Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ] Beckham á vøllinum aftur David Beckham hevur havt eina misjavna eydnu í Los Angeles. Hann hevur havt ein drúgvan knæskaða, og hevur tí ikki enn verið tann fongurin, sum leiðslan í LA Galaxy hevði vónað. Men nú bragdar kanska hjá Beckham? Í dystinum millum LA Galaxy og New York Red Bulls kom Beckham á vøllin eftir 68 minuttir. Hann gjørdi tó ikki so stóran mun, og tað sást, at hann ikki hevði nakra serliga dystarvenjing. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Galaxy mugu nú vinna síðsta dystin í grundspælinum ímóti Chicago Fire fyri at koma víðari í MLS-endaspælið. AaB fekk javnt í toppdystinum Um vikuskiftið hevði AaB vitjan av FC Keypmannhavn í donsku superliguni. Talan var um toppdyst, og sum ein topddysti líkt, var dysturin tættur og málleysur. FCK hevði leikliga yvirvág, men AaB var eisini við í dyst- inum, og samanumtikið var javnleikur á góðari leið. Eing- in av føroysku spælarunum hjá AaB var á vøllinum, og tað kom illa við hjá AaB, at toppskjúttin, Rade Prica, varð vístur av vøllinum móti endanum av dystinum. Hann fær nú leikbann. Póllendingurin Piotr Krakowski skiftir frá EB/Streymi til FS Vágar at vera venjari Venjari Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo FS Vágar og Piotr Krakow- ski hava skrivað sáttmála sum ber í sær, pólendingurin skal standa fyri 1. liðnum hjá vágamonnum næsta kappingarár. Tað skrivar heimasíðan hjá FS Vágum. - Sáttmálin varð undir- skrivaður longu tann 10. oktober, men við virðing fyri starvinum í EB/ Streymi, valdu partarnir ikki at almannakunngera tíðindini beinanvegin, men heldur at bíða til kappingin var av, sigur FS Vágar. Jan Dam hevur verið venj- ari hjá FS Vágum í hesum kappingarárinum, men tá ið tað gjørdist greitt, at hann ikki helt fram, fór FS Vágar at leita eftir nýggjum venjara. Piotr kom til Føroya at leika við B71 seinast í 80- unum. Í nítiárunum gjørdist hann fyrst leikandi venjari og síðani venjari burturav. Seinastu fimm árini hevur Piotr vant EB/Streym, og har vann hann steypakapp- ingina fyrr í ár. - Sáttmálin, sum varð undirskrivaður 10. oktober er við FS Vágar, men avtalað er, at verður nýggja felagið í Vágum til nakað, verður sáttmálin fluttir yvir higar. Talan er í fyrstu syftu um ein eitt ára sáttmála, men báðir partar vóna tó, at talan skal gerast um eitt drúgvari samstarv enn so, skrivar FS Vágar á heima- síðu sínari. Piotr fer í Vágarnar Eftir fimm ár í EB/Streymi skal Piotr Krakowski venja felagsliðið í Vágum Talan var um størsta sigurin á árinum, tá ið Skála varð sett upp á pláss av GÍ, sum fyri fyrstu ferð í ár fór av heimavøllinum uttan at hava fingið mál ímóti sær GÍ-SKÁLa Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað plagar ofta at vera tætt, tá ið nógvu oyggjauppgerð- irnar eru á skránni í Eyst- uroy. Einki bendi á, at tað ikki skuldi verða soleiðis, tá ið síðsti landskappingar- dysturin var á skránni í Sarpugerði. Skála vitjaði, og eftir 25 umfør var munurin millum GÍ og Skála á støðutalvuni millum lítil og eingin. Men talan gjørdist um rættuligt skrædl í Gøtu, har lágættarvindurin bar við sær, at tað var torført at sýna polerað fótbóltsspæl. Munurin í spælbýti var kanska ikki so ógvuliga stórur, men í atsóknum á málið og í málum gjørdist munurin so mikið stórur, sum hann ikki áður hevur verið í ár. Hvørki hjá GÍ ella Skála. GÍ vann 5-0, og hetta var fyrsta ferðin í hesum kapp- ingarárinum, at gøtumenn fóru av heimavøllinum í ár, uttan at mótstøðuliðið hevði megnað at fingið bóltin í málið aftanfyri stinna mál- verjan Geza Turi, sum eisini næsta ár fer at verja GÍ málið. Álopsparið funnið saman Fyrstu løtuna bendi einki á, at talan skuldi gerast um so stóran sigur. Hol kom á, tá ið fyrra umfarið var næstan hálvleikt. Stutt horna í vinstru endaði við, at Christian Lundberg sendi innfyri, og Hans Jørgen Djurhuus, sum tykist vera komin seg væl, eftir at skaði leingi hevur darvað, stýrdi bóltin í málið. Álopsparið hjá NSÍ, Christian Lundberg og Hendrik Rubeksen, hava rættuliga funnið saman, og teir vóru meistarar fyri 2-0 málinum. Vongverjin í høgru, Jónreid Dalheim, sendi høgt og langt fram í brotsteigin. Hendrik Rubeksen fekk tamarhald á, spældi til Christian Lund- berg, sum lyfti upp um mál- verjan og í málið. Undan steðginum økti heimaliðið til 3-0, og harvið var tað mest sum avgjørt, at stigini fóru at vera í Gøtu. Skálamenn vildu vera við, at Sam Jacobsen gjørdi frí- spark, tá ið hann tók bóltin av verjuspælara. Tað metti dómarin ikki, og úr einum 20 metrum sendi miðvall- arin bóltin undan vindinum og í meskarnar. Hesa løtuna hevði GÍ fleiri góðar royndir. Eitt nú rakti Hans Pauli Petersen, sum er ein av teimum, ið hevur verið nógv skaddur, og sum nú er komin seg væl, í stólpan. Beinanvegin eftir hvíldina økti Christian Lundberg til 4-0, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Hendrik Rubeksen rimmar sigurin. Uppspælinum stóð Tomasz Sajdak fyri, tá ið hann úr høgru sneiddi framvið fleiri. Tá vóru skálamenn longu undirmannaðir. Teitur R. Joensen hevði sæð reytt. 5- 0 til GÍ, sum við úrtøku í Vági leygardagin kann staðfesta fimta plássið. GÍ-Skála 5-0 (3-0): Gøtumenn vóru flúgvandi GÍ var nógv tað betra liðið á vøllinum í Gøtu sunnudagin Skála GÍ