Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 95 - 19. mai 2001 Nr. 95 - 19. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Tað er ein misskiljing, at tey, sum skipa fyri ítróttardegnum skulu betala 80.000 krónur. Men talan er um serflutning og hann er dýrur, sigur Strandferðslustjórin SKÚLAÍTRÓTTUR Áki Bertholdsen – Tey, sum skipa fyri skúlaítróttardegnum, skulu ikki betala 80.000 krónur. Men tað er dýrt at flyta børnini til og frá, so nakað skal betalast. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan kann ikki gera seg sjálva til eitt sjálv- tøkuborð, har fólk kunnu fáa serflutning til hetta ella hitt. – Vit hava eina ógvuliga tronga fíggjarætlan og hon er løgd eftir teirri ferða- ætlan, vit hava. Skulu vit so harafturat taka okkum av serflutningi av ymsum slagi fyri einki, standa vit eftir við einum undirskoti við ársenda, sum vit so mugu biðja landskassan um eykajáttan til. Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan tí er farin at herða treytirnar fyri serflutning av ymsum slagi. Tað ber í sær, at undirskotið av flutninginum skal fíggj- ast onkusvegna fyri at stovnurin skal fáa hildið fíggjarætlanina, sum hann hevur skyldu til. Strandferðslustjórin sigur, at tað má metast at vera serflutningur, at flyta 600 skúlabørn úr øllum úr øllum landinum til Vágs og til Tvøroyrar til skúla- ítróttardag. – Hetta liggur uttanfyri ferðaætlanina og á vanligu fíggjarætlanini seta vit ikki pening av til serflutning. Hetta er tí eisini ein spurn- ingur um eitt prinsipp um, at vit eiga ikki at gjalda fyri serflutning, sum liggur uttanfyri ferðaætlanina. Hann sigur, at soleiðis sum brævið frá Strand- ferðsluni til fyrireikararnar er orðað, er lætt at skilja tað soleiðis, at rokningin fyri hendan serflutningin er 80.000 krónur. – Hetta er ikki so, men brævið skuldi verið orðað øðrvísi og tað er eitt mistak, sum vit mugu taka á okkum. Brævið frá Strandferðsl- uni skal skiljast so, at tað kostar 80.000 tilsamans at taka sær av at flyta børnini til og frá ítróttardegnum. Hinvegin betala børnini ferðaseðlar, so nakað av inntøku er eisini. Men talan verður í øllum førum um eitt undirskot og millum- rokningin, sum er munurin ímillum inntøkurnar og útreiðslurnar, skal so fíggjast onkusvegna. Upp á standandi fót dugdi hann ikki at meta um, hvussu stór hendan eykarokningin fór at vera. Karin Maria Thorsteins- son, sum er ein av fyrireik- arunum á Tvøroyri, sigur, at Daniel P. Lamhauge, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, hevur síð- ani upplýst, at millum- rokningin í sambandi við ítróttardagin verður onku- staðni ímillum 20.000 krónur og 30.000 krónur, sum fígging so skal finnast til. – Tað ger tað sama um talan er um 20.000 krónur, ella um 80.000 krónur. Vit fáa onki gjørt við tað og sostatt stendur tað fast, at skúlaítróttardagurin í ár er avlýstur, sigur hon Í fjør var hann eisini avlýstur. Tá var tað tí, at lærarnir sjálvir vóru í verkfalli. Vit mugu fáa roknistykkið at ganga upp – Strandferðslan setir so stór, peningalig krøv, at tað verður ómøguligt at halda skúlaítróttardag nakra aðrastaðni, enn í Havn, sigur formað- urin í ítróttarlærara- felagnum SKÚLAÍTRÓTTUR Áki Bertholdsen Skúlaítróttardagurin, sum skuldi verða í Suðuroynni mikudagin 6. juni, er nú av- lýstur. Orsøkin er, at Strand- ferðslan hevur sett so hørð krøv, at tað ber snøgt sagt ikki til at hava dagin. Skúlaítróttardagurin er fyri børnini í 6. flokki í øllum Føroyum. Fyrireikararnir í Suður- oynni hava arbeitt leingi við at fyrireika dagin fyri teim- um 600 børnunum, sum tilsamans manna sættu flokkarnar kring landið. Ætlanin er at hava ítróttardagin bæði í Vági og á Tvøroyri, so at 300 børn eru á hvørjum staði. Sum vant, er tað Strand- ferðslan, sum tekur sær av at flyta næmingarnar úr øllum Føroyum til og frá ítróttardegnum. Men nú hevur Strand- ferðslan sett fyrireikarun- um so harðar treytir fyri at taka sær av hesum flutn- inginum, at tey hava gjørt av at avlýsa dagin. Strandferðslan vísir á, at túrurin til Suðuroyar kostar Strandferðsluni pening. – Tí heldur Strandferðsl- an tað vera rætt at tryggja sær eina ávísa upphædd fyri at flyta næmingarnar frá teimum ymsu skúlun- um, til og úr Suðuroynni. Mett verður, at 80.000 krónur er minsta mark fyri at flyta næmingarnar um alt landið, stendur í skrivi, sum fyrireikararnir hava fingið frá almenna flutningsfelag- num. Aldrin fyrr Tey, sum hava fyrireikað ítróttardagin siga, at hetta var sum at fáa eina kalda pøs í høvdið. – Hetta eru treytir, sum vit ongan møguleika hava at eftirlíka, sigur Karin Maria Thorsteinsson, lærari á Tvøroyri, sum er ein av fyrireikarunum. Tí hava tey nú gjørt av at avlýsa dagin. Hon heldur, at hetta er ómetaliga spell, at hetta skal vera komið upp nú, tí hetta er eitt tiltak, sum bara er fyri sættu flokkarnar og tí er tað bara einaferð í lívinum, at børnini fáa hetta upplivilsið. – Hetta hendur í teimum døgum, tá ið so nógv verð- ur tosað um økismenning og útjaðarapolitikk. Men hetta er so bara eitt prógv um, at tá ið tað kemur til stykkis, er hetta tann beri orðaskvaldur. Torfinn Højgaard, sum er formaður í Ítróttarlærara- felag sigur, at hetta hava tey aldrin verið úti fyri fyrr frá Strandferðsluni. – Vit hava havt ítróttar- dag síðani 1989 og Strand- ferðslan hevur altíð tikið sær av flutninginum. Teir ymsu partarnir í landinum hava skiftst um at skipa fyri degnum, men vit hava ongantíð áður fingið eykarokning fyri flutning- in, sigur hann. Hann sigur, at verður hetta mannagongdin, dettur hetta tiltakið helst niðurfyri - í hvussu so er, fer tað ikki at bera til at skipa fyri ítróttardegi aftur nakra- staðni uttanfyri Havnina. – Hetta er einasta felags tiltak, sum fólkaskúlin hev- ur, og alt arbeiðið, sum verður lagt í tað, er sjálvboðið og ókeypis. Tað mesta, vit kunnu vænta at fáa til dagin, eru einar 10.000 krónur frá Undir- vísingar og Mentamálastýr- inum til beinleiðis útreiðsl- ur av tiltakinum, eitt nú til at keypa útgerð og vørur fyri. So at krevja eyka pening frá okkum fyri at at flyta næmingarnar aftur og fram, er tað sama sum at avhøvda tiltakið, sigur Tor- finn Højgaard. Aftur í ár er skúlaítróittar- dagurin avlýstur og helst dettur tiltakið heilt niðurfyri, tí at Strandsferðslan er farin at senda eykarokningar fyri at flyta næmingarnar aftur og fram Tað er eitt prinsipp, at vit vit ikki flyta 600 skúlabørn úr øllum landinum til ítróttardag á Tvøroyri og í Vági, uttan at fígging fylgir við, tí annars fáa vit ikki fíggjarætlanina at halda, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni Krevur 80.000 krónur fyri at flyta skúlabørn til og úr Suðuroy Orsøkin til, at lógar- uppskotið um pos- tflutning ikki kom úr aftur vinnunevndini áðrenn tingsetandi endaði var sambært formanni nevndar- innar, at umboðini hjá Fólkaflokkinum súltaðu tað POSTVERKIÐ John Johannessen Bjarni Djurholm má takka sínum egna flokki fyri, at lógaruppskotið um post- virksemi ikki varð avgreitt í hesi tingsetuni. Hetta vísir Heni O. Heinesen, formaður í vinnunevndini á, eftir at Bjarni Djurholm alment hevur skuldsett Tjóð- veldisflokkin fyri at súltað málið við teirri avleiðing, at Postverkið ikki verður endurnýggjað. – Tað, sum hendi í vinnu- nevndini var, at ávísir limir í Fólkaflokkinum ikki kundu taka undir við uppskotinum, tí posthús skuldu leggjast niður. Fólkaflokkurin var ímóti uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, tí kom einki álit í tingið, ger Heini O. Heinesen greitt. Rossahandil Sosialurin skilir frá Heina O. Heinesen, at tað var Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, sum var heitastur fyri at súlta uppskotið hjá sínum egna partamanni. Jógvan á Lakjuni er formaður í mentanarnevnd- ini. Og har lá eitt uppskot, hann fegin vildi hava súltað. Talan var nevniliga um uppskotið hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í mentamálum, um broyt- ingar í kringvarpslógini. Landsgranskoðarin var komin við viðmerkingum til hetta uppskot, ið sáddu iva, um tað var rætt at samtykkja tað. Tí vildi Jógvan á Lakjuni hava uppskotið til kring- varpslógina súltað til næstu tingsetu. Og fyri at fáa undirtøku fyri hesum frá øðrum limum í mentan- arnevndini, gjørdi hann eina avtalu um, at hann skuldi vera við til at súltað uppskotið í vinnunevndini um postvirksemi hjá parta- manninum. Málið um Postverki Føroya verður nú nýtt til politiskar markeringar úr hvør sínum leiri í sam- gonguni. Slíkar útmeldingar eru farnar at eyðkenna samgonguna EYGLEIÐING John Johannessen Markeringar frá hvør sínum veingi í samgonguni er nakað, sum síðani hørðu samgongustríðini er farið at eyðkenna samgongustevn- ið. Hetta er eisini galdandi fyri málið um at dagføra Posverk Føroya. Uppskotið hjá Bjarna Djurholm um postvirksemi er eitt uppskot til eina generella lóg um postvirk- semi í Føroyum. Sum so hevur uppskotið lílta ávirk- an á, um sjálvt Postverkið verður dagført ella ikki. Men fyri stuttum hevur landsstýrismaðurin við ábyrgdini fyri Postverkið alment gjørt greitt, at av- leiðingin av, at uppskotið ikki varð samtykt hesa ting- setuna er, at Postverkið ikki verður dagført, og at tað fer at merkja uppsagnir og verri tænastustøði. Skuld- ina hevur hann í fjølmiðl- unum givið Tjóðveldis- flokkinum. Síðani er Tjóðveldis- flokkurin komin við al- mennum viðmerkingum um, at Postverkið sjálvsagt verður dagført, og at semjan um at dagføra tað stendur við. Harafturat hevur hann átalað, at Bjarni Djurholm tosar um, at tað helst verður neyðugt við uppsagnum innan Post- verkið. Alt hetta bendir á, at politikarar og politiskir flokkar í samgonguni í størri mun nýta vánaligu støðuna hjá Postverkinum til at markera seg politikst, enn at finna saman um, hvussu Postverkið kann dagførast. Orsøkin er helst, at Tjóð- veldisflokkurin á vinstra- veinginum og Fólkaflokk- urin á høgraveinginum hava heilt hvør sína hugsan um, hvussu betrast kann um Postverk Føroya. Og orsakað av vánaliga stevinum í samgonguni, melda flokkarnir út hvør í sínum lag, í staðin fyri at finna eina hóskandi loysn innanhýsis í samgonguni. Mentamálastýrið søkir nú eftir nýggjum stjóra til Sjónvarp Føroya. Stjórin verður settur 1. august í ár STJÓRASTARV John Johannessen Landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, fer fyrsta august í ár at seta nýggjan stjóra fyri Sjónvarp Føroya. Síðani Tróndur Djurhuus segði seg úr stjórasessinum fyri Sjónvarpið, hevur út- varpsstjórin, Jógvan Jespersen, verið stjóri fyri báðar almennu loftmiðlar- nar. Sum stjóri fyri Sjónvarp Føroya hevur tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni av stovninum. Tað er stjórin, ið setur starvsfólkið, eins og hann hevur fyrisitingar- ligu og fíggjarligu ábyrgd- ina av stovninum mótvegis landsstýrismanninum í mentamálum. Mentamálastýrið ger í tíðindaskrivi og í starvs- lýsingum í bløðunum greitt, at av umsøkjarunum krevst útbúgving frá lærd- um háskúla ella onnur við- komandi útbúgving, leiðsluroyndir frá almenna ella privata arbeiðsmarkn- aðinum, góð samstarvsevni og mennandi leiðslustílur. Harumframt krevst kunn- leiki til føroyska mentan og føroyskt mentanarlív. Sjónvarpið skal nevniliga mótvegis borgarunum senda sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Stovnurin skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsing, talufrælsi og sakliga og óhefta upplýsing. Eisini er álagt Sjónvarpinum at veita eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Umsóknarfreistin er 18. juni. Sum sjónvarpsstjóri verður tú løntur eftir 37. lønarflokki hjá tænastu- monnum. Starvið er kortini ikki tænastumannastarv. Formaðurin í Vinnunevndini: Fólkaflokkurin steðgaði Postmálinum Sjónvarpið fær nýggjan stjóra Politiskar markeringar vorðnar vani 1. august í ár fer landsstýris- maðurin í mentamálum at seta nýggjan stjóra fyri Sjónvarp Føroya C M Y K 7 6 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in