týsdagur 23. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 205 - 23. oktober 2007
Stutt Sagt
Iran eingin
hóttan
Tað fara at ganga millum
trý og átta ár, áðrenn Iran
verður ført fyri at gera
kjarnorkuvápn, sigur ovast
in
fyri
altjóða
kjarn
orkustovninum
IAEA,
Mohammed
ElBaradei.
Hann sigur, at altjóða sam
felagið hevur góða tíð til at
ávirka iranska stýrið, og
sjálvur ivast hann ikki í, at
tann diplomatiska kósin er
tann rætta. Hinvegin ávarar
hann ímóti ov hørðum
tiltøkum.
Mohammed
ElBaradei sigur við franska
blaðið Le Monde, at allar
fregnartænastur eri á einum
máli um, at Iran verður ikki
ført
fyri
at
fáa
sær
kjarnorkuvápn fyrr enn í
fyrsta lagi um trý ár.
Pavarotti
stóra skuld
Tá italski operasangarin
Luciano Pavarotti doyði
herfyri, varð sagt, at hann
átti pengar og virðir fyri
næstan hálva aðru mia.
krónur. Nú vísir tað seg, at
støðan var ein heilt onnur. Í
veruleikanum
skyldaði
Pavarotti
bankanum
85
mió. krónur, nú hann doyði,
og harafturat hevði hann
lænt 54 mió. krónur, sum
hann ikki hevði goldið
aftur. Tað skrivar italska
blaðið
La
Republica.
Kortini
hevði
Pavarotti
onga neyð. Hann átti minst
fýra íbúðir í New York og
Monte Carlo umframt eini
stór hús í Pesaro í Italia og
fleiri virðismikil listaverk,
skrivar La Republica.
Seinur
postur
Ein 80 ára gamal maður í
Japan fekk ein hvøkk nú
um dagarnar, tá hann fekk
eitt postkort frá einum
vinmanni, sum doyði undir
seinna heimsbardaga. Á
kortinum sæst, at vinmað
urin hevði sent tað við posti
num úr Burma í 1943. Tað
vísti seg, at postkortið kom
til Nagasaki í Japan, men at
ein amerikanskur hermaður
hevði tikið tað við sær til
USA í 1945. Í 1970 gav
hann einum soni kortið.
Sonurin búði á Hawaii og
segði einum japonskum
vinmanni frá tí sjáldsama
kortinum. Saman fóru teir
at kanna málið, og 64 ár
seinkað fekk tann rætti
eigarin
postkortið,
skrivarAP.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Muslimski heimurin væntar, at tit stríðast í felag í
Irak, tí endamálið kemur fram um alt
(Osama Bin-Laden)
útlond
Myndugleikarnir í
Kalifornia ásanna,
at teir hava ikki
tamarhald á skógar
eldunum. Minst 500
hús eru brunnin í
grund
Skundið tykkum burtur,
áðrenn eldurin kemur!
Myndugleikarnir í Kali
fornia bøna og biðja fólk
sleppa sær til rýmingar
undan teimum 14 skógar
eldunum, sum herja har
suðuri í statinum. Arnold
Schwarzenegger,
guver
nørur, hevur lýst fleiri øki í
undantaksstøðu, og í morg
un setti hann 1.500 mans
hjá tjóðarhirðini at hjálpa
teimum ovbyrjaðu sløkki
liðsmonnunum.
Men
umstøðurnar
at
sløkkja eldarnar kundu valla
verið verri. Tað hevur verið
óvanliga turt leingi, teir
seinastu
dagarnar
hevur
vindurin verið rættiliga frísk
ur, og veðurmenninir siga
ikki frá nakrari broyting.
Myndugleikarnir siga, at
hóast
sløkkiliðini
hava
meiri enn 300 sløkkiliðs
bilar, fleiri gravimaskinur
og 20 flogfør og tyrlur, so
hava eldarnir breitt seg teir
seinastu dagarnar. Skaðin
er eisini stórur. Umleið 500
hús eru brunnin í grund, og
einir 100 handlar hava fing
ið somu lagnu, sigur CNN.
Serliga økið kring býin
San Diego er meint rakt av
skógareldunum. Har eru
umleið 250.000 fólk rýmd
frá húsi og heimi, og fleiri
túsund fólk hava leitað sær
skjól
á
einum
stórum
ítróttarøki í býnum.
Bøna og biðja fólk flýggja
Meiri enn 250.000 fólk eru flýdd undan teimum ógvusligu skógareldunum í Kalifornia
Fyrst í nítiárunum
bleiv Danmark upp
fatað sum eitt stað,
har yvirgangsmenn
gjørdu, sum teimum
lysti
Tað sigur Hans Jørgen
Bonnichsen,
fyrrverandi
stjóri í fregnartænastuni hjá
donsku
løgregluni,
við
JyllandsPostin. Bonnichsen
var stjóri í PET í árunum
frá 1997 til 2006.
Í samrøðuni kemur fram,
at longu í 1994 metti PET,
at næstan 40 av heimsins
ringastu
yvirgangsfelags
skapum høvdu støð ella
umboð í Danmark, haðani
teir útvegaðu pengar, følsk
pass og hjálptu virknum
yvirgangsmonnum.
Yvirgangsmenninir gjør
du sær eisini dælt av tí
lagaliga danska innflytara
politkkkinum, sum tá var.
Millum teirra, sum fjaldu
seg í Danmark, vóru Omar
AbdelRahman
og
Abu
Talal. Teir vóru limir í
einum egyptiskum yvir
gangsfelagsskapi,
sum
verður hildin at vera ein
partur av alQaeda.
Trupulleikin var helst,
at tá var markið ímillum
yvirgang og frælsisbardaga
ikki so týðiligt sum í dag,
og harafturat hevði PET
ikki somu amboð sum í
dag, sigur Hans Jørgen
Bonnichsen við Jyllands
Postin. Blaðið hevur roynt
at fáa eina viðmerking frá
Bjørn Westh, sum var løg
málaráðharri í 1995, men
hann vil einki siga. Tað vil
núverandi løgmálaráðharr
in, Lene Espersen, heldur
ikki, og PET sigur seg ikki
hava nakað at viðmerkja.
Hans Jørgsen
Bonnichsen var leiðari í
PET frá 1997 til í fjør
Yvirgangsmenn fingu
frið í Danmark