Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 22. oktober 2007 31 tíðindi Stutt Sagt Aalborg rúsevna- miðstøð Fólk, sum dagliga arbeiða í rúsevnaumhvørvinum í Aalborg, siga, at í veru­ leikanum er býurin eitt slag av einari miðstøð fyri handli við rúsevnum. TV2­Nord visti at siga um vikuskiftið, at nógv fólk koma úr øðrum pørtum av Danmark til Aalborg at keypa amfetamin og onnur rúsevni, tí tey eru bíligari har enn aðrastaðni. Løg­ reglan í Aalborg sigur seg vera vitandi um, at fólk úr øðrum býum koma til Aalborg at keypa rúsevni, men hon hevur ikki var­ hugan av, at rúsevnið er bíligari har enn í øðrum býum. Vetrar- veður Køld luft av landnyrðingi hevur havt við sær, at tað hevur verið rættiliga kølið nógvastaðni inni á evrope­ iska meginlandinum um vikuskiftið. Í Kekkia, Eysturríki og Týsklandi fór hitin niður um frost­ markið í 600 metra hædd, og tað kavaði nógvastaðni. Serliga har suðuri í Týsk­ landi hava fólk fingið greið tekin um, at veturin stendur fyri durum. Leyg­ arnáttina fór tað at kava nógvastaðni í Bayern, og á München­leiðini var alt hvítt leygardagin. Á tí hægsta fjallinum í Týsk­ landi, Zugspitze, var kavin 80 centimetrar tjúkkur. Kvinna lá 19 tímar í sjónum Ein amerikonsk kvinna varð bjargað í øllum góð­ um um vikuskiftið, eftir at hon hevði verið 19 tímar í sjónum uttan fyri Manui á Hawaiioyggjunum. Kvinn­ an var farin eina ferð við kajakk, men ein hvirla holvdi kajakkina, so kvinn­ an endaði í sjónum. Har var hon so heppin at fáa fatur á einum vatndunki, og við honum helt hon sær flótandi, til eitt fiskifar kom fram á hana. Kvinnan greiddi frá, at hon hevði roynt at fáa kajakkina aftur á rættkjøl, men til fánýtis. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit hava biðið PKK leggja vápnini. Vilja teir ikki tað, mugu teir fara úr Irak at útinna sín gerning (irakski forsetin Jalal Talabani) útlond Gerry McCann hevur havt farloyvi, síðani dótturin Madeleine hvarv, men nú vil hann sleppa aftur til arbeiðis sum skurðlækni Hóast hann framvegis er undir illgruna í málinum um Madeleine, ætlar Gerry McCann sær aftur til arbeið­ is nú. Síðani fyrst í mai hevur hann havt farloyvi frá starvinum sum hjartaskurð­ lækni, men eftir at hava tingast við leiðsluna á sjúkrahúsinum hevur hann gjørt av at byrja aftur, skriv­ ar blaðið Sunday Express. Leiðslan á Glenfield­ sjúkrahúsinum í Leicester sigur við blaðið, ay Gerry McCann er vælkomin aftur til arbeiðis, men sambært blaðnum eru tað ikki øll, sum halda, at avgerðin er røtt. Tey vísa á, at maðurin er framvegis undir illgruna í málinum um Madeleine, og tað kann hava við sær, at summir sjúklingar fara at aftra seg við at tosa við hann, skrivar blaðið. Leiðslan á Glenfield­ sjúkrahúsinum hevur sett ymisk trygdartiltøk í verk í sambandi við, at Gerry McCann kemur aftur til arbeiðis, og tey seinastu til­ tøkini komu í gildi leygar­ dagin. Tað er ikki heilt greitt, nær Gerry McCann byrjar aftur á sjúkrahúsin­ um, men sum skilst sleppur hann ikki at gera størri hjartaskurðviðgerðir teir báðar fyrstu mánaðarnar. Teir víðgongdu høgraflokkarnir í Póllandi fingu ein so dyggan frammaná á valinum í gjár, at teir ruku úr tjóðartinginum Jaroslaw Kaczyski, forsætis­ ráðharri, noyddist í gjár­ kvøldi at ásanna, at stjórnar­ samgonga hansara hevði tapt valið, og at eitt stjórn­ arskifti var á veg. Persónliga kundi forsætis­ ráðharrin ugga seg við, at hansara egni flokkur, PiS, fekk 31 prosent av atkvøð­ unum og sostatt fýra prosent­ stig í framgongd. Men trup­ ulleiki hansara var, at teir báðir víðgongdu stuðuls­ flokkarnir fingu ein so dyggan frammaná, at teir mistu øll síni umboð á tingi. Á seinasta vali fingu teir báðir flokkarnir ávikavist 11 og 8 prosent, men í gjár fingu teir minni enn eitt prosent í part. Tann stóri sigursharrin var tann frælslynti flokkur­ in, sum fekk 44 prosent av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum 227 av teimum 460 tinglimunum, og sostatt vantar flokkinum bara fýra tinglimir í at hava meiriluta einsamallur. Men flokkurin hevur tryggjað sær stuðul frá bóndaflokkinum, sum fekk 27 tinglimir, og sostatt hevur tann frælslynti floks­ formaðurin, Donald Tusk, tryggjað sær tryggan meiri­ luta í tinginum. Nærri Evropa Hinvegin er einki at ivast í, at tann nýggi forsætisráð­ harrin kann fáa trupullerikar við forsetanum, Lech Kaczynski, sum longu hev­ ur lovað at órógva arbeiðið hjá tí nýggja stjórnarleiðar­ anum. Men forsetin sleppur ikki at gera, sum honum lystir, tí Vinstrasamgongan hevur lovað at stuðla stjórn­ ini ímóti forsetanum, og við atkvøðunum hjá Vinstra­ samgonguni hevur stjórnar­ samgongan nóg nógvar atkvøður fyri at seta sýting­ arrættin hjá forsetanum til viks, skrivar NTB. Í ES varð bíðað við spenn­ ingi eftir valinum í Póllandi. Kaczynski­brøðurnir hava verið tungir hjá ES at dansa við, men ein talsmaður fyri Donald Tusk segði í gjár­ kvøldið, at tann nýggja stjórnin fer at føra Pólland aftur í hjartað í Evropa, sum hann málbar seg. Tey víðgongdu fingu sekkin Gerry McCann aftur til arbeiðis Donald Tusk verður nýggjur forsætisráðharri í Póllandi (Mynd: Polfoto) Gerry McCann fer nú aftur at arbeiða sum hjarta- skurðlækni (Mynd: Polfoto)