mánadagur 22. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ]
Spentur pápi
- Eg og mínir liðfelagar plagdu á sinni ofta at flenna eftir
gomlum monnum, sum gingu ørir av spenningi uppi í
bønum og hugdu, men nú eri eg ein av teimum. Hetta
hevur verið óhugnaliga spennandi. At NSÍ hevur gjørt eitt
gott miðvíst ungdómsarbeiði, síggja vit her í dag, segði
fyrrverandi NSÍ-spælarin Abraham Løkin eftir FM-
sigurin. - Tað var spennandi til dystir, tá man sjálvur
spældi, men hetta er ræðuligt. Tað verður bara enn meira
spennandi av at hava ein son á liðnum eisini.
– Eg eri nakað so glaður
Jónhard Frederiksberg var ein av nýggju spælarunum á NSÍ-
liðnum í ár. Jónhard hevur annars spælt á Skála, og har var eisini
um reppið, at hann gjørdist føroyameistari. Sunnudagin hendi tað
so umsíðir hjá álopsspælaranum. - Eg eri ovurfegin, hetta er mítt
fyrsta meistaraheiti, og eg eri nakað so glaður júst nú, segði
Jónhard
Setti gongd á
fótbóltin í NSÍ
- Vit hava gjørt eitt megnar arbeiði við
ungdómin her, og tað er av størsta týdningi,
at vit halda fram við tí, sigur Jákup
Mortensen, sum hevur verið við frá byrjan
í fótbóltinum hjá NSÍ
Føroyameistari
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Jákup Mortensen hevur verið millum teir ídnastu í
fótbóltinum í NSÍ. Tað er ikki á vøllinum, at hann
hevur gjørt um seg men uttanfyri vøllin, har hann
hevur skipað fyri og verið formaður í nógv ár.
Nú er Jákup Mortensen heiðurslimur í NSÍ, og
sunnudagin kom so endiliga tann stóra løtan, tá ið NSÍ
setti seg á fótbóltstrúnuna í Føroyum.
- Eg kom higar í 1969, og tá so vøllur varð bygdur í
1973, fór eg í gongd við at venja eitt dreingjalið, og
longu árið eftir vórðu vit næstbestir, beint aftanfyri
TB, greiðir Jákup frá.
- Eg haldi at veruliga framgongdin byrjaði, tá vit
framdu tað stig at sundurskilja fótbólt, hondbólt og
kappróður. Í 1990-unum byrjaðu sjónlig framstig at
koma undan kavi, og so nú í dag, aftaná øll hesu árini,
kann felagið við Løkin krúnast meistarar í føroyskum
fótbólti.
- Vit hava gjørt eitt megnar arbeiði við ungdómin
her, og tað er av størsta týdningi, at vit halda fram við
tí, sigur Jákup Mortensen.
Millum teir, sum hava mynda Formulahópin hjá NSÍ
í ár, er unglingaspælarin Jann Martin Mortensen, sum
er abbasonur Jákup.
Søguliga staðfestingin
av fyrsta FM heitin-
um var framman
fyri stórari fjøld
og treiskum suður-
oyingum, sum avgjørt
høvdu heiður av
teirra avriki
NsÍ-VB/sUmBa
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
NSÍ er føroyameistari. Í
síðsta
heimadystinum
í
fyrsta FM árinum var tað
ongantíð FM snitt yvir
avrikinum. Eftir steðgin var
tað væl frægari, enn tað
hevði verið.
Men botnstøði og FM
avrik høvdu einki at siga
henda dagin, tá ið veðrið
ikki var nakað serligt, og tá
ið Ransin Djurhuus bríksl-
aði fyri síðstu ferð, oysti
regnið niður.
Myrka veðrið og regnið
helt tó ikki FM fagnaðinum
aftur. Rakettir lýstu upp, og
skotini geltu. 50 ára gamla
NSÍ hevur bíðað eftir fyrsta
FM heitinum, síðani teir í
1976 fyrstu ferð royndu seg
í fremstu røð, og nú var
fagnaðurin stórur. Tað stend-
ur svart upp á hvítt, at NSÍ
er meistari!
Við avrikunum í 25 teim-
um fyrstu umførunum í
huga var ilt at ímynda sær,
at tað skuldi kiksa, tá ið
síðstu stigini skuldu vinn-
ast.
Bæði tí NSÍ avrikini hava
verið ógvuliga støðug, og tí
at úrtøkan hjá VB/Sumba
ikki hevur verið nakað ser-
lig.
Fyrsta løtan gekk, sum
tað kundi roknast við. Eftir
tólv minuttir var 2-0. Einar
Hansen og Hjalgrím Elttør
áttu í vinstru uppspælið til
fyrsta málið, sum Jónhard
Frederiksberg skoraði.
Jónhard var undan kapp-
ingarbyrjan keyptur yvir
um fjørðin fyri at vera við
til at skjóta málini, sum
skuldu til fyri at gera NSÍ
til meistara. Leingi gekk
tað striltið hjá arbeiðssama
skálamanninum, men nú
fram ímóti kappingarenda
er rættuliga gloppið.
Seinna málið var sera
óheppið
sjálvmál.
Eftir
langa framlegging og kroyst-
ur av Christian Høgna
Jacobsen royndi óføri verju-
spælarin Dimitrije Jankovic
at lyfta aftur til málverjan,
Vlada
Filipovic,
men
ólukkutíð fyri teir báðar og
VB, so var málverjin runnin
fram úr málinum, og tískil
sigldi bólturin yvir Vlada
og í málið.
2-0 og harvið tóktist vera
lagt upp til stóran heima-
sigur og eyðmýking við
gestunum sum statistum.
Fínt farvæl
Men soleiðis tørnaði tað
ikki út. Síðsta hálva tíman
av 1. hálvleiki vísti VB/
Sumba fínt avrik.
Tað kann gott vera, at FM
málstrikan í Runavík og
B36 pínslan í Streymnesi
bar gummibein við sær til
teir gulu og svørtu. Men
VB/Sumba spælararnir áttu
stóran heiður fyri teirra hug-
burð og leikliga avrik.
Ferð eftir ferð vóru teir
nógvir á mótstøðuhálvuni,
og tríggjar ella fýra ferðir
vóru Jón K. Poulsen, Marco
Moravic og aðrir vístu
tyngd í álopsspælinum, og
uppspælið riggaði væl betri,
enn tað kundi ímyndast, at
absolutta botnliðið kundi
megna ímóti meistaralið-
num.
Men soleiðis var tað, og
miðskeiðis í 1. hálvleiki
kom spenningur í aftur, tá
ið Marco Moravic var
framman fyri annars tryggu
heimaverjuna og stýrdi inn-
leggi frá Jón K. Poulsen í
høgru í meskarnar aftanfyri
Jens Martin Knudsen.
Og hevði tað ikki verið, tí
Jens Martin var so framúr
kringur millum NSÍ stólp-
arnar, so kundi tað væl havt
lagað seg soleiðis, at VB/
Sumba hevði havt javnað.
Farvælið hjá skjótt fyrr-
verandi Formula liðnum
var av sovornum slagi, at
tað eiga at vera góðar vánir
NSÍ-VB/Sumba 3-1 (2-1):
Nú hevur NSÍ
VB/Sumba
NSÍ
22
Jákup Mortensen hevur tikið mangt takið fyri NSÍ, og
sunnudagin kundi hann fegnast um føroyameistaraheitið
hjá sínum felag
Mynd: Álvur Haraldsen