mánadagur 22. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ]
Holst sló til í botnbraki
Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst
skoraði annað av málunum, tá ið Lyngby vann botndystin
ímóti Viborg í donsku superliguni í gjár. Tað vóru bara 10
minuttir farnir av dystinum, tá Holst var á rætta staðnum og
skoraði. Holst var skiftur út, tá ið ein tími var spældur, og
stutt fyri leiklok økti Mads Thomsen til 2-0 fyri Lyngby.
Danskir fjølmiðlar skriva, at Viborg hevði eina ørgrynnu av
kjansum í dystinum.
Ungir føroyingar í Fre-
mad Amager og vitja
Vestmenningurin, Andrias Eriksen og vágamaðurin, Eli
Falkvard, ið báðir spæla í FS Vágum 2004, eru ávíkavist 15
og 16 ára gamlir, eru á vitjan í Fremad Amager í løtuni.
Hesir ungu dreingirnir eru ikki einastu føroyingarnir í
felagnum, tí eigarin er sjálvasti Todi Jónsson, og í hópin
hevur hann fingið sær ungar føroyingar. Teir eru; Hans
Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð. Hetta er fyri
at fáa teir at fáa alsk fyri yrkisfótbólti, og kunning um hvat
tað er sum inniber.
Meistararnir eru av
Skálafjørðinum, og
eystari og norðari
partur av landinum
eigur nógv tann
størsta partin av
bestu deildini
26. UMFAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Formliga varð tað staðfest í
gjár. Seinastu vikurnar hev-
ur tað verið greitt, og nú til
endan var tað so mikið sann-
førandi, at tað ikki var neyð-
ugt hjá NSÍ at vinna og fáa
stig burturúr heimadystinum
ímóti VB/Sumba fyri at
tryggja sær FM.
Sum teir hava gjørt tað
alt hetta kappingarárið, so
vóru nýggju meistararnir
eisini hesa ferð álitisfullir
og
støðugir. VB/Sumba
syrgdi fyri spenningi, men
treystleikin, breiddin, sjálvs-
álitið og harvið moralurin
hjá NSÍ, sum alt kappingar-
árið hava verið eitt av vøru-
merkjunum, bóru við sær,
at NSÍ enn eina ferð fekk
fult.
Harvið hevur NSÍ, sum
fyrr í ár fór um tey hálvt
hundrað, vunnið sítt fyrsta
FM heiti. Í NSÍ eru tey
sjálvandi ovurfegin, og tað
verður ivaleyst torført í hesi
vikuni at halda fokus á
síðstu uppgávuni, sum verð-
ur í Klaksvík leygardagin.
Tað er heilt víst, at NSÍ fer
at fáa FM steypið og gull-
krónurnar út aftur við sær.
Tað skal spælast um stigini,
og tað er einki at ivast í, at
spælararnir
fegnir
vilja
tæna venjaranum og áskoð-
arunum og tískil vinna í
Klaksvík.
Eystur eftir
Landskappingin 2007 er
merkisverd á tann hátt, at
tað enn eina ferð so ruddu-
liga er undirstrikað, at tað
er í norður og eysturøkinum,
at fótbólturin hevur størstu
og breiðastu undirtøkuna,
og at tað er í hesum økinum,
at flestu sigrarnir eru vunn-
ir.
Í økinum undir fótbóltsfe-
løgunum, sum eru grundar-
lagið undir KÍ, feløgunum í
Eysturoy og suður til Kolla-
firðar, sum er syðsta økið
undir EB/Streymi, búgva
tað niðanfyri 20 túsund
menniskjur ella umleið 40
prosent av Føroya fólki.
Hetta økið eigur mest sum
allar sigrarnar í fótbóltinum
í ár.
NSÍ hevur vunnið FM í
Formuladeildini, og EB/
Streymur hevur vunnið Løg-
manssteypið. EB/Streymur
fer at vinna silvur ella
bronsu í fremstu røð. B68
og ÍF hava vunnið sær upp-
flyting úr næstbestu deild-
ini, B68 og GÍ hava vunnið
sær uppflyting úr 2. deild,
og í kvinnukappingini hev-
ur KÍ vunnið FM og steypa-
kappingina.
Í unglingadeildini er NSÍ
gullvinnari, og í gentur 14-
17 ár hevur KÍ vunnið
gull!
Komandi ár verða sjey av
tíggju feløgum í bestu deild-
ini úr eystara og norðara
partinum av landinum: NSÍ,
EB/Streymur,
GÍ,
KÍ,
Skála, B68 og ÍF. Tað ber
við sær eina rúgvu av lokal-
uppgerðum og harvið upp-
aftur størri áhuga, og tað
ber við sær stóra kapping
um spælararnar og harvið
trýst á feløgini um at menna
uppaftur fleiri dugnaligar
spælarar.
Fleiri øki burtur
Høvuðsstaðurin eigur um-
leið 40 prosent av fólkin-
um. Men næsta ár fer
høvuðsstaðurin bara at eiga
tvey fótbóltslið í bestu deild-
ini. B71 verður eisini í 2007
í fremstu røð. Verri verður
tað í Vágum og í Suðuroy.
Hvørgin henda oyggin fer
at luttaka í Formuladeild-
ini.
Felags fyri bæði Suðuroy
og Vágar er, at tað í heyst
hevur verið nógv viðgjørt,
hvussu hesi økini kunnu
verða betur fyri í kappingini.
Í báðum førum hevur verið
arbeitt við at leggja saman,
og í báðum økjum tykjast
tað vera vánir fyri, at talan
verður um samanleggingar,
um enn tær ikki – í hvussu
so er í fyrstu atløgu – verða
so breiðar, sum tey, ið tala
fyri, høvdu vónað.
Evnini
Í altjóða fótbólti eru Føroyar
smáar. Um vánirnar fyri
betri avrikum og úrslitum í
altjóða kappingum skulu
betrast, so er alneyðugt, at
tað verður funnið fram til
øll tey bestu evnini. FSF og
feløgini
samstarva
um
hetta, men sjálvandi er tað
fyrst og fremst úti í økjunum
og feløgunum, at hetta skal
bera frukt.
Um tað verður roknað
við, at tað er samband mill-
um støðuna í fremstu røð
og klekingina av ungum og
evnaríkum spælarum, so
tykist tað sum um, at
gongdin í løtuni er tann, at
tað serliga er í eystara og
norðara partinum av landin-
um, at tað gongur nóg nógv
rætta vegin.
Í yngru deildunum hava
suðuroyingar tikið seg sam-
an, og í ár hevur tað hilnast
væl. Í Sandoy dríva tey á.
Fólkagrundarlagið er ikki
so stórt, men umstøðurnar
eru góðar.
Í síðstu viku varð alment
víst á, at umstøðurnar í
høvuðsstaðnum til ítrótt –
bæði innandura og uttandura
– eru ikki so góðar, sum tær
eru aðra staðni í landinum.
Vallir og hallir svara ikki til
fólkatal og umstøður aðra
staðni. Serliga ikki tá ið tað
verður havt í huga, at yngru
árgangirnir lutfalsliga telja
væl meiri í høvuðsstaðar-
økinum, enn teir gera so
manga aðra staðni.
Hetta er einki eindømi
fyri Føroyar. Í Danmark
verður ofta víst á, at um-
støðurnar at íðka ítrótt í
høvuðsstaðnum eru ikki á
sama støði, sum tær eru tað
í t. d. Jyllandi.
Tað kann vera, at børn og
ungfólk í høvuðsstaðnum
hava fleiri tilboð at velja
ímilllum, enn tey hava eitt
nú í Eysturoy og í Klaksvík.
Men kortini eigur støðan,
sum hon sær út við kapp-
ingarenda 2007 og harvið
við kappingarbyrjan 2008,
at vera grundarlag undir
rannsakan. Serliga vestan
fyri og sunnanfyri.
Hjartaliga tillukku við
fyrsta FM heitinum nakran-
tíð NSÍ!
Kappingin koppar eystureftir
NSÍ situr nú á fótbóltstrúnuni í
Føroyum, og næsta ár spæla seks lið úr
Eysturoynni við í fremstu deildini
Mynd: Álvur Haraldsen
20