leygardagur 19. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 95 - 19. mai 2001
Nr. 95 - 19. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Lyftubilurin hjá
sløkkiliðnum í Havn
var hóskvøldið
boðsendur at koma at
bjarga einum hundi,
sum stóð í óføri í
Kaldbak
BJARGAFERð
Edvard Joensen
Kaldbak: Brandmenninir í
Havn eru minst líka fittir
sum teir í teknirøðini við
Dunnaldi og teimum úr
Dunnuvík. Teir í Dunnuvík
plaga at bjarga kettum nið-
ur úr elsteyrum. Teir í Havn
bjarga hundum, so óviljað
er farnir til bjargar.
Tað situr ein forskrektur
hundur á eini hill í klett-
inum í grótbrotinum innan
fyri Kaldbak. Hann hevur
tað ikki gott, stakkalin. Er
stutt sagt hundabangin.
Har hevur hann sitið
einar tríggjar tímar. Hann
er lopin niður av eggini og
sleppur nú hvørki uppella
niður.
Ein kaldbaksmaður fór
inn í eitt hús oman fyri
grótbrotið, har hann hevur
kríatúr. Hann hevði hundin
við, og hesin gekk uttan-
fyri.
Tá maðurin var liðugur
við síni ørindi í húsinum,
var hundurin horvin, og
helt maðurin, at hann
mundi vera farin til hús.
Men so var ikki, og seinni
varð hundurin funnin í
berginum. Sitandi sum ein
annar bjargafulgur einsa-
mallur á eini lítlari hill í
klettinum.
Boð vórðu send eftir
sløkkiliðnum í Havn, sum
kom við stóra lyftubilinum.
Og eigarin saman við
tveimum
brandmonum
varð lyftur upp í bergið, har
hyndurin sat.
Hundurin var týðuliga
illa við av støðuni. Hann
hevði hug at flyta seg eitt
sindur. Kreyp og var so
bangin, at onkur teirra, sum
stóðu niðri á vegnum niðri
undir og eyleiddu hesa
bjargingarroyndina, óttað-
ist fyri, at hann kanska fór
at loypa út av av berari
ræðslu.
Men hann kennir tó
harran, og hesin fekk sissað
hann so mikið, at hann rakk
honum og fekk hann inn í
lyftina, har hann aftur var í
tryggum hondum, meðan
brandmeistarin sjálvur lor-
aði lyftuna niður aftur á
slætt.
Umleið 600 fólk gingu
hóskvøldið krav-
gongu úr Bygdar-
húsinum í Kollafirði
fram til rundkoyr-
ingina Frammi í Dal.
Tey kravdu at sleppa
at halda upp á rætt
sín at vera í verkfalli,
uttan at løgregla ella
aðrir myndugleikar
leggja uppí
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Edvard Joensen
Kollafirði: Undirtøkan var
fullkomulig, tá arbeiðara-
feløgini í verkfalli savnaðu
blokaduvaktirnar í Bygdar-
húsinum í Kollafirði hós-
dagin. Og fyri at vísa, at
vekt og meining er aftan
fyri tiltøkini, fór øll gongan
ein túr fram í Dal at hyggja
at staðnum, har løgreglan
kvøldið fyri rak blokadu-
vaktirnar burtur.
Tað kemur ein stór gonga
inn eftir gamla bygdarveg-
num í Líðini í Kollafirði.
Sum ein risastórur ormur
kemur gongan skríðandi
við javnari ferð inn eftir
vegnum. At hetta eru verka-
fólk í mótmælisgongu,
skilst beinanveg, fremri
endin nærkast. Har ganga
leiðararnir í Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag fremst.
Formenninir og nevndar-
limir. Og so koma øll hini
aftaná.
Fundur hevur verð í
Bygdarhúsinum, har røtt
hevur verið um, hvat nú er
til ráða at taka. Fundurin
var bara fyri tey, sum staðið
høvdu blokaduvakt, og
annars varða av arbeiðara-
feløgunum, sum eru í
verkfalli. Ikki vilja tey siga
nakað um, hvat gjørt verður
annað enn, at enn er ikki tíð
til hallar heim at venda.
Vilja stríðast
Nei, tað skilst á Ingeborg
Vinther, formanni Føroya
Arbeiðarafelags, at her er
nógv eftir at stríðast fyri.
– Og tað fara ogur eisini
at gera. Tað kanst tú b....
uppá!
Tað liggur eitt so hulisligt
smíl yvir teimum, tá spurt
verður, hvat sagt varð á
fundinum, og hvat ætlanin
nú er.
Ingeborg Vinther vil ikki
siga annað enn, at nú
veðrur farið ein gongutúr
inn eftir vegnum.
– Tað er so hugnaligt at
spáka eftir vegnum í frið og
náðum og njóta hetta góða
veðrið, sigur hon við einum
heldur spotskum brosi.
– Ogur fara at ganga inn
til rundkoyringina. Men
onga »ballade«. Tað er ikki
ogra stílur.
Men tað skilst á øllum
brøgdum, at hetta er helst
meira enn bara ein friðar-
ligur gongutúrur, sum nú
verður farin.
Við royndunum frá miku-
kvøldinum í mentu, verður
hetta av summum líka nógv
roknað sum ein styrkiroynd
mótvegis løgregluni, sum
nakað annað.
Tað verður sagt í rúgvuni,
at tað er ikki óvist, at løg-
reglan fer at handtaka
Ingeborg og kanska eisini
Vígdis Johannesen, for-
kvinnu í Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag.
Men sum skilst, ætlar
fólkið ikki, at tað skal
ganga so, um hagar til
kemur. Tey hava gjørt av í
allari stillheit at lata tær
báðar hvørva inn í miða
fólkarúgvuna
og
síðan
stúgva seg tætt saman um.
So tað skal gerast so trupult
sum gjørligt at finna tær.
Friðaligt
Javnt og støðugt fer gongan
inn eftir landsvegnum á
Langasandi. Strekkir seg
inn eftir Mýrunum og kem-
ur til rundkoyringina.
Eitt sindur ivast tey
fyrstu, hvat nú er at gera,
men tey ganga so bara runt.
Og runt, og einaferð aftur-
at, og so framvegis, til øll
eru komin uppí.
Bilarnir eru á veg til hús.
Halin
leingist
rættiliga
skjótt eftir tunnilsvegnum
út eftir Oyrareingjum. Út
móti Langasandi standa
teir, og fram í Dal er halin
eisini farin at leingjast. Tó
er hann ikki so slangur her.
Kanska tí tað vanliga koma
færri bilar tann vegin beint
eftir arbeiðstíð, ella kanska
tí, at teir hava tann møgu-
leikan, at teir kunnu venda
og halda til Havnar eftir
Oyggjarvegnum.
Tað kemur róp í, tí har er
knappliga ein bilur, sum vil
troka
seg
í
gjøgnum
rúgvuna. Men hann sleppur
ongan veg, tí har er ov tjúkt
fyri. Roynir at fara skeivu
megin rundkoyringina, men
verður steðgaður. Onkur
gerst beinanveg eitt sindur
mælskur í rúgvuni, men við
tað sama eru onnur, sum
fáa tey niður aftur á jørðina.
Tað gongur út móti ein-
um tíma, so halda leið-
ararnir, at nú er tíð at gevast
hesaferð og fara út aftur til
Kollafjarðar.
Boðað er aftur til fund
seinnapartin fríggjadagin.
Hann verður ikki so fjøl-
mentur sum hesin. Men tað
tykist eingin ivi vera um, at
fakfelagsleiðararnir, sum
eru í verkfalli, fáa stuðul
frá sínum limum.
Hundur í óføri
Kravgonga í Kollafirði
C
M
Y
K
5
4