týsdagur 23. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 205 - 23. oktober 2007
Kristina Hansen, ættað
úr Runavíkini, er júst
vald til borgarstjóra í
Nordkapp kommunu,
sum er norðasta
kommunan í Noregi.
Hon stórtrívist, men
kann illa bara sær fyri
at bidda seyðarhøvd,
tá føroysk skip koma
inn í Honningsvåg at
bunkra
ÚTISETI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var av berum forelskilsi,
at Kristina Hansen endaði í
fjarskotna Honningsvåg í
Norðurnoregi.
- Eg hitti ein mann og
fylgdi við honum til Noregs.
Tað var um ársskiftið 1988-
89, og her havi eg verið síð-
ani, sigur Kristina.
Sum hjá so mongum øðr-
um vardi forelskilsi ikki
við, og í dag býr hon einsa-
møll saman við 17 ára
gomlu dóttir síni í Honn-
ingsvåg, har hon sum nevnt
trívist sera væl.
Kristina Hansen hevur
altíð verið áhugað í polit-
ikki, og í barnaheiminum
fylti hetta nógv.
- Heima vóru øll tjóðveld-
isfólk, men her í Noregi er
einki sum eitur soleiðis, so
fyri meg var tað meiri náttúr-
ligt at fara upp í Arbejder-
partiet. Tað kom nærmast av
sær sjálvum, tí eg hevði verið
aktiv innan fakfelagsarbeiði,
sigur Kristina Hansen.
Hon hevur í fleiri ár verið
forkvinna í lærarafelagnum í
Finnmørkini, ið er fylki, sum
umfatar 19 kommunur, mill-
um aðrar Nordkapp komm-
unu, har Kristina Hansen júst
er vald til borgarstjóra.
- Talan er um eitt ógvuliga
stórt øki. Finnmørkin er til
støddar størri enn Danmark,
men her búgva kortini ikki
fleiri enn 70.000 fólk, sigur
Kristina Hansen.
Hon kom av álvara upp í
politikk fyri fýra árum síð-
ani, tá hon varð uppstillað
til kommunuvalið. Uppstill-
ingin fer fram á tann hátt, at
ovasta navnið á atkvøðu-
seðlinum verður fyrst valdi,
og so víðari. Og Kristina
varð, hóast hon stóð rætti-
liga niðarliga á listanum,
vald í kommunustýrið.
Til valið hesaferð, sum fór
fram 10. september, stóð hon
ovast á listanum, og varð tí
fyrst valda fyri Arbejderpart-
iet. Og fyri viku síðani valdi
so nýggja kommunustýrið
hana til borgarstjóra fyri kom-
andi fýra árini.
Føroyingar eru
allastaðni
Vit fregnast eitt sindur um,
antin hon hittir nógvar før-
oyingar um Honningsvåg-
leiðina, men í sjálvum býn-
um veit hon bert um tveir
mans. Hesir hava búð heilt
leingi í Noregi og hava
verið sjómenn alt sítt lív.
- Men uppi í Hammerfest
havi eg hitt fleiri eftirkomar-
ar eftir føroyingum, og ann-
ars veit eg, at tað sløðast
nakrir aðrir føroyingar runt
um í Finnmørkini, sigur
Kristina Hansen.
Annars hendir tað javnan,
at føroysk skip koma inn í
Honningsvåg at bunkra. Ser-
liga er Skálaberg javnur
gestur.
- Eg eri tíðum umborð á
føroysku skipunum, tá tey
koma higar. Ja, eg plagi
ofta at fara umborð at bidda
seyðarhøvd frá teimum,
sigur Kristina Hansen og
flennur við.
Men Nordkapp gongur
ikki frí av keðiliga trendin-
um, sum finst um alt Nor-
egi, har smærru plássini í
útjaðaranum missa fólk til
størru býirnar. Soleiðis er
fólkatalið
seinastu
árini
minkað í Nordkapp komm-
unu úr eini 5.000 til 6.000
fyri nøkrum árum síðani
niður til 3.300 fólk í dag.
Fiskiskapur er ein stórur
partur av vinnuni í Nord-
kapp, men ferðafólkavinna
er eisini týðandi partur av
búskapinum í kommununi.
- Fólk koma upp her at upp-
liva Nordkapp, sum er norð-
asta punktið í Europa. Talan
er um eini 200.000 ferðafólk
um árið, men sesongin er
avmarkað frá mai til septem-
ber, sigur Kristina Hansen.
Olivant sambandið
heim
Sum flestum kunnugt, er
sólin ikki at síggja á hávetri
í Norðurnoregi. Frá 20. nov-
ember til 20. januar kemur
sólin ikki upp.
- Men tað er kortini ikki
soleiðis, at tað er bølamyrkt.
Kavin ger, at tað er rímiliga
ljóst. Tá føroyskir sjómenn
siga, at tað er bølamyrkt hesa
tíðina, so passar tað úti á hav-
inum, men ikki uppi á landi,
sigur Kristina Hansen.
Hóast Kristina hevur verið
burturi heimanífrá í skjótt 20
ár, so vitjar hon javnan aftur í
Føroyum. Fyrstu árini plagdi
hon at vera heima í hvussu er
annaðhvørt ár og tíðum hvørt
ár. Nú kann gott ganga eitt
sindur longri ímillum. Men
hon heldur seg kortini dag-
førda við tað, sum heldir
heima.
- Eg plagi at vera inni á
Olivant fyri at vita, hvat
hendir heima í Føroyum.
Eg var inni har nú í vikuni
fyri at síggja myndir av, tá
NSÍ gjørdist føroyameistari.
Men eg kendi ikki nógv av
fólkunum. Tað er heldur
ikki lætt eftir 20 árum, sigur
Kristina Hansen.
Men í gerandisdegnum í
Noregi finnur hon seg í
hesum døgum til sættis sum
borgarstjóri.
Hon
hevur
sum nevnt sitið í kommunu-
stýrinum í fýra ár, so hon er
ikki heilt ókend við starvið.
Størsta avbjóðingin er at
skapa karmar fyri vinnu-
lívinum, sum fyri ein stóran
part er knýtt at fiskivinnu.
Sum vanlig flakavirki, og
so eru eisini tvey krabbavirki
í kommununi.
Kommunala økið fevnir
um skúlar, læknar, eldrafor-
sorg, mentan, tekniska deild
og havnina. Tilsamans eru
smá 300 fólk í starvi hjá
kommununi.
Kristina
Hansen
er
útbúgvin lærari frá lærara-
skúlanum í Havn. Hon hev-
ur í løtuni ongar ætlanir um
at flyta heimaftur til Føroya,
men hon til ikki avvísa, at
hon einaferð aftur fer at
venda nøsini hendanvegin.
Fyribils hevur hon úr at
gera við at stjórna norðastu
kommununi í Europa.
Føroyingur borgarstjóri á Nordkapp
Kristina Hansen er nývaldur borgarstjóri í Nordkapp kommunu, hini norðastu í Noregi
Eftirstøða í vegskatt
Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 483 mál um
vegskattaeftirstøður til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki
hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2007. Kann bileigarin ikki vísa fram
kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av
akfarinum.