mánadagur 22. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Leygardagin var
Hovstunnilin tikin
í brúk og dagurin
kundi ikki verið betri
valdur
Hovstunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tann, koyrdi eftir fjøllunum
í Suðuroy leygardagin slapp
at merkja á egnum kroppi,
hvussu neyðugt tað var at
gera tunnil ímillum Øravík
og Hov.
Tað var niðurstøðan hjá
nógvum, nú illa saknaði
Hovstunnilin varð tikin í
nýtslu seinnapartin leygar
dagin.
Sipað varð til, at á tí krók
uta og smala vegnum um
Hovsegg, var bæði kavsvart
í mjørka, regn og avbera
vánaligt sýnið leygardagin,
so
bilarnir
á
gomlu
høvuðsferðsluæðrini ímill
um syðru og norðaru helvt í
Suðuroy, mátti ganga við
sniglaferð.
Tað var Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu
málum, sum fekk heiðurin
at skera snórin og taka tunn
ilin alment í nýtslu, men
tann, sum var fyrstur at
koyra ígjøgnum hann, var
85 ára gamli, Poul Midjord
í Hovi, sum hevði Løgmann
við sína lið í bilinum.
Og hetta hevur uttan iva
verið ein heilt serlig kensla
hjá honum, tí fyri 49 árum
síðani var hann eisini tann
fyrsti at koyra eftir vegnum
um Hovsegg, sum tá var
nýgjørdur og sum tá eisini
var eitt veldugt frambrot tá
á døgum.
Men at tunnilin eisini er
kærkomin, skilst eisini, tá
ið Bjarni Djurholm upplýsti,
at Hovsvegurin er tað vega
strekkið í landinum, har tað
eru hend eina flest ferðslu
óhapp eftir bilatalinum,
sum koyra eftir vegnum.
Men sum borgarstjórin í
Hovi, Delmar Tausen segði,
at hóast nógv ferðsluóhapp
á Hovsvegnum hava verið
ógvuslig, har bilar mangan
eru bóltaðir runt upp til
fleiri ferðir í brattlendinum,
hevur ongin latið lív í nøkr
um av tilburðunum.
Vónandi kunnu vit eis
ini um 50 ár líta aftur um
bak og siga, at her hevur
ongin latið lív í ferðsluni í
nýggja Hovsvegnum og í
tunlinum.
Hetta segði hann í sam
bandi við, at summi fólk
vísti á, at nýggi Hovsvegurin
er so snøggur, slættur og
breiður, at tað kann verða
freistandi at trýsta á spid
aran.
Snøggasti tunnil
í landinum
Tað vóru eisini fleiri sum
høvdu á munni, at hetta var
snøggasti tunnilin í landin
um.
Og at talan er um vala
verk, gekk sjón fyri søgn
fyri hjá teimum mongu,
sum
koyrdu,
súkklaðu,
runnu ella gingu ígjøgnum
hann í dag.
Hann er allur klæddur
innan við styrktum betongi
at forða fyri at steinar dettá
á vegin og hann er serliga
víður og sostatt góður hjá
stórum bilum at koyra ígjøg
num.
Men tunnilin er eisini ser
ligur við tað, at hann er
tann fyrsti í landinum, har
tað ber til at hoyra allar
tríggjar
útvarpsrásirnar,
Rás 2, Útvarpið, og Lind
ina.
Tað er ikki bara gjørt fyri
at gera koyritúrin hugnalig
ari, men eisini fyri trygdina,
tí í neyðstøðu, kann politiið
fáa boð til bilførarar ígjøg
num eina av rásunum.
So hyggjuráðini hjá teim
um, sum koyra ígjøgnum
tunnilin, er altíð at lurta
eftir einari av rásunum.
Annars eru neyðtelefonir
og ljós í tunlinum.
Tá ið tunnilin varð tikin í
nýtslu, var alment hátíðar
hald í gistingarhúsinum í
Øravík, har hundraðtals suð
uroyingar vóru komnir sam
an at fáa sær ein kaffimunn,
kransakaku og frukt og at
lurta eftir røðum frá Bjarna
Djurholm, landsstýrismanni
í
vinnumálum,
Delmari
Tausen, borgarstjóra í Hovi
og tingmonnunum fyri Suð
uroy, Hendrik Old, Hergeir
Nielsen og Johan Dahl.
Teir fegnaðist allir um at
tunnilin varð komin og teir
vónaðu, at tunnilin elvdi til,
at Hovstunnilin fer at gera
farleiðina ímillum syðru og
norðaru helvt so góða og
skjóta, at tað fer at binda
oynna meiri saman og fer at
elva til meiri samstarv í
oynni.
Sum onkur førdi fram, í
hugaheiminum á mongum,
hevur Hovsegg staðið mest
sum sum eitt sálarligt mark
ímillum syðru og norðaru
helvt í Suðuroy.
Leygarkvøldið helt tunn
ilshátíðarhaldið fram á Tvør
oyri, har handlarnir høvdu
tilboð og tiltøk, har konsert
var í pubbini hjá Thomsen
og tunnilsdansur var í
Klubbanum og tað var nógv
fólk í býnum.
Hovstunnilin er 2.435
metrar langur og er 10
metrar breiður og hevur
kostað 150 milliónir at
gera.
Snøggasti
tunnil
í landinum
tikin í brúk
Andstøðan skal biðja
um umbering
Í Grønlandi krevur tingbólkurin hjá Atassut, at
andstøðan skal biðja Landstingið og landsstýrismannin
í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, um umbering. Í
síðstu viku legði andstøðan fram uppskot um misálit á
landsstýrismannin, tí hon vildi vera við, at hann hevði
sagt ósatt í Landstinginum. Uppskotið fall. Atassut
sigur, at andstøðan visti, at uppskotið fór at fella, og tí
eigur hon at biðja um umbering fyri at hava misbrúkt
tíðina hjá Landstinginum.
Úr Spania til Grønlands
Grønlendska ferða og vinnuráðið og ferðaskrivstovan Arctic
Adventure hava júst verið við á ferðavinnuframsýningum í
Madrid og Barcelona, og tey vænta sær nógv burturúr.
Altsamt fleiri sponsk ferðafólk leita sær til Grønlands, og
talið er fleirfaldað tey seinastu árini. Niels Feerup hjá ferða
og vinnuráðnum sigur við KNR, at um nøkur heilt fá ár
verða tey sponsku ferðafólkini í Grønlandi líka mong í tali
sum bretar og týskarar.
Heilt nógv fólk var samankomið í tunlinum, tá ið hann varð tikin alment í nýtslu
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fekk heiðurin at skera bandið við einum
snotiliga prýddum grindaknívi og taka Hovstunnilin alment í nýtslu. Tað er Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki, sum heldur bandinum