týsdagur 23. oktober 2007síða 1
Tekstur á síðuni
Nr. 205 • týsdagur • 23. oktober 2007 • 81. árgangur • Kr. 15,00
Ítr 25-27
Holst í
heims
flokki
www.kulgel.com
kular kavadraktir
729,-
Vetrardekk
Vegurin Langi · Hoyvík · Tel. 353040
rs@reyniservice.fo ·
Tey vælumtøktu vetrardekkini frá Dunlop og Goodyear eru nú at fáa
í øllum okkara deildum. Ókeypis áseting og avbalansering.
Reyni Service, Vegurin langi
Reyni Service, Klaksvík
Auto Service, við Oyggjarvegin
Løgtingið hevur í dag við
aðru viðgerð samtykt
upprunauppskotið hjá
Edmund Joensen um at
skipa Føroyar sum eitt
valdømi beinanvegin.
Politikkur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Spurningurin um Føroyar sum eitt
valdømi hevur verið til viðgerðar í
Løgtinginum í dag.
Í seinastu løtu royndi Marjus
Dam, formaður í rættarnevndini,
og argur mótstandari av uppskoti
num, fyrrapartin at útseta málið
um at gera Føroyar til eitt valdømi.
Vegna nakrar tinglimir í samgong
uni heitti hann á løgtingsformannin
um at fáa málið útsett, tí hetta er
eitt so stórt og týðandi mál, at tað
eigur at fáa neyvari viðgerð. Men
tað vildi løgtingsformaðurin ikki.
Edmund Joensen, sum eigur
uppskotið um Føroyar sum eitt
valdømi, ásannaði, at talan var
um eitt týðandi mál. Men hann
vísti eisini á, at málið hevur fingið
ta politisku viðgerð, tað skal hava
eftir skipanini. Og harafturat hev
ur rættarnevndin tvær ferðir fing
ið longt tíðarfreistina.
Málið fekk hesa gongdina. Part
ur av samgonguni vildi hava mál
ið aftur í nevnd, men tað broyting
aruppskotið fall. 17 atkvøddu
ímóti. Síðani varð atkvøtt um
broytingaruppskotið frá minnilut
anum um gildiskomuna til eftir
valið. Hetta uppskotið fall eisini.
18 vóru ímóti og 14 fyri.
Síðani varð atkvøtt um upp
skotið frá meirilutanum í rættar
nevndini um at hækka tingmanna
talið frá 32 upp í 33. Har vóru 17
jaatkvøður, 13 neiatkvøður og
tvær blankar.
Til síðst kom endaliga uppskotið
hjá Edmundi Joensen til atkvøðu
greiðslu.
Her atkvøddu 19 fyri, meðan
13 vóru ímóti. Sostatt hevur Løg
tingið
samtykt
hetta
sera
umstrídda uppskotið um at gera
Føroyar til eitt valdømi longu frá
komandi
vali
við
33
ting
monnum.
Edmund Joensen segði eftir 2.
viðgerð.
Hetta er eitt stórt og týðandi
mál fyri samfelagið, og persónliga
eri eg væl nøgdur við úrslitið. Eg
havi verið tilhangari av einum
valdømi, tí samfelagið broytist og
verður bygt saman við vegum og
tunlum. Vit fáa eitt betri demokrati
við einum valdømi, har fólk
kunnu velja tann, tey vilja. Møgu
leiki er fyri betri kvinnuumboðan,
greiðari býti millum land og
kommunur,
segði
Edmund
Joensen og gjørdi vart við, at
hetta bert er onnur viðgerð og nú
er ein 3. viðgerð eftir, og tað er
ikki til at siga, um úrslitið verður
tað sama.
Við so greiðum meiriluta skal
nógv henda, um uppskotið fellur
við 3. viðgerð, ella eitt broytingar
uppskot verður samtykt.
Jóannes Eidesgaard segði eftir
atkvøðugreiðsluna:
Løgtingið hevur havt eina
demokratiska,
parlamentariska
viðgerð, og vit mugu innstilla okk
um uppá, at hetta verður framtíðin.
Er tað so, at samgongan framvegis
er arbeiðsfør, so verður onki
nýval. Um tað mótsatta ger seg
galdandi, so veit eg eisini, hvat
tað merkir. Altso um eg ikki havi
eina arbeiðsføra samgongu. Eg
dugi ikki at siga her og nú, hvat
avleiðingin kann vera, men vóni,
at vit kunnu halda fram og
avgreiða tey mongu málini, sum
liggja
á
borðinum,
segði
løgmaður.
edmund
sigraði