mánadagur 22. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 204 - 22. oktober 2007
Kann Hovstunnilin
økja um samanhaldið
í Suðuroy, hava vit
vunnið nógv meira
enn bara tað, at vit
sleppa frá at koyra
um Hovsegg, segði
løgmaður, tá ið
Hovstunnilin varð
tikin í brúk
Hovstunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er ein dýr íløga.
Men eg haldi, at hon var tað
vert.
Tað var niðurstøðan hjá
Jóanesi Eidesgaard, løg-
manni, tá ið hann Hovstunn-
ilin varð tikin í brúk leygar-
dagin.
Hann segði, at tunnilin
suðuroyingum sera væl unt-
ir og sera kærkomin og
hann vónaði, at hann fer at
føra framburð og styrki við
sær til alla oynna.
Men fyrst og fremst vón-
aði hann, at vit við hesum
bergholinum fara síggja
oynna sum eina heild,
nakað sum bindur saman
og gevur kenslu av samein-
ing, so at minni pláss verður
fyri sundurlyndi og meira
pláss fyri samanhaldi.
- Tá hava vit vunnið so
ótrúliga nógv meira enn tað
at sleppa undan at koyra
um
Hovsegg,
segði
løgmaður.
Fólkaræðið víst
sína styrki
At gera tunnil ímillum Øra-
vík og Hov er gamalt hug-
skot, tí tað var frammi
longu í fimtiárunum, men
tá varð ætlanin slept og veg-
urin um Hovsegg gjørdur
ístaðin.
Hann helt at Hovstunnilin
eitt dømi um, har fólkaræðið
hevur víst sína veruligu
styrki.
- Tað sama kundi sigast,
tá ið nýggi Smyril varð
bygdur, tí í báðum førum
var útspælið frá myndug-
leikunum eitt annað enn
endaliga loysnin.
- Smyril gjørdist munandi
størri, tí fólkið á staðnum
helt tað vera betri. Og hetta
hevur síðan víst seg at vera
rætta loysnin. Bergholið
millum Øravík og Hov ligg-
ur ikki har, sum myndug-
leikin ætlaði, men har, fólk-
ið á staðnum vildi hava og
hetta hevur víst seg at vera
rætta loysnin.
- Hetta eru tvey talandi
dømi um, at fólkaræðið í
Føroyum virkar, tá politik-
arar taka skilagóð fólkslig
krøv til eftirtektar, segði
Jóannes Eidesgaard.
Hann vísti eisini á, at
Hovstunnilin er í samsvari
við null-hugsjónina í ferðsl-
uni.
Men hetta er eisini ein
íløga, sum er fult í samsvari
við Framsjón 2015, har betr-
aðir og tryggari samferðslu-
møguleikar eru avgjørdar
fyritreytir fyri einum meira
samanrunnum Føroyum.
Tunnil til Suðuroyar
Men Løgmaður hugi eisini
longur fram enn til 2015.
- Eg kann ikki lata vera
við at hugleiða um komandi
Suðurleiðina, har fyrsti part-
ur av hesi ætlan varð við-
gjørdur á løgtingi nú henda
dagin. Hann hugsar um
Sandoyartunnilin.
Hann segði, at tann, sum
livir nóg leingi, fer at upp-
liva, at Suðuroyggin verður
bundin fast í meginøkið.
- Verður alt landið sum
ein býur, verður samleikin
samsvarandi, og hugsað
verður tá nógv minni um,
hvar íløgur og umráðandi
tænastur skulu vera, men at
tær eru tøkar, segði løgmað-
ur.
Superkøling av fiski
Føroya Ráfiskakeyparafelag skipar komandi fríggjadag
fyri einum tiltaki um feskan fisk. Á skránni er handfaring
av rávøru við denti á ymiskar kølihættir, superkøling av
fiski, logistikkur og sporføri. Granskingarstjórin á
íslendska granskingarstovninum, Matis Sigurjón Arason,
og ein starvsfelagi hansara, Bjørn Margeirson, koma til
Føroya at kunna um evnið. Harafturat fer Steinbjørn í
Dali at greiða frá royndunum frá at seta í verk
elektroniskt sporføri í fiskivinnuni. Somuleiðis koma
Jóhanna á Bergi og Magni Arge at kunna um
framtíðarætlanir innan flutning av fiskavørum.
Hetta var tað vert
Tann 85 ára gamli Poul Midjord í
Hovi var fyrstur at koyra ígjøgnum
Hovstunnilin og hann hevði
løgmann við sær í bilinum. Hann
var eisini fyrstur at koyra eftir
gamla Hovsvegnum um Hovsegg
fyri skjótt 50 árum síðani
Á almennari samkomu í Øravík. Her standa fv. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Annita, kona hansara, Eydna og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum
Armgarð og Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki
➘
Laksaprísurin fellur
Hesa seinastu vikuna er prísurin á laksi, sum norsku
alararnir hava selt av landinum, fallin hálvt annað
prosent. Nordlys skrivar, at í síðstu viku fingu
alararnir 24,39 norskar krónur fyri kilo, og tað var
1,5 prosent minni enn í næstsíðstu viku. Hinvegin er
laksaútflutningurin vaksin. Í síðstu viku fóru 10.399
tons av landinum, og tað var 1,1 prosent meiri enn
vikuna frammanundan. Umframt feska laskin fóru
1.510 tons av frystum laksi av landinum.