mánadagur 22. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ]
Atli og teir taptu
Atli Danielsen var sum vant miðvøllinum frá
byrjan, tá ið Frem spældi í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Atli og teir høvdu
tó ein truplan dyst og noyddust at lúta, hóast teir
skaptu sær stórar kjansir. Martin Christensen
skoraði tvær ferðir fyri LFA – fyrru ferð í 18.
minutti, og seinnu ferðina beint fyri leiklok. Atli
Danielsen varð skiftur út móti endanum av
dystinum.
- Eg havi havt
eitt ótrúligt lið at
arbeitt við, segði
Johan Nielsen, mest
vinnandi venjarin í
føroyskum fótbólti,
tá ið FM-heitið hjá
NSÍ var veruleiki
sunnudagin
Føroyameistari
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Meðan runavíkingar sunnu
dagin vóru í sjeynda himni
um sítt fyrsta FMheitið í
mansfótbólti, so var ein
maður í NSÍbúna, sum hev
ur roynt at vinna FM fleiri
ferðir áður.
Johan Nielsen er mest
royndi føroyski venjarin, og
hann verður eisini mettur
sum besti venjari í Føroyum.
Johan hevur gjøgnum árini
vunnið FMheiti við fleiri
feløgunum, og at hann hev
ur leitt NSÍ til fyrsta FM
heitið er seinasta bragdið
hjá honum í eini røð av stór
um sigrum.
– Hetta er fantastiskt. Eg
havi havt eitt ótrúligt lið at
arbeitt við. Teir hava verið
ótrúliga raskir og hava
meistaraheitið
virkuliga
væl uppiborið. Nú vóni eg
bara, at eg kann halda upp á
fólkið til næsta kappingarár,
segði Johan Nielsen.
Stabilt lið
NSÍ er væl frammanfyri
hini liðini í deildini, og tað
er ikki av tilvild, at liðið úr
Runavík hevur savnað sær
so nógv stig í ár.
Hetta er eitt lið, ið hevur
verið sera stabilt og hevur
verið besta liðið í ár. Allir
teir ungu hava veruliga
traðka í karakter, og hetta
merkir, at eisini framtíðin
virkar ljós fyri NSÍ, segði
Johan Nielsen.
Hann heldur fram sum
venjari hjá NSÍ næsta kapp
ingarár, og hjálparvenjarin
hjá honum, Pauli Poulsen,
skal eftir ætlan eisini halda
fram í felagnum.
Elsti maðurin á NSÍ-
liðnum var rørdur
eftir avgerandi
sigurin sunnudagin,
og nú sigur hann seg
umhugsa framtíðina
hjá sær sum spælari
Føroyameistari
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
40 ára gamli Jens Martin
Knudsen hevur áður roynt
at vinna føroyameistaraheit
ið í fótbólti. Hann var partur
av gulliðnum hjá GÍ mið
skeiðis í 90’unum, men tað
er einki at dylja yvir, at
nývunna FMheitið er nak
að heilt serligt fyri hann.
Hetta merkir so ómeta
liga nógv fyri meg at kunna
vinna meistaraheitið í barn
dómsfelagnum hjá mær,
segði ein heldur rørdur Jens
Martin Knudsen í gullroki
num í Runavík sunnudagin.
Boð vóru fleiri ferðir eftir
Jens Martin í hesum dyst
inum, og hann vísti fleiri
ferðir, at hóast hann er farin
um 40, so kann hann fram
vegis spæla við millum teir
bestu.
Jens Martin ivast nú í,
um hann skal halda fram
sum spælari ella takka fyri
seg.
Eg havi ikki tikið nakrar
avgerð um, hvørt eg haldi
fram at spæla á hægsta stigi
ella um eg gevist. Fyrst skal
FMheitið njótast, sigur
hann.
Fremad heldur kósina
Føroyska fótbóltsfelagið í Keypmannahavn, Fremad
Amager, hevur beina kós í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fremad Amager spældi um vikuskiftið ímóti Holbæk á
útivølli, og Amagerliðið vann tryggan sigur. Toppskjúttin
Andreas Mortensen skoraði tvey mál, og Anders Jochumsen
skoraði triðja málið. Fremad Amager liggur á odda í 2.
deild eystur.
Johan vónar at halda uppá fólkið
Jens Martin umhugsar framtíðina
- Eg havi ikki tikið nakrar
avgerð um, hvørt eg haldi
fram at spæla á hægsta stigi
ella um eg gevist. Fyrst skal
FM-heitið njótast, sigur Jens
Martin Knudsen
Mynd: Álvur Haraldsen
- Allir teir ungu spælararnir
hava veruliga traðka í
karakter, og hetta merkir, at
eisini framtíðin virkar ljós
fyri NSÍ, sigur Johan Nielsen,
venjari hjá NSÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
21