leygardagur 19. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 95 - 19. mai 2001
Nr. 95 - 19. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin átalar, at løgreglan einsíðugt fer í
part við øðrum partinum, nú hon leggur seg út í
verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum.
Verkfalsrætturin er einasta vápnið, løntakararnir
hava, og Javnaðarflokkurin stuðlar arbeiðarafeløgunum
í teirra moralska rætti at tryggja sær, at verkfalsrakt ar-
beiði ikki verður gjørt av øðrum.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Tór Henriksen
Sandi
andaðist mikudagin 16. mai.
Vegna tey avvarðandi
Tóra
Yvirlýsing
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaða kona mín, góða mamma, vermamma,
omma og systir okkara
Bodil Tausen
fødd Davidsen,Tórshavn
er heimkallað til Harran 16. mai 2001, 72 ára gomul.
Í sambandi við at kistan kemur í Vesturkirkjuna í dag,
verður andakt kl. 17.00.
Jarðarferðin verður sunnudagin 20. mai kl. 14.30.
Vegna tey avvarðandi
Klæmint,
Hans, Jensina og Halda við familjum
Tey, sum vilja minnast Bodil, kunnu geva Meinigheits-
húsinum í Havn eina gávu
Spæliplássið hjá
Drotning Margrethu
barnagarðinum í
Klaksvík er ótespilig
sjón mánamorgnar
UNGDÓMUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tá starvsfólkini
í
Drotning
Margrethu
barnagarðinum í Klaksvík
koma til arbeiðis mána-
morgnar, vita tey, hvør
fyrsta uppgávan á degnum
er.
Tey mugu út á spæli-
plássið fyri at kanna, um
nakað er har, sum kann
verða til vanda fyri børnini.
Og vanligt er, at starvs-
fólkini mugu rudda hópin
av fløskubrotum og óruddi
av vegnum, áðrenn tey
næstan 100 børnini í barna-
garðinum sleppa út at
spæla. Fyri viku síðani
funnu starvsfólkini í barna-
garðinum eina heimagjørda
hassjpípu, sum sløddist á
spæliplássinum.
– Vit eru ógvuliga hørm
um støðuna, men vit fáa
lítið annað gjørt, enn at
heita á ungdómin, um at
lata verða við at fara so illa
um spæliplássið hjá okk-
um, sigur Marjun Michael-
sen, sum er leiðari í barna-
garðinum.
Einki dansistað
Barnagarðurin liggur við
fótbóltsvøllin, og har í
umráðnum eru eisini onnur
støð, sum líða undir einum
óumhugsnum ungdómi.
Nýggja skýlið hjá klaks-
víkingum verður illa ó-
ruddað, alment toilett í
umráðnum
hevur
fleiri
ferðir verið fyri herverki,
og svimjihøllin hevur fing-
ið ein umgang av grafitti.
– Tað ber illa til at seta
vaktarfólk at ansa eftir
ungdóminum, men støðan
er ómetaliga keðilig, sigur
Marjun Michaelsen.
– Tað kann vera, at
hendan støðan hongur sam-
an við, at ungdómurin ikki
longur hevur nakað dansi-
stað at halda til í, sigur hon.
Borgarstjórin í Klaksvík
hevur boðað frá, at ætlanin
er at gera eitt átak mótvegis
ungdóminum í Klaksvík,
fyri at fáa hann at fara betri
um almennu støðini í
býnum.
Hassjpípa sløddist
í barnagarði
Fyri viku síðani tóku
starvsfólk í Drotning
Margrethu barnagarðinum í
Klaksvík hesa heimagjørdu
hassjpípuna upp av
spæliplássinum hjá
barnagarðinum
Mynd: Norðlýsið
– Tað er tómligt á
hillunum, og um S&K
verður verandi í
verkfalli, ber illa til at
hava opið, sigur
leiðarin í FK á
Tvøroyri
VERKFALL
Eyðun Klakstein
Suðuroyingar
eru
hart
raktir av verkfallinum, og
vøruútboðið í handlunum
er nógv skert.
– Tað er tómligt á hill-
unum, men vit fáa fram-
vegis breyð og mjólk.
Hinvegin mangla vit sukur,
ger, eplir, frukt og annað,
sigur Gert Levisen, leiðari í
Keypssamtøkuni á Tvør-
oyri.
– Vit ætla at hava opið,
men um S&K heldur fram
við sínum verkfalli, so
verður tað sera trupult at
hava opið, sigur hann
Í gjár var leiðarin einsa-
mallur til arbeiðis á FK, tí
øll hini 8 fólkini vóru farin
í verkfall. FK á Tvøroyri
stongdi í gjár, og leiðarin
brúkti dagin til vøruteljing.
– Um S&K heldur fram
við verkfallinum, so verður
tað trupult hjá okkum at
hava opið, tí øll starvsfólk-
ini hjá okkum eru í fak-
felagnum, sigur Gert Levi-
sen.
Hart rakt
Aðrir handlar hava eins
truplar umstøður, tí eingin
veruligur farmaflutningur
hevur verið til Suðuroyar,
síðani verkfallið byrjaði.
Treytin fyri, at Smyril
sleppur at sigla er, at hann
ongan farm tekur, og hesa
treyt roynir Strandferðslan
at uppfylla.
– Vit eru hart rakt í
Suðuroy, so tað er einki at
siga til, at vit ynskja, at
rættlag kemur íaftur, sigur
Gert Levisen.
Stóru matvøruhandlarnir
í Suðuroy eru merktir av
verkfallinum – bæði tí hjá
arbeiðarafeløgunum og hjá
S&K – og umframt mangl-
andi vøruútboð stríðast teir
nú eisini við vantandi
starvsfólk.
– Vit eru hart rakt
Einki sást til myntir-
nar umborð á Jóla-
skipinum, og nú er
óvist, um teir
nakrantíð koma
afturíaftur
SKATTAJAKT
Eyðun Klakstein
Veðrið var ikki til vildar at
gera fleiri kavingar í Fugl-
oyarfirði, eftir at skips-
klokkan hjá Sauternes varð
funnin týsdagin.
Síðani hevur alda verið í
sjónum, og nú streymurin
er farin at harðna aftur, er
ógjørligt at fara niðuraftur
á Jólaskipið í hesum um-
fari.
Leiðarin fyri skattajakt-
ini í Fugloyarfirði, Heri
Andreassen, er nøgdur við
úrslitið, hóast tað ikki
eydnaðist at fáa nakrar av
myntunum,
sum
sigast
verða umborð, upp.
Nú er óvist, um hesir
myntir nakrantíð koma
afturíaftur, tí fleiri kavingar
eru
ikki
í
kortunum.
Donsku kavararnir, sum
hava verið niðri á Jóla-
skipinum, fara um viku-
skiftið aftur til Danmarkar,
og so er skattajaktin av á
hesum sinni.
Fleiri lutir eru fingnir
upp av Jólaskipinum –
millum annað skipsklokk-
an – men enn er óvist, hvar
hesir lutirnir skulu goym-
ast.
Givnir at kava
Í dag og í morgin verður
onnur FM kappingin hjá
Føroyskum Íslandsrossa-
felag á øki felagsins í
Havnadali. Fyrireikararnir
vóna, at luttøkan verður eitt
sindur betri enn í fyrsta
umfari í ár. Í fjør luttóku
heili 34 ross og hetta er met
síðan felagið varð stovnað í
1989.
Til kappingina í dag
verður byrjað við trav og
skeiðkappingum á vøllin-
um hjá Føroya Ríðingar-
felag klokkan 10.00. Hildið
verður fram klokkan 14:00
við Kráarheyg við innleið-
andi umførum í tølt, fjór-
gongd og fimmgongd.
Sunnudagin verða final-
urnar hildnar.
FM kapping við
íslandsrossum
C
M
Y
K
3
2
Sig okkum frá
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo