mánadagur 22. oktober 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ]
Claus hugdi eftir javnleiki
Claus Bech Jørgensen var eykamaður, men kom ongantíð á vøllin
í dystinum hjá Blackpool í triðbestu ensku fótbóltsdeildini
leygardagin. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Crystal Palace,
og liðini gjørdu eitt mál í part. Crystal Palace legði seg á odda
beint fyri tíman, og tíggju minuttir seinni javnaði Blackpool. Liðið
hjá Claus Bech Jørgensen liggur sum nummar 16 av 24 liðum í
deildini og hevur fingið 13 stig í 11 dystum.
Terry skal leggjast
undir skurð
Liðformaðurin hjá Chelsea, John Terry, sum hevur verið
illa plagaður av skaðum seinasta árið, skal nú leggjast
undir skurð. Hesaferð er talan um skaða í knænum. Terry
kann vænta at vera uttanfyri vøllin í øllum førum næsta
mánaðin, og tað merkir, at hann eftir øllum at døma ikki
verður við í týdningarmikla EM-dystinum hjá Onglandi
móti Kroatia. Men steðgurin hjá Terry kemur kanska væl
við hóast alt, tí nú kann hann eisini lata brotið í kjálka-
beinium lekjast, áðrenn hann fer at spæla fleiri dystir
Vit vóru
tolnir
16 ára gamli Høgni
Midjord byrjaði fyri
fyrstu ferð inni í For-
muladeildini, og hóast
hann er so ungur sum
fáur Formulaleikari, so
sær hann hetta ikki sum
ein trupulleika.
- Nei, tað er als eingin
trupulleiki. Nú eri eg
ikki vanur við at spæla
í Formuladeildini, men
tað kemur. Kropsliga
haldi eg heldur ikki, tað
er nakar trupulleiki, sig-
ur ungi áleyparin.
Vit spurdu hann, hví
teir vóru omaná, tá ið
avtornaði.
- Vit bardust væl all-
an dystin, og vit halda
fokus eins leingi. Vit
vóru tolnir, sigur Høgni
Midjord hjá B71.
Spælið
hekk ikki
saman
Rógvi Poulsen, sum
um góða viku verður
18 ár, hevur eftir summ-
arsteðgin veruliga gjørt
vart við seg á AB-liðn-
um, og saman við Pæt-
uri Jørgensen var hann
mest sjónligur maður
ímóti B71. Rógvi held-
ur ymsar orsøkir vera
til tapið.
- Vit manglaðu nógv-
ar mans og spældu við
einum nýggjum liði.
Spælið hekk ikki sam-
an, og tað vísur seg, at
vit alt ov ofta tapa tep-
urt. Soleiðis er at vera
botnlið, sigur Rógvi.
Vit spurdu hann, hvat
AB hevur lært av hes-
um kappingarárinum í
Formuladeildini.
- Leikferðin og støðið
sum heilt er nógv
hægri. Ikki bara fyri
leikarar, men eisini fyri
nevndina. Næstu ferð
vit eru í Formuladeildini
haldi eg, at vit skulu
satsa frá byrjan av. Í ár
satsaði
nevndin
ov
nógv ímóti endanum av
kappingini, sigur Rógvi
Poulsen.
B71 hevur vunnið
allar tríggjar dystir
nar ímóti AB, sum
teir fluttu upp saman
við í fjør. B71 kann
røkka miðjuni í For
muladeildini, meðan
AB má niður aftur í 1.
deild
Formuladeildin
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Sandoyingar staðfestu sunnu-
dagin, at teir hava klára seg
betur enn AB, síðani liðini
bæði fluttu upp í Formula-
deildina seinasta kappingarár.
Tað er langt síðani avgjørt, at
AB fer niður aftur, og B71
kann framvegis røkka fram á
miðjuni á Formuladeildini.
Tað vóru tvey lið við nógv-
um óroyndum leikarum,
sum møttust á Argjum í gjár.
Serliga var tað AB, sum
mátti vera nógvar leikarar
fyri uttan. Allan Mørkøre,
Johan Ellingsgaard, Jónas
Tór Næs, Magnus Poulsen
og Evrard Blé vóru ikki við
vegna leikbann, skaðar og
av øðrum grundum.
Hjá B71 vóru Eirikur
Poulsen og Clayton Soares
skaddir, og hetta gav pláss
til tann bert 16 ára gamla
Høgna Midjord í álopinum.
Vindurin darvaði
Fyrstu løtuna av dystinum
var sera nógvur vindur, og
hesa løtuna kappaðust liðini
um, hvør stóð seg best í vind-
inum. Lítið og einki skipað
spæl var at síggja, men tá
vindurin so við og við tók av,
hildu liðini fram við at spæla
heldur oskipað. B71 hevði tó
munin, og sat meira á spæl-
inum.
Í verjustøðum trektu lið-
ini seg langt aftur á vøllin,
og hetta førdi við sær, at lið-
ini ongantíð komu afturum
verjuna hjá mótstøðuliðn-
um. Tí royndust liðini við
fleiri langskotum, og serliga
var tað B71, sum royndi seg
við hesum. Uttan iva tí, at
B71 hevði nógvan viðvind.
Tættast einum máli var
B71 fimm minuttir undan
steðginum, tá ið Vellington
stútaði eitt innlegg frá Sím-
ini Hansen. 18 ára gamli
Heðin Stenberg í AB-málin-
um stórbjargaði royndini og
tryggjaði AB eina hálvleiks-
støðu áljóðandi 0-0.
B71 gjørdi bart
Seinni hálvleikur var mun-
andi áhugaverdari enn fyrri
hálvleikur. Vindurin var nú
minkaður so mikið, at leik-
ast kundi uttan trupulleikar.
Bæði liðini stóðu sera tøtt á
vøllinum, og fríspælingar
og stórir møguleikar vóru
ikki at finna.
B71 var tó framvegis
omaná, og eftir einum tíma
gav tað úrslit. Símin Hansen
fekk sum tann fyrsti í dyst-
inum gott pláss í høgru
síðu, og hann stevndi mál-
rættað eftir málinum. Hann
lobbaði bóltin yvir AB-mál-
verjan, og inni á málstrikuni
var ein AB-verjuleikari um
at fáa bóltin burtur, men í
somu løtu kom Símin aftur
framvið og skeyt bóltin í
netið til 1-0.
Síðsta korterið kom meira
lív í, og samstundis við at
liðini fingu meira pláss at
spæla á, fór at ganga á bæði
mál. Einki lið megnaði tó at
fáa mál, og B71 vann sær
tískil øll stigini heim til
Sands.
B71-AB 0-1 (0-0):
B71 hevur takið á AB
B71 vann aftur hesaferð á AB, og harvið staðfestu sandoyingar, at teir hava klárað seg betur enn AB eftir uppflytingina í fjør
Mynd: Pætur Albinus
B71
AB