mánadagur 22. oktober 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 204 - 22. oktober 2007 ]
Flindt-Bjerg vann
Odd Grenland spældi í gjárkvøldið týðandi botndyst imóti Start í
norsku Tippuliguni. Odd Grenland skuldi vinna fyri at varðveita
vónina um at yvirliva í deildini, og tað eydnaðist. Odd Grenland
skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og tað var nóg mikið til at vinna
dystin. Start liggur nú fýra stig frammanfyri Odd Grenland áðrenn
seinastu tvey umførini. Kravið til liðið hjá fyrrverandi KÍ-
venjaranum Ove Flindt-Bjerg er sigur í báðum teimum seinastu
dystunum.
Laudrup fekk hol á
Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup er komin undir
trýst í starvi sínum sum venjari fyri spanska felagið
Getafe. Orsøkin er, at liðið ongan dyst hevði vunnið í
fyrstu sjey umførunum av sponsku kappingini. Í
gjárkvøldið lætnaði eitt sindur hjá Laudrup, tí Getafe
vann 2-0 á heimavølli ímóti Murcia. Getafe liggur tó
framvegis á niðurflytingarplássi í Primera Division.
Mest spennandi
kappingarár í formil 1
í nýggjari tíð endaði í
gjár við eini koyring,
ið var á tremur við
drama og spenningi.
Fyri McLaren-
Mercedes liðið og
teirra koyrarar,
Lewis Hamilton og
Fernando Alonso,
var vónbrotið
stórt, meðan Kimi
Räikkönen tók
heimsmeistaraheitið
og vísti, at Ferrari
valdi rætta mannin
at avloysa sjeyfalda
heimsmeistaranum,
Michael Schumacher.
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Kimi Räikkönen er heims-
meistari í formil 1, við sigri
í brasilsku koyringini á
Interlagos breytini, tryggj-
aði finnin, ið mikudagin
gjørdist 28 ár, sær meist-
araheitið, bert eitt stig
framman fyri teir báðar
McLaren koyrararnar Lewis
Hamilton
og
Fernando
Alonso.
Koyringin á Interlagos
breytini,
var
óvanliga
dramatisk, og sum fjeppari
av formil 1, var hetta ein av
mínum størstu upplivingum
frammanfyri
sjónvarps-
skíggjan.
Øll eygu vend
móti Interlagos
Spenningurin um heims-
meistaraheitið var stórur,
eftir óvæntaða úrslitið í
seinastu koyring, tá odda-
fiskurin í kappingini um
heimsmeistaraheitið, Lewis
Hamilton koyrdi av breytini.
Tí vóru øll formil 1 áhugaði
eygu vend móti Interlagos
breytini, har teir 22 formil
1 koyrararnir kappaðust í
bakandi hita, luftin var 36
hitastig, meðan asfaltið var
65 hitastig.
Lewis Hamilton var enn
á odda í kappingini um
heimsmeistaraheitið. Hann
hevði fýra stig niður til lið-
felagan, Fernando Alonso
og sjey niður til Kimi Räik-
könen, við einans tíggju
stigum at kappast um, var
spenningurin stórur.
Lewis Hamilton
favorittur
Felipé Massa hevði í tíðar-
koyringini á heimabreyt
síni, koyrt skjótasta umfarið
í sínum Ferrari bili. Hann
hevði ikki longur møguleika
at gerast heimsmeistari,
men vísti, at hann ikki skal
vera undimettur komandi
ár. Lewis Hamilton gjørdi
eisini sítt leygardagin, og
byrjaði á øðrum plássi fram-
man fyri Kimi Räikkönen
og Fernando Alonso. Tað
tyktist tí sera sannlíkt, at
ungi bretin fór at skapa
sensatiónina og vinna meist-
araheitið í sínum fyrsta
kappingarári.
Alt gekk galið
Men Hamilton fekk sera
ringa byrjan á koyringina,
bæði Kimi Räikkönen og
Fernando Alonso fóru bein-
anvegin framvið honum.
Hetta setti eyka trýst á
Hamilton, ið ikki megnaði
at standa móti trýstinum og
koyrdi av breytini og fleiri
bilar fóru framvið honum,
áðrenn hann á áttanda plássi
kom aftur á breytina. Men
Hamilton, vísti hví hann
longu er vorðin størsta stjør-
nan í hesi ítróttargreinini.
Hann var eftir sjey umfør á
fimta plássi, og lá aftur til
at gerast heimsmeistari.
Men knappiliga fekk hann
tøkniligar trupulleikar við
gearkassanum, og datt aftur
á tjúgunda pláss, bilurin
koyrdi sera spakuliga runt á
breytini, men líka knapp-
liga riggaði bilurin aftur, og
Hamilton fekk ferð á. Hann
fór undir at stríða seg upp-
aftur gjøgnum feltið. Ì eini
desperatari roynd at hjálpa
honum, umskipaði liðið
hansara pittsteðgi strategi
til tríggjar steðgir, í mun til
teir báðar, ið øll hini brúktu.
Strategiin var rættiliga burt-
urvið, og kostaði hetta
Hamilton nógva tíð. og at
enda misti Hamilton sein-
asta møguleikan fyri at
klára at fáa fimta plássið, ið
kundi givið honum heims-
meistaraheitið
Alonso fekk ikki
avbjóðað
Meðan Lewis Hamilton
stríddi seg upp gjøgnum
feltið,
misti
Fernando
Alonso einu løtuna triðja
pláss til Robert Kubica í
BMW. Hóast hann at enda
vann triðja plássið aftur,
megnaði hann als ikki at
avbjóða Ferrari. Hann var
stutt sagt ikki nóg skjótur á
degnum.
Kimi heimsmeistari
Kimi Räikkönen var komin
úr fyrsta svingi á øðrum
plássi, beint aftan fyri lið-
felagan Felipe Massa og
frammanfyri
Fernando
Alonso. Hetta annað pláss
lá hann á til annan pittsteðg,
tá hann megnaði at koyra
longur enn liðfelagin Felipe
Massa, og vann neyðugu
sekundini fyri at taka fyrsta
plássið. Væl koyrt av Kimi
Räikkönen, ið eftir seks ár í
formil 1 og tveimum øðr-
um plássum í kappingini
um
heimsmeistaraheitið,
endiliga er vorðin heims-
meistari. Ferrari hava av
sonnum funnið avloysaran
til Michael Schumacher og
í Finlandi og í Italia var
veitsla í gjárkvøldi.
Formil 1 vann
Hóast tað kendist óvanliga
órættvíst, at Hamilton misti
heimsmeistaraheitið í síðstu
løtu, so er eingin ivi um, at
hetta kappingarárið hevur
vakt áhugan fyri formil 1
aftur, og vit kunnu bara
gleða okkum til komandi
kappingarár, ið fer av bakka-
stokki í mars.
Räikkönen gjørdi bart
Heimsmeistara-
heitið í formil 1
fyri lið eftir 17. og
seinasta umfarið
Nr Lið
Stig
1 Ferrari
204
2 BMW Sauber
101
3 Renault
51
4 Williams-Toyota
33
5 Red Bull-Renault
24
6 Toyota
13
7 STR-Ferrari
8
8 Honda
6
9 Super Aguri-Honda 4
10 Spyker- Ferrari
1
-
McLaren-Mercedes*
*McLaren-Mercedes varð
dømt til at missa øll síni
stig í kappingini um HM
fyri lið, fyri at hava njósnað
móti Ferrari. Bilførarnir hjá
liðnum fáa stig, men hesi
telja bara ikki við í
liðkappingini. Tey 218
stigini, ið Hamilton og
Alonso hava fingið, fella
heilt burtur í kappingini
fyri lið
Brasilska formil 1 koyringin
á Interlagos breytini
Úrslit Navn
Lið
Tíð/givin
Stig
1
Kimi Räikkönen
Ferrari
1:28:15.270
10
2
Felipe Massa
Ferrari
+1.4 sekund
8
3
Fernando Alonso
McLaren-Mercedes
+57.0 sekund
6
4
Nico Rosberg
Williams-Toyota
+62.8 sekund
5
5
Robert Kubica
BMW
+70.9 sekund
4
6
Nick Heidfeld
BMW
+71.3 sekund
3
7
Lewis Hamilton
McLaren-Mercedes
+1 umfar
2
8
Jarno Trulli
Toyota
+1 umfar
1
9
David Coulthard
Red Bull-Renault
+1 umfar
10
Kazuki Nakajima
Williams-Toyota
+1 umfar
11
Ralf Schumacher
Toyota
+1 umfar
12
Takuma Sato
Super Aguri-Honda
+2 umfør
13
Vitantonio Liuzzi
STR-Ferrari
+2 umfør
14
Anthony Davidson
Super Aguri-Honda
+3 umfør
Givin
Adrian Sutil
Spyker-Ferrari
Bremsur
Givin
Rubens Barrichello
Honda
Motorur
Givin
Heikki Kovalainen
Renault
Óhapp
Givin
Sebastian Vettel
STR-Ferrari
Hydraulikkur
Givin
Jenson Button
Honda
Motorur
Givin
Mark Webber
Red Bull-Renault
Gearkassi
Givin
Sakon Yamamoto
Spyker-Ferrari
Samanstoytur
Givin
Giancarlo Fisichella
Renault
Samanstoytur
Heimsmeistaraheitið í formil 1 fyri
koyrarar eftir 17. og seinasta umfarið
Støða
Koyrari
Land
Lið
Stig
Heimsmeistari Kimi Räikkönen
Finland
Ferrari
110
2
Lewis Hamilton
Bretland
McLaren-Mercedes
109
3
Fernando Alonso
Spania
McLaren-Mercedes
109
4
Felipe Massa
Brasilia
Ferrari
94
5
Nick Heidfeld
Týskland
BMW
61
6
Robert Kubica
Póland
BMW
39
7
Heikki Kovalainen
Finland
Renault
30
8
Giancarlo Fisichella
Italia
Renault
21
9
Nico Rosberg
Týskland
Williams-Toyota
15
10 David Coulthard
Skotland
Red Bull-Renault
14
11 Alexander Wurz
Eysturríki
Williams-Toyota
13
12 Mark Webber
Australia
Red Bull-Renault
10
13 Jarno Trulli
Italia
Toyota
8
14 Sebastian Vettel
Týskland
STR-Ferrari
6
15 Jenson Button
Bretland
Honda
6
16 Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
5
17 Takuma Sato
Japan
Super Aguri-Honda
4
18 Vitantonio Liuzzi
Italia
STR-Ferrari
3
19 Adrian Sutil
Týskland
Spyker-Ferrari
1
Nýklakti heimsmeistarin í
formil 1 lat sjampanjuna
fossa
Mynd: Polfoto