Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ] Bæði B68 og ÍF hava sett venjarar og arbeiða nú við at skapa grundarlag undir tilveru í fremstu røð UPPFLYTARAR Jákup Mørk Tað hevur verið greitt í fleiri vikur, og leygardagin fingu tey handað gull og silvur. B68 og ÍF hava vunn­ ið uppflyting í Formula deildina, og tað verður í báðum feløgunum arbeitt við at skapa grundarlag undir avbjóðingini, sum sjálvandi verður væl størri, enn hon hevur verið tað í næstbestu deildini. Í ár flutti annar uppflytarin frá í fjør niður aftur. Hagtøl­ ini vísa, at í hvussu so er annar uppflytarin skjótt dett­ ur niður aftur. Tað er at sleppa undan at gerast part­ ur av hesum veruleikanum, at tey bæði á Toftum og í Fuglafirði fyrireika seg. Í eina tíð heur tað verið greitt, at Jón Simonsen fer at halda fram sum venjari hjá ÍF. Fríggjadagin varð greitt, at Bill Jacobsen verð­ ur nýggjur venjari hjá B68. Hann fer at loysa Rúna Nolsøe av. Rúni segði far­ væl leygardagin, eftir at hann annað árið á rað hevði staðið á odda fyri liði, sum flutti upp í bestu deildina. Í fjør vandi hann AB. Bill Jacobsen er ikki púra nýggjur venjari á Toftum. Í fjør hevði hann eftir summ­ arfrítíðina ábyrgdina av For­ mulaliðnum, sum stríddist fyri at sleppa undan niður­ flyting. Gongdin hjá Bill og B68 var ikki so galin, men útgangsstøðan var so mikið vánalig, at tað slapst ikki undan niðurflytingini. Í ár hevur Bill havt ábyrgd­ ina av ungdómsvenjingini á Toftum, og nú verður hann altso høvuðsvenjari í Tofta Ítróttarfelag. Tað hevur ljóðað, at bæði ÍF og B68 arbeiða við at fáa nýtt fólk. Onkrir av stuðuls­ spælarunum hjá ÌF hava skrivað undir nýggjar avtal­ ur. Á Toftum verður roknað við fleiri av teimum, sum hava verið við til at spæla liðið upp í Formuladeildina, men samstundis verður ásannað, at tað verður neyð­ ugt at styrkja um liðið. Onkrir útlendskir spælarar skulu hjálpa til. Unglingarn­ ir hjá B68 vunnu bronsu í FM kappingini í ár. Tað verður vónað, at hesir og ungir spælarar, sum eru upp­ aldir í felagnum, í alt størri mun skulu gerast partur at Formulaliðnum. Men tað skal nógv til hjá uppflyt­ arum, um teir skulu standa seg. Tað vísa royndirnar! Fredericia vann fyri fyrstu ferð Tað hevur gingið av skriðuni hjá Fredericia í næstbestu kvinnudeildini í hondbólti. Men í gjár bragdaði. Fredericia vann torføra útidystin ímóti Gladsaxe við 27­25. Annika Ljósstein skeyt eitt mál, og hon fekk eisini eina 2 minuttirs útvísing. Fredericia hevur 2 stig fyri 5 dystir. Tær liggja sum nr. 12 av teimum 14 liðunum, sum er eitt av teimum trimum niðurflytingarplássunum. Símun skoraði í Noregi Landsliðsspælarin Símun Samuelsen skoraði eitt av málunum, tá ið felag hansara, Notodden, tapti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í gjár. Notodden legði seg á odda 1­0 eftir upplegg frá Símun Samuelsen, og síðani økti Símun sjálvur til 2­0. Mandalskameraterne javnaðu til 2­2, men so legði Notodden seg aftur á odda. Endin var tó, at Mandalskameraterne bæði javnaðu og løgdu seg á odda 4­3, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum B68 og ÍF brynja seg Veteranurin Øssur Hansen við steypinum wVenjarin, Rúni Nolsøe fekk ein luftúr leygardagin. Annað árið á rað hevur Rúni verið við til at føra lið úr næstbestu deildini og upp í Formuladeildina Mynd: Álvur Haraldsen Bill Jacobsen tekur við eftir Rúna Nolsøe sum venjari í B68