Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 204 - 22. oktober 2007 tíðindi Hovstunnilin er dýrur, men hann var neyðugur og vit eiga ikki at vera nøgd við støðuna, sum hon er nú, segði Bjarni Djurholm á samkomu leygardagin, eftir at Hovstunnilin var latin upp Hovstunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú hava suðuroyingar loksins fingið tað vegasam­ band, sum tað so leingi hev­ ur verið tørvur á. Eisini Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­ málum, fegnaðist um úrslit­ ið, tá ið Hovstunnilin varð tikin í brúk leygardagin. Hann vísti á, at gamli Hovsvegurin er tað vega­ strekkið í landinum, har eina mest ferðsluóhapp eru hend eftir bilatalinum. ­ Nýggja vegasambandið fer væntandi at fáa ferðslu­ óhappini at fækka, eins og tað fer at minka um orku­ nýtsluna og gera umstøð­ urnar hjá teimum ferðandi í Suðuroy høgligari. Hann helt, at hetta er ein stór íløga, men eftir hansara tykki er hon neyðug, ikki minst fyri at bøta um um­ støðurnar hjá vinnulívinum í Suðuroy. – Hetta er eitt stórt tak, har vit hava megnað at flutt Føroyar og Suðuroy longur fram á leið ímóti eini bjart­ ari framtíð hjá okkara børn­ um og ommu­og abbabørn­ um. – Men vit eiga ikki at steðga her, tí vit eiga alsamt at stremba eftir, at gera íløg­ ur, sum gera okkum ríkari. Vit skulu ikki vera bangin fyri at gera stórar íløgur, tá ið tær eru skilagóðar og so at vit kunnu avlevera okkara børnum og ommu­og abba­ børnum einar Føroyar við størri møguleikum. Bjarni Djurholm vísti eis­ ini á, at í Suðuroy er tað eis­ ini harðliga tiltrongt at gera nýggjan Hvalbiartunnnil. Og hann helt, at tá ið tunnilin norður um fjall í Borðoy er gjørdur, eigur Hvalbiartunnilin at vera fyrsta verkætlanin, sum far­ ið verður undir. Bjarni Djurholm vónaði, at nýggi Hovstunnilin fer at gera samskiftið ímillum syðru og norðaru helvt í Suðuroy líka gott sum vega­ sambandið er. Vit skulu ikki stúra fyri stórum íløgum Sosialurin í morgin Eg havi ongantíð verið bangin Í Sosialinum í morgin hitta vit eina suðuroyarkvinnu, ið er serliga fegin um at Hovstunnilin nú er liðugur. Tað eru fáir suðuroyingar, ið hava koyrt so leingi um Hovsegg til og frá arbeiði, sum hon. Hon hevur havt nógvar ógvuliga ringar túrar, eisini seint á kvøldi og um næturnar, tá ið næstan ongin onnur ferðsla var, so at hon var mestsum einsamøll langt uppi í fjøllunum í stormi, kavaroki og mjørka. Men hon hevur havt góðar nervar, tí hon sigur, at hon hevur ongantíð verið bangin. Bara einaferð er hon setst aftur fyri veður, men eina jólaaftan mátti hon venda aftur á veg til hús Vit søkja eftir sølufólki til køksdeildina Sí lýsing á heimasíðu okkara www.balslev.fo Tá ið Hovstunnilin varð tikin í brúk, varð eisini skipað so fyri, at fólk kundi renna, súkkla ella ganga ígjøgnum tunnilin. Hesi bæði vóru tey fyrstu at renna ígøjgnum Hovstunnilin. Frá vinstru er tað Jon Katkjær, sum var fyrstur á mál av mannfólkunum og Marin í Dali, ið var fyrsta konufólkið á mál Á móttøkuni í Øravík var rættiliga nógv fólk Eisini tey smáu hátíðarhildu dagin