Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Hetta merkir so ómetaliga nógv fyri meg at kunna vinna meistaraheitið í barndómsfelagnum hjá mær. Jens Martin Knudsen, NSÍ-málmaður NSÍ er komið upp í gullkórið 19 Formulaliðið endaði á toppinum, áðrenn venjarin hevði roknað við tí, og unglingarnir hava víst, at framtíðin tykist vera tryggjað NSÍ FM VINNARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eingin undraðist, tá ið NSÍ í gjár tryggjaði sær fyrsta settið av FM gullkrónum í søgu felagsins. Harvið er NSÍ komið upp á síðuna á trimum øðrum feløgum í Eysturoy, sum áður hava vunnið FM. Tey eru ÍF (1979), GÍ (1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og 1996) og B68 (1984, 1985 og 1992). Men hóast eingin í føroyska fótbóltsheiminum undraðist sunnudagin, so segði gullvenjarin fram um allar aðrar, Johan Nielsen, seg vera ovfarnan av, hvussu væl tað hevur gingið í ár: - Eg hevði ikki roknað við, at tað longu í ár skuldi eydnast okkum at vinna FM heitið, segði fegni meistaravenjarin, tá ið síðsta bríkslið hevði ljóðað, og tað var greitt, at NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði vunnið meistaraskapin. NSÍ og Jóhan Nielsen hava pappír upp á hvønn annan í 2008. Tá verður takið at endur- vinna meistaraheitið og at umboða felagið og fótbólts Før- oyar so væl í Europa, sum tað á nakran hátt ber til. Meistaraárið hevur borið við sær, at nógvir NSÍ spælarar longu eru altjóða umboð fyri Føroyar. Á landsliðnum, sum í síðstu viku var í Ukreina, vóru Jens Martin Knudsen (málmans venjari), Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Hjalgrím Elttør og Christian Høgni Jacobsen. Teir ungu klárir at taka við Í síðstu viku vóru Øssur Dalbúð, Jann Martin Mortensen og Klæ- mint A. Olsen við U19 landslið- num í Bulgaria, og Bogi Løkin var fyri viku síðani á U21 landsdliðnum. Hesir fýra eru nakrir teirra, sum tað verður roknað við skulu vinna meiri gull og skreyt til NSÍ og Runa- víkar. Nógvir av spælarunum á FM liðnum eru ungir. Jens Martin Knudsen og Pól Thorsteinsson eru ivaleyst farnir um bestu fót- bóltsárini. Teir hava talst millum stuðlarnar í ár, og tað kann gott vera, at teir eisini fara at spæla í 2008. Men um onkrir veteranar fara at fella frá, so eru tað góð fót- bóltsevni, sum bíða eftir at fáa møguleikan. Ungu oman fyri nevndu menninir vóru á unglingaliðnum, sum fyri stutt- um vann FM. NSÍ fylti fyrr í ár 50 ár. Tí kann tað ikki sigast annað, enn at talan hevur verið um rættuligt gullbrúdleyp. Í gjár var tað eftir dystin ímóti VB/Sumba skipað fyri spontanum gullfagnaði í ítróttarhøllini. Leygardagin fer NSÍ til Klaks- víkar eftir FM steypinum og gullkrónunum.