Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 22. oktober 2007 13 viðmerkingar Ung lesandi undir 18 ár eiga at fáa lestrarstuðul fyri at avmarka frítíðar­ arbeiði og harvið geva næmingunum ein møgu­ leika og val til at raðfesta skúlan sum tað hægsta Týdningarmesta tilfeingið er eitt vælútbúgvið fólk – soleiðis ljóðar yvirskriftin hjá visiónsbólkinum, ið hevði útbúgving um hendi, og hetta kann eg bara taka fult undir við. Grundarlagið undir okk­ ara samfelag í dag er vitan ella know how. Tað er vitan­ in, ið verður avgerandi fyri, hvussu vit koma at standa okkum millum heim­ sins tjóðir, og tískil má ­ og skal ein dygdargóð útbúgvingarskipan vera aðalmálið í okkara samfel­ ag. Kollveltandi samfelags­ ligar broytingar eru hendar hesi seinastu 10­15 árini, ið stilla størri og øðrvísi krøv til okkara ungdóm. Ì einum áramáli uppá 40 ár hava vit flutt okkum frá einum ídnaðarsamfelag til eitt KTsamfelag yvir í eitt vitanarsamfelag, sum vit hava í dag Vitanarsamfelagið stillar krøv til okkara útbúgvingar­ skipan, ikki bara tað fak­ liga og tøkniliga innihald­ ið, og eina frálæru, ið kann tryggja hesi tingini­ Tað stillar eisini krøv til tann einstaka næmingin og hans­ ara leiklut í skúlanum sum heild – tað stillar krøv um ábyrgd fyri egnari læru. Hesi seinastu árini eru viðurskifti uttanfyri skúlan farin at fylla alsamt meira, her hugsi eg um frítíðar­ ítrív og arbeiði eftir skúla­ tíð, sum alsamt hava otað seg meira og meira inn um skúlans gátt. Næmingar ditta sær við hvørt at leypa tann síðsta tíman um, tí tey skulu taka eina vakt á eitt nú Statoil ella í onkrum handli. Tað, sum fyrr varð kallað fyri frítíðararbeiði, er við at gerast til fulltíðararbeiði. Ongin vil standa aftan­ fyri nakran annan, og tí ræður um at ogna sær fínar fartelefonir, farteldir, ipods og nýmótans klæðir, og sjálvsagt skal tað eisini vera peningur til yvirs til tey sosialu tiltøkini, næm­ ingarnir annars taka lut í í skúlanum og í vikuskiftu­ num annars. Tað eru langt frá øll foreldur, ið hava ráð til hesi materialistisku tingini, sum ein vanligur skúlanæm­ ingur ynskir at ogna sær í dag. Tískil mugu næming­ arnir taka eyka arbeiði uppá seg og ofta meira, enn gott er. Um ein næm­ ingur velur arbeiði frá og harvið ikki megnar at fylgja “tí nýggjasta móta­ num” kann happing verða ein avleiðing ­ og tað er ikki nøkur gongd leið. Umframt arbeiði hava nógvir næmingar eisini frí­ tíðarítriv, hondbolt, fótbólt, fimleik, svimjing o.a. Vit kunnu seta rokni­ stykkið upp fyri ein vanlig­ an miðnámsskúlanæming: 35 tímar í skúlanum, 12 tímar til arbeiði, 8 tímar til frítíðarítriv = íalt ein arb­ eiðsvika uppá 55t. Her havi eg ikki tikið tímatalið til heimaarbeiðið við, men vit kunnu hugsa okkum, at orkan ikki er tann stóra til skúlaarbeiðið, tá ið alt annað fyllir so nógv. Thomas Ziehe At frítíðararbeiði og frítíð­ arítriv alsamt fáa størri leik­ lut, so hevur hetta eisini námsfrøðiligar avleiðingar, tí skúlin verður mátaður eftir frítíðarvanum næming­ anna. Tað vil siga, at um skúlin ikki tekur beinleiðis støði í hesi gerandismentan hjá næmingunum, gerst hann óáhugaverdur – og tað er óheppið. Hetta ávarar millum annað kendi námsfrøðing­ urin Thomas Ziehe um. Hann metir, at gerandis­ mentan næminganna í alt ov stóran mun setir dags­ skránna í skúlanum. Kann lærarin ikki geva eina und­ irvísing, ið onkursvegna sipar til hesa nútímans gerandismentan, er vandi fyri, at næmingurin ikki gerst áhugaður í lærugrein­ ini ella í ringasta falli metir hana vera ótíðarhóskandi. Tá ið Thomas Ziehe tosar um gerandismentan, mein­ ar hann við tað, sum næm­ ingarnir hava áhuga fyri í tí dagliga uttan fyri skúlan. Tó skal eg leggja aftrat, at tað er sunt, at næmingar hava ítriv uttan fyri skúl­ an, tí tað heldur teimum í gongd, og ofta er tað so, at hevur tú nokk at gera, so fært tú eisini meira frá hondini, tú gerst betur til at raðfesta tína tíð, netupp tí hon er avmarkað. Men eg fari at ávara ímóti, at arbeiði og ítriv ikki taka yvirhond, tí tá hava vit mist grundarlagið í okkara skúlaskipan á gólvið. Fígging Ung lesandi undir 18 ár eiga at fáa lestrarstuðul fyri at avmarka frítíðar­ arbeiði og harvið geva næmingunum ein møgu­ leika og val til at raðfesta skúlan sum tað hægsta. I løtuni ganga 706 næmingar undir 18 ár í miðnáms­ skúla. Um hesir 706 næm­ ingar fingu ein lestrarstuð­ ul uppá 1200 kr. í 11 mán­ aðir hevði tað kostað land­ inum 9,9 mio krónur. Ein møguleiki fyri at fíggja hesa íløgu kundi verið at avtikið barnafrádráttin fyri tey 16 og 17 ára gomlu. Umframt at geva næming­ unum størri sjálvsræði og størri peninganøgd netto, hevði tað eisini givið lands­ kassanum eitt yvirskot uppá 14 mio kr, og tá er bæði barnafrádrátturin hjá kommununum og landi­ num íroknaður. Avlopið kann t.d. nýtast til ein hægri barnafrádrátt til tey smærru børnini. Sum støðan er í dag fara nógvir næmingar úr 9. og 10. flokki út á arbeiðsmark­ naðin istaðin fyri at taka sær eina miðnámsskúla­ útbúgving. Ein orsøk kann vera tað fíggjarliga, tí tey ikki hava ráð at taka eina útbúgving her og nú. Um vit skulu røkka málinum um, at øll ung í Føroyum skulu hava eina miðnáms­ skúlaútbúgving, er tað ikki nøkur gongd leið at fara úr skúlaskipanini eftir loknan fólkaskúla, tí vandi er fyri, at nøkur ongantíð koma inn í hana aftur. Harafturat skal eisini sigast, at eg haldi tað vera óvirðiligt, at næmingar ið taka somu útbúgving, ikki hava somu fíggjarligu um­ støður. Ein 1. árs studentur fær ongan pening, men ein 2. og 3. næmingur fær ­ hetta gevur onga meining. Eg kann nevna, at visións­ bólkurin fyri útbúgving eisini mælir til, at øll hava rætt til útbúgvingarstuðul eftir 10. flokk. Eg haldi tað vera neyð­ ugt at geva okkara næming­ um størri sjálvsræði og møguleika fyri at kunna raðfesta skúlan hægri. Vit eiga og skula gera íløgur í okkara ungdóm. Lestrarstuðul til lesandi undir 18 AnnikA Olsen Kanningin av rúsdrekka­ nýtsluni hjá føroyingum, sum Fyribyrgingarráðið og deildin fyri arbeiði­ og almannaheilsu hava gjørt, vísir á ymisk áhugaverd viðurskifti. Tað er at fegnast um, at talið av teimum, sum nýta rúsdrekka, er minkað í mun til kanningina, sum var gjørd fyri 16 árum síðan. Tá søgdu 13% av monnunum og 28% av kvinnunum seg als ikki drekka rúsdrekka. Hesi tølini í tí nýggjastu kanningini eru ávíkavist 16% og 31%. Blái Krossur fegnast um gongdina. Tann stóri spurningurin, sum kanningin ikki svarar, er, hví hetta er so? Vit kunnu gera okkum ymiskar hugsanir um hetta; ein kann vera, at fyribyrgingar­ arbeiðið, sum er gjørt frá ymiskum síðum í okkara landi, hevur havt jalig árin. Á sølutølunum hjá Rúsuni, síggja vit, at hugburðurin til nýtslu, er broyttur, soleiðis, at alsamt meir vín verður drukkið og minni av brennivíni. Møguliga er tað eisini ein hugburðsbroyt­ ing, sum er orsøkin til. at fleiri ikki nýta rúsdrekka – at tað er eitt tilvitað frával, tí fyrimunirnir við at velja rúsdrekka frá, eru fleiri enn fyrimunirnir við at nýta rúsdrekka! Baksíðan av medaljuni Miðalnýtslan í Føroyum, í litrum, hevur í sama tíðarskeiði verið vaksandi. Síðan 2003 hevur nýtslan tó verið rímiliga støðug, uml. 61 litrar fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár. Tøl frá Rúsuni vísa, at nýtslan í litrum av rúsdrekka, var 49,3 litrar í 1993 og kom í hæddina í 2003, tá nýtslan var 62,8 litrar fyri hvønn íbúgva – ein vøkstur uppá 27%. At nýtslan í litrum er økt, samstundis, sum talið av teimum, sum ikki drekka rúsdrekka, er vaks­ ið, má merkja, at tey, sum so nýta rúsdrekka, nýta meir av tí – í litrum – enn tey gjørdu frammanundan. Størri orsøk hevði verið at fegnast, um tølini fyri nýtslu vóru fallandi! Verður hinvegin hugt eftir hagtølunum fyri nýtsluna í reinum alkoholi, er nýtslan fyrst økt fram til 2002, men er síðan minkað og var i 2005 6,6 litrar, og má hetta roknast sum positivt tá tosað verður um fólkaheilsuna. Havast skal í huga, at tey hagtøl, vit nýta yvir rús­ drekkanýtsluna í Føroyum, eru bert fyri rúsdrekka, sum verður selt í Rúsuni og frá bryggjaríunum – og er tí ikki allur sannleikin. Eitt nú ferðast føroyingar munandi meir í dag, enn fyri 16 árum síðan, og tað munnu ikki vera so fáir litrar av rúsdrekka, sum koma inn í landið á henda hátt, og tí ikki verða skrá­ settir í nýtsluni. Rús­ drekka, selt ella skonkt ókeypis umborð á Norrønu og flogførinum hjá Atlantic Airways, eru t.d. ikki við í uppgerðini. Nevnast kann, at í Svøríki verður roknað við, at einans 52% av nýtsluni av rúsdrekka, er tað, sum verður selt í einkarsøluni, meðan 48% stava frá lógligum og ólóg­ ligum innflutningi. Skal ein samanbering gerast fyri Føroyar, man tað ikki verða eitt gott boð, at sølan í Føroyum er 75% av nýtsl­ uni og 25% eru aðrastaðni frá? So tá samanberingar verða gjørdar, eitt nú av Hagstovuni, av rúsdrekka­ søluni í Norðurlondum, so er vert at leggja til merkis, munin millum sølu og nýtslu av rúsdrekka. Javnstøða ella ikki Tað er at fegnast um, at á hesum øki, er eingin javn­ støða. Enn eru tað mennin­ ir, sum hava fyrsta plássið, og her er einki hjá kvinn­ unum at stremba eftir. Hetta mynstrið er eisini týðiligt, tá tað kemur til tey, sum hava trupulleikar av rúsdrekka, og fara í við­ gerð. Royndirnar hjá Blá­ krossheiminum eru, at uml. 15% av teimum sum koma í viðgerð, eru kvinn­ ur. Eftir kanningini at døma, er hetta eisini ein natúrlig gongd, tá uml. 50% av kvinnunum siga seg ongantíð ella næstan ongantíð nýta rúsdrekka, meðan talið fyri menninar bert er um 30%. Munir á økjum Kanningin vísir, at har postnummarið byrjar við 6, er lægsta miðalnýtslan. Hetta er áhugavert. Verður hugt eftir, hvar hetta er, síggja vit bygdir sum: Saltangará, Runavík, Glyvrar, Toftir, Rituvík og Søldarfjørður: Frá einum Blákross sjónarmiði, er tað áhugavert, at tað er júst í hesum økjum, at Blái Krossur stendur sterkast, tá talan er um limir – tað kann verða orsøkin til at miðalnýtslan er lægst her. Hinvegin hevur Vágoyggin tað keðiliga eyðkennið, at miðalnýtslan av rúsdrekka har, er hægst. Granskingardepilin fyri økismenning gjørdi eina kanning fyri Bláa Kross í 2004 um nýtsluna av m.a. øðrum rúsdrekka millum næmingar í 7. og 9. flokk­ um í Klaksvík, Vágum og Runavík. Áhugavert er at síggja, at tølini á hesi kanning, vísa sama mynst­ ur. Royndirnar við rús­ drekka vóru munandi størri hjá ungum í Vágum (byrja við postnr. 3) enn millun ung í Runavíkar kommunu (byrja við postnr. 6)! Svarini í kanningini hjá Fyribyrgingarráðnum vísir, at tey, sum nýta rúsdrekka, drekka 3,0 ”lítlar” í miðal pr. viku. Har postnumm­ arið byrjar við 3, er miðal­ talið 3,9, og har tað byrjar við 6, er miðalnýtslan 1,3 ”lítlar” í miðal. Ung og tilkomin Kanningin hjá Bláa Krossi var gjørd millum ung. Kann­ ingin hjá Fyribyrging­ arráðnum er gjørd millum vaksin – omanfyri 25 ár. Tá mynstið vísir seg at vera tað sama, tá talan er um nýtslu, kann tað verða eitt prógv um, at tann ungi lærir av teimum eldru. Har tey tilkomnu nýta rúsdrekka, tað veri seg í veitsluhøpi ella til dagligt, so fara tey ungu at gera tað sama. Danska Sundhedsstyr­ elsen ávarar m.a. í móti, at børn síggja síni foreldur nýta rúsdrekka og nýtir rámandi útsøgnina ”Dine alkoholvaner smitter”. www.rusan.fo www.altomalkohol.dk Kanningin um rúsdrekkanýtslu føroyinga aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya HjAlmAr HAnsen