Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 205 - 23. oktober 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi PARTABRØV LÆKKAÐU AFTUR Tað var ein blandingur av vánaligum roknskapum, methøgum oljuprísi, vaksandi arbeiðsloysi og tosi um kreppuna á fíggjar–og bústaðarmarknaðinum sum kyknaði upp aftur, sum fekk partabrøv at lækka 1,8% í Europa í farnu viku. At oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina og skumpar undir prísvøksturin í USA ger tað verri hjá tjóðbankanum at rættvísgera fleiri rentulækkingar. Tó man lítil ivi verða um, at rentan verður lækkað seinast í mánaðinum fyri at stimbra búskapin í USA. SPRÓN FER Á MARKNAÐIN Í dag verður íslendski sparikassin Sprón sum Eik eigur áleið 8,5% í, skrásettur á íslendska virðisbrævamarknaðinum. Vit meta at Sprón fer at verða handlað fyri 6 mia. kr, svarandi til at parturin hjá Eik er 510 mió. kr. Keypsprísurin hjá Eik var umleið 240 mió kr, so hetta gevur Eik eina virðisøking á knappliga 300 mió kr, svarandi til áleið 40 kr av hvørjum Eikpartabrævi. Av tí at íleggjarar frammanundan vita at Sprón verður skrásett, kann væntast at virðið er innroknað í kursin hjá Eik. Tískil skulu størri frávik í metta virðinum til fyri, at flyta kursin á Eik. Meiri áhugavert verður at hyggja at roknskapinum hjá Eik hósdagin og hoyra hvørjar viðmerkingarnar leiðslan hevur til úrslitið og væntanir til heilársúrslitið. DOLLARIN UNDIR HØRÐUM TRÝSTI. Orðaljóðið frá G7–fundinum var hitt sama; Heitt varð á lond um ikki at gera inntriv, men heldur lata gjaldoyruni tillaga seg búskapin. Boðini vóru serliga rættaði móti Kina sum heldur sítt gjaldoyra niðri, til ampa fyri m.a dollaran. At lági dollarin ikki varð nevndur á fundinum, legði uppaftur størri trýst á hann. RENTURNAR LÆKKAÐAR Blandaðir roknskapir frá fíggjarvinnuni og niðurmettur alheims búskaparvøkstur frá G7- fundinum, fekk renturnar at lækka . 10-ára rentan liggur ídag á 4,3% í mun til 4,5% fyri viku síðan. HESA VIKUNA Fokus verður á roknskapir úr USA. Har koma tøl um bústaðarmarknaðin, umframt brúkaraálit. Eisini úr Evropa koma álitistøl. Broytingarnar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðarnar. Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari. Postsmoga 3090, Bókbindaragøta 8, 110 Tórshavn, Tel 351500, Faks 351501, kf@kaupthing.fo, www.kaupthing.fo M A R K N A Ð A R R Á K V I K A 4 3 2 0 0 7 Vísital fyri norrøn partabrøv Donsk 10-ára renta Marknaðir Kursur +/- % Norðurlond 1434,19 -0,65% Alheims partabrøv 8504,73 -1,56% Atlantic Petroleum 1642,00 + 2,18% Føroya Banki 219,50 -1,35% Eik Banki 690,00 + 3,76% KB Trygg Eurostoxx 110,93 + 1,79% USD 521,28 -0,04% JPY 4,55 + 0,94% 4,2% 4,4% 4,6% 23/07 23/08 23/09 1320 1420 1520 23/07 23/08 23/09 Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum út tríggjar nýggjar bøkur BÓKAÚTGÁVA Til tey 0-2 ára gomlu børnini koma bøkurnar hjá Ann Forslind: Diddan er ill og Diddan dansar. Hetta er smáar myndabøkur um kenslur hjá børnum. Í bók- ini Diddan er ill hevur hon funnið ein saks og fer at klippa okkurt, sum helst ikki skuldi klippast, so verð- ur mamman ill og eisini diddan, men so vera øll góð aftur og so finnur diddan okkurt annað spennandi… Í bókini Diddan dansar er diddan í góðum lag, men so dettur hon og má uggast og fáa plástur á. Bøkurnar lýsa sera væl gerandisdagin hjá einum barni: Higartil eru komnar fýra bøkur av hesum slagn- um. Tær báðar fyrru eru: Diddan er kedd og Diddan stríðist, sum komu út í februar. Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum, bøk- urnar eru 20 bls. og inn- bundnar. Tær kosta 60 kr. hvør. Til tey ungu kemur spenn- andi bók eftir íslendska rit- høvundan Ragnheið Gests- dóttur. Tað er bókin Svørðberin um gentuna Signý, sum liggur í óviti á sjúkrahúsi eftir eina ferðsluvanlukku. Frásøgan er í tveimum løg- um: onnur er tann realist- iska, um hvussu familja og vinmaður hennara sita uppi yvir henni á sjúkrahúsinum, og lesarin fær innlit í, hvat familjan hevur at stríðast við, hin søgan gongur fyri seg innan í Signý; í óviti eitur hon Leda og skal stríð- ist fyri at bjarga álvum undan harðræði. Hugskotið til bókina fekk Ragnheiður Gestsdóttir av soninum, sum eina tíð spældi nógv lutaspæl, tvs. spæl, har tú ert ein ávísur persónur og spælir hansara leiklut saman við øðrum. Bókin hevur fingið sera góð ummæli og í 2005, tá ið bókin var komin út í Íslandi, fekk Ragnheiður Gestsdóttir norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri Svørðberan. Laurina Niclasen hevur týtt Svørðberan, sum er 222 bls., heft við klaffum og kostar 150 kr. Nýggjar bøkur til tey smæstu og størstu