Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ] Sum faðir so sonur Øssur Dalbúð er ein av ungu spælarunum, sum hava verið partur av Formulahópinum hjá NSÍ í gjár, og hann hevur ikki fótbóltsevnini av ongum. Pápi hansara, Meinhard Dalbúð, var í síni tíð ein framúr góður álopsspælari, og hann spældi við, tá ÍF vann føroyameistaraheitið í 1979. Nú eydnaðist tað so NSÍ at vinna sítt fyrsta FM-heitið, og tað fegnaðist Meinhard um. - Hetta hevur verið ein rættuliga spennandi tíð. Øll hava gingið og tosað um hetta í langa tíð, og at hava ein son á liðnum eisini ger tað bara meiri spennandi, segði Meinhard Dalbúð eftir dystin. NSÍ fingið nógv stig NSÍ hevur fingið fleiri stig enn nakað annað felag í Formuladeildini hevur fingið. Síðani kappingin varð víðkað til at umfata 27 umfør, eru føroyameistararnir komnir upp um 50 stig. Men nú eitt umfar er eftir at spæla, hevur NSÍ vunnið sær heili 60 stig, og tað er meira enn undanfarnu føroyameistarar. NSÍ hevur vunnið 19 av sínum 26 dystum. Tríggir eru endaðir við javnleiki, og fýra ferðir hevur NSÍ tapt í hesum kappingarárinum. fyri, at Suðuroy skjótt aftur verður umboðað í bestu deildini. Sum tað sømdi seg Eftir steðgin lá tað betri fyri hjá NSÍ. Fokus tóktist vera meiri á júst hesi uppgávuni, enn tað hevði verið, onkrar umskipingar hjálptu væl, og ikki minst veteranurin Pól Thorsteinsson, sum í síni tíð steig fyrstu fetini inn í føroyska fótbóltsheimin í júst VB, var sentralur. Væl upplagdi Jónhard Frederiksberg átti upp- spælið, og Christian Høgni Jacobsen sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann setti bólt- in í málið og harvið skoraði síðsta NSÍ málið á heima- vølli í ár. Tá var púra eingin ivi. NSÍ hevði rokkið tí, sum tað kundi roknast við av spælarum og liði, sum alt árið hava hildið seg eitt vet omanfyri allar hinar! pappír upp á tað NSÍ loysti eisini avgerandi uppgávuna, tá ið VB/Sumba vitjaði í Runavík sunndagin. Gestirnir sprellaðu meira enn væntað, men NSÍ stóð ímóti og vann Mynd: Álvur Haraldsen 23