settar
at avgreiða tvístøður
millum keypara og seljara.
Hyggja vit burtur frá Rock
All og Jan Mayen, eru
Føroyar einasta stað her
um leiðir, ið ikki hevur
tílíka skipan.
Høvdu vit eina slíka
kærunevnd, kundi ein
brúkari, ið heldur seg hava
verið fyri órøttum, kært
málið, og fingið tað
avgreitt skjótt og bindandi,
og í tráð við galdandi lóg.
Hetta hevði aftur ført við
sær, at brúkarin hevði
kunna kent seg tryggan og
fullvísan um, at tey fáu
rættindi, ið hann hóast alt
hevur, ikki verða skúgvað
til viks.
Tað má eisini vera ein
fyrimunur fyri teir handlar,
ið gera sítt arbeiði til lítar,
at aðrir ikki sleppa at
tíggja sær sum teimum
lystir.
Eitt er at hava rætt - eitt annað er at fáa rætt
Petur í GonG