mánadagur 22. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ]
Vit fara
eftir
silvur
EB/Streymur fekk trý
týdningarmikil stig á
heimvølli sunnudagin,
tá teir tóku ímóti B36.
Ein av mest eyðsýndu
spælarunum henda dag
in var Hanus Eliasen,
sum skeyt tvey av mál
unum í 42 sigrinum.
Hann var sum vera man
væl nøgdur við sigurin
á B36.
Ja, vit eru øgiliga
væl nøgdir við sigurin.
Eg haldi, at vit vóru
væl betri enn teir henda
dagin, og so vóru vit
ikki minst nógv farlig
ari, tá vit høvdu bóltin,
so sigurin var fult uppi
borin, sigur Hanus.
Sjálvt um hann metti
sigurin vera fult uppi
bornan, so var hann tó
ikki nøgdur við, at
heimaliðið lovaði B36
inn aftur í dystin.
Vit spæla sera væl
fyrstu løtuna og koma
eisini á odda 20, men
so lova vit teimum inn
aftur í dystin, og hetta
er ikki gott nokk. Teir
fáa tvey alt ov løtt mál
eftir deyðbóltar, og eftir
at teir høvdu javnað
standa vit ikki serliga
væl á vøllinum, og
hetta ger eisini, at teir
hava nógv spæl síðstu
løtuna
fyri
steðgin.
Eftir steðgin reisa vit
okkum tó og vísa, at vit
høvdu uppiborið sigur
in, staðfestir Hanus.
At enda spurdu vit
hann, um teir nú fóru
eftir silvurinum.
Ja, sjálvandi fara vit
tað. Fyrst og fremst
mugu vit sjálvandi vinna
okkara dyst á Sandi kom
andi leygardag, og so
mugu vit eisini fáa hjálpa
frá HB í Gundadali, men
vónirnar eru har, sigur
Hanus.
Bill skal venja B68
Næsta ár fer B68 at spæla í Formuladeildini, og nú er greitt, at tað
verður Bill Jacobsen, sum verður venjari. Á b68.fo verður sagt, at
felagið og Bill Jacobsen hava skrivað tvey ára samstarvssáttmála.
Bill er venjari hjá U21 landsliðnum. Hann hevur eisini havt
ábyrgdina fyri ungdómsvenjingini á Toftum. Vit kenna hansara
dygdir sum venjari, og vit vænta okkum nógv av honum tvey tey
næstu árini, sigur B68 formaðurin, Jógvan Højgaard. Enn hevur
einki verið at hoyra um spælara tilgongd, men sambært b68.fo
verður arbeitt við at styrkja um hópin. Málið er at fáa eitt
spennandi lið, sum kann standa seg í Formuladeildini.
Sjálvt um dysturin í
Streymnesi til tíðir
var rættiliga javnur,
so var EB/Streymur
tó nógv vandameiri
framman fyri málið.
Tí var tað eisini fult
uppiborið, at EB/
Streymur vann 4-2 á
B36 í einum sera væl
leiktum dysti
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein spenn
andi toppdyst í formula
deildini sunnudagin, tá EB/
Streymur á triðja plássi tók
ímóti B36 á øðrum plássi.
Undan dystinum var B36
fýra stig framman fyri, og tí
kundu teir endaliga tryggja
sær silvurkrúnurnar við ein
um sigri ella einum javnleiki
í Streymnesi.
Undan dystinum var eisini
greitt, at liðið hjá B36 var illa
skert til henda dystin. Teir
báðir
sterku
miðvallar
leikararnir, Mikkjal Thomas
sen og Klæmint Matras, vóru
nevniliga ikki við vegna
skaða, meðan Alex J. Dos
Santos var úti við leikbanni,
og hetta megnaðu sunda
lagsmenn at gera sær dælt av.
Tað var nevnililga samansetta
liðið, sum vann eftir helst
besta dyst, sum er spældur
við nýggja vøllin í Streymnesi
hetta kappingarárið.
Undirhald fyri
allan peningin
Heimaáskoðararnir
í
Streymnesi hava ikki fingið
líka nógv undirhald fyri
peningin í ár, sum tey fingu
í fjør. Í fjør var spælið til
tíðir sera gott hjá samansetta
liðnum
í
Sundalagnum,
men í ár hevur verið langt
ímillum vøkru kombinatión
irnar og flottu málini.
Síðstu dystirnar hevur spæl
ið tó til tíðir verið sera gott,
og sunnudagin var aftur ein
av góðu døgunum hjá EB/
Streymi.
Teir byrjaðu nevniliga sum
eitt rættiliga ódnarveður í
dystinum móti B36, og dyst
urin var bert tríggjar minuttir
gamal, tá Hanus Eliasen
akkurát fekk høvdið á ein
innlegg frá Sorin Anghel, og
via stongina fór bólturin í
málið til 10. Ein dreyma
byrjan hjá heimaliðnum.
Men
Sundalagsmenn
vóru ikki lidnir enn. Dyst
urin var bert 15 minuttir
gamal, so lá bólturin aftur í
málinum hjá B36. Hesa
longdi Sorin Anghel eitt
innkast við høvdinum, og
so kundi Hanus Eliasen
skjóta sítt næsta mál í dyst
inum. Uppiborið 20 til EB/
Streym.
Sjálvt um tað var EB/
Streymur, sum sat á tí mesta
hesa løtuna, so var tað tó
B36, sum minkaði um mun
in, tá fyrri hálvleikur var
hálvrunnin. Jóhan Gunnar
son sendi eitt hornaspark
inn fyri málið úr høgru, og
sjálvt um René Tórgarð
fekk fingrarnar á bóltin, so
ferðaðist hann beinleiðis í
málið.
Málið til 21 fekk rætti
liga gongd á B36, og nú
royndu teir at trýsta EB/
Streym, og tá fimm minuttir
restaðu fyri steðgin, gav
trýstið úrslit. Enn eitt frí
spark bleiv sent inn í brots
teigin, og har fekk ein B36
leikari høvdið á. René stór
bjargaði
royndini,
men
returbólturin endaði hjá
Sylla, sum lættliga kundi
skalla bóltin í mál til 22,
sum eisini gjørdist hálv
leiksstøðan.
Fantastisk mál
avgjørdi dystin
Undirhaldið fyri steðgin
hevði verið sera gott í
Streymnesi sunnudagin, og
tí kom tað ikki óvart á nakr
an, at liðini tóktust heldur
meir varin eftir steðgin.
Vindurin var eisini blivin
heldur sterkari nú, og tí var
ikki lætt at spæla fótbólt.
Bæði EB/Streymur og
B36 royndu tó av øllum alvi
at spæla bóltin ímillum sín,
og bæði Sylla og Arnbjørn
høvdu góðar royndir fyrsta
partin av seinna hálvleiki.
Fyrsti veruliga kjansurin
kom tó ikki fyrrenn seinni
hálvleikur var meir enn
hálvrunnin. Hanus Eliasen
breyt væl ígjøgnum í høgru
og fann ein púra leysan
Arnbjørn Hansen, sum úr
fimm metrum knallaði bólt
in langt upp um málið.
Men Arnbjørn skuldi fáa
sítt mál í hesum dystinum,
og tað kom, tá 15 minuttir
vóru eftir at spæla. Hans
Pauli rak upp ígjøgnum
vinstru síðu, men fann
ongan at spæla til. Tí rak
hann nakað aftur í vøllin,
áðrenn hann við eini heilt
fantastiskari
avlevering
fann Arnbjørn, sum hevði
runnið seg í góða støðu.
Hesin smekkaði til fyrstu
ferð, og so var 32.
Síðstu løtuna royndi B36
at trýsta fyri at fáa útjavnandi
málið, men tað skuldi tó vera
heimaliðið, sum fekk síðsta
orðið í hesum dystinum. Í
yvirtíðini fór EB/Streymur í
eitt skjótt mótálop, eftir at
Rafael Kwieczinski vann
bóltin. Hann spældi bóltin til
Hans Paula, sum fann ein
púra leysan Karoly Potemkin.
Hesin sendi bóltin framvið
Jákupi, og so vann EB/
Streymur dystin 42.
Við sigrinum hava sunda
lagsmenn tryggja sær triðja
plássið, eftir at HB bert
fekk javnleik ímóti KÍ, og
nú kunnu teir eisini røkka
einum silvurheiðursmerki,
um teir vinna á B71 í síðsta
umfari, samstundis sum
B36 ikki fær fult ímóti HB
í Havn.
EB/Streymur-B36 4-2 (2-2):
EB/Streymur endaði við fýrverki
EB/Streymur og B36 góvu áskoðarunum undirhald fyri allan peningin í Streymnesi sunnudagin, men tað var tó EB/Streymur,
sum vann ein uppibornan 4-2 sigur.
Mynd: Sofus D. Johannesen
B36
EB/Stremur