týsdagur 23. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 23. oktober 2007
11
tíðindi
Hovstunnilin er opnaður,
og sum løgmaður segði,
kann hann vera ein liður í
at binda Suðuroynna
tættari saman, men tað er
ikki nokk; Suðuroyggin átti
at verið løgd saman í eina
kommunu við lóg.
Tíverri hevur tað víst
seg, at kommunupolitikarar
úr Suðuroynni mangan
hava staðið spjaddir og har
við veikari í mun til restina
av landinum. Tað er eingin
ivi um, at ósemja millum
lokalar politikarar og ikki
íbúgvarnar, hevur forðað
fyri framgongd í Suðuroy.
Tí átti Suðuroyggin at
verði løgd saman í eina
kommunu sum skjótast.
Suðuroyggin hevði
staðið seg nógv sterkari,
bæði innanhýsis og
mótvegis restini av
Føroyum, hevði hon verið
samlað í eina felags
kommunu. Harafturat
hevði umsitingin hjá
felagskommununi kunna
ment seg og eggja fólki við
hægri útbúgving at flutt
suður.
Nú Føroyar gerast eitt
valdømi, er tað av alstórum
týdningi, at Suðuroyggin
gerst ein sterkari eind, og
hetta verður ikki veruleiki,
fyrr enn oyggin er ein
kommuna.
Eitt annað er, at tað átti
ikki at verið neyðugt, at
heili sjey kommunustýrir
skulu til, fyri at stýra teim
um 4933 íbúgvunum, ið
sambært Hagstovuni búði í
Suðuroy 1. august í ár.
Fólkaatkvøða fyri alla
oynna
Í lógini um sjálvbodnar
kommunusamanleggingar,
ið kom í gildi í februar í ár,
verður givið landsstýris
manninum heimild at skipa
fyri vegleiðandi fólkaat
kvøðu um kommunusaman
legging.
Hesa heimild eigur
landsstýrismaðurin at nýta,
og skipa fyri einari fólka
atkvøðu í øllum kommun
um í Suðuroy. Verður meiri
luti fyri einari kommunu
millum íbúgvarnar í Suður
oynni, so eigur fólkaat
kvøðan at verða fylgd og
Suðuroyggin løgd saman í
eina kommunu við lóg
áðrenn næsta kommunuval.
Á portalinum ger heilsu
málaráharrin vart við tað, at
fólk skulu renna ella ganga
aftan á motorsúkklum og
bilum í Hovstunnilinum.
Harra Heilsumálaráharri,
nú og 180 dagar fram,
skulu túsund av Føringum
ganga ella renna, súkkla, og
herímillum børn á veg í
skúla, eldri fólk sum ikki
kunnu sita vard inni í einum
bili noyast at anda allan
lortin frá bilum við píkum
tað sum eitur flúgvistøv
sera løgi, at ikki Hans Pauli
Strøm heldur at hetta er
vert at finnast at.
Fólk sum líða av astma
og øðrum lungna ella
andadrátstrupulleikum,
hava ongan livandi kjans at
verða vard hetta hálva árið
píkarnir eru loyvdir, longu
nú eru hópin av píkum, og
hetta í 12 hitastigum, eru
fólk býtt, líkasæl ella bara
óhugnaliga egoistisk, eg
veit ikki, men kanska
heilsumálaráharrin kann
siga mær tað.
Til Hans Paula Strøm
kann eg upplýsa, at ein bilur
við 400 píkum loysir uml 80
til 100 gram av asfalti fyri
hvøn kilometur bilurin
koyrir, hetta skuldi sagt
heilsumálaráarranum alt.
Kanska skal eg verða so
bjartskygdur at vænta við
merking frá heilsumála
ráharranum.
Í morgumsendingini hjá
Rás2 í farnu viku sýndi
sandsprestur seg sum
ein sannan
kirkjuleiðara
Tað var ein frægd at
hoyra Jákup Reinert
Hansen í sendingini úr
studionum hjá Rás2. Fyri
ein og hvønn, sum hevur
lagt seg eftir, hvat ið
leiðsla er, og hvørji evnir
ein leiðari skal hava, var
tað heilt greitt at
sandsprestur hevur tað í
sær, sum krevst av næsta
føroyska biskuppinum.
Sjálvandi finnst onki
menniskja, ið hevur allar
dygdirnar, ið væntst av
einum góðum leiðara.
Men, Jákup Reinert
Hansen prógvaði á ein
fyrimyndarligan hátt, at
hann er so fakliga
kvalifiseraður, sum nakar
kann vera.
Hann er ikki bara ein
væl lærdur guðfrøðingur,
ið dugir at bera sín
boðskap fram soleiðis at
øll vita hvat hann sigur,
uttan nøkur øøø, æææ
ella ååå. Hann prógvaði
eisini at hann betur enn
nakar annar kennur
kirkjuliga bygnaðin og
kirkjuligu lóggávuna,
sum hann sjálvur hevur
verið við til at smíða.
Hann dugdi at svara
fólki aftur, var ikki sørur
fyri humor, og sum tann
ektaði persónurin hann er
fór hann ikki at fáa sær
nýggjar brillur ella
hársnið fyri at verða
valdur til biskup. Og tað
var heilt greitt, at hann
hevur hugsjónir kirkjuni
viðvíkjandi, og at hann
veit, hvat ið gongur fyri
seg á kirkjuliga økinum
kring okkum.
Samstundis so sýndi
hann eina breidd í vitan
og áhugum, sum prógva
at tey 25 árini í Todnesi
ikki bara hava verið 25 ár
í eini fílabeinsborg, men
at prestagarðurin heima á
Sandi hevur verið
karmurin um eitt stórt
vísundaligt virksemi, og
bæði Norðurlond, Evropa
og allurin heimurin hava
verið innan fyri
sjónarringin í Todnesi.
Verður Phd. Jákup
Reinert Hansen ikki
valdur til biskup, so
hevur føroyska kirkjan
mist tann besta leiðaran
vit eiga boð uppá júst nú.
Jákup Reinert Hansen suverænur
sum biskupsvalevni!
Bergur
JacoBsen
Suðuroyggin ein kommuna
Heðin D.
Poulsen
Hans Pauli
Strøm og
píkar
Petur
Hermansen
SJÓNARMIÐ
Fríðfinnur Johnsson
Leirvík
Tað leikar hart á í løtuni, málið
um at gera Føroyar til eitt
valdømi er ovast á dagskránni og
hóttir við at forkoma
samgonguni.
Eg eri millum teirra, sum
leingi havi mælt til at gera
Føroyar til eitt valdømi. Tað eru
sjálvandi ymiskar meiningar um
hetta, men mín fatan er, at tíðin
er farin frá at býta Føroyar upp á
henda hátt. Hetta uppbýtið
byggir ikki á demokrati, tí tú
sleppur ofta ikki at velja fólk,
sum tú heldur umboða tína
sannføring, tú verður noyddur at
velja fólk, sum búgva í sama
valdømi sum tú, óansæð um tey
hava somu sannføring sum tú.
Demokrati er at sleppa at velja
fólk, sum hava somu polittisku
sannføring sum tú, tað hevur
ikki so nógv at týða, hvar hesi
fólk búgva.
Nøkur dømi sum lýsa hetta
Eg búgvi í Leirvík, sum hevur
Norðoyggjar til nærmastu
grannar. Tað tekur einans 10
minuttir at koyra higani og til
Klaksvíkar, men fólk higani
sleppa ikki at velja valevni í
Norðoyggjum og mótsatt, hóast
Norðoyggjar nú liggja næst, og í
nógvar mátar líkjast okkum,
hetta forðar vallógin. Hví skal
vallógin forða fólki at velja teir
persónar, sum tey halda vera
best skikkað at stýra landinum?
Fyri mær er hetta ikki serliga
demokratiskt.
Í einum sonnum fólkaræði er
tað ikki avgerðandi, hvar ið tú
býrt, men hvat, ið tú heldur,
hvørja politiska sannføring tú
hevur.
Vallógin marginaliserar
nógvar bólkar
Hetta síggja vit týðiligast, um
vit hyggja at kvinnuumboðanini.
Hon er so lág, at tú skuldi trúð,
at Føroyar eru eitt land, sum
miðvíst diskriminaliserar
konufólk. Tað haldi eg ikki er
tilfeldið. Mín fatan er, at
vallógin er høvuðsgrundin til
lágu umboðanina av kvinnum.
Um Føroyar verða eitt valdømi,
so fara kvinnur at fáa eina betri
umboðan, tað eri eg vísur í.
Men vallóging marginalserar
eisini onnur. Til dømis er tað
sera trupult at blíva valdur; um
tú kemur úr einum av teimum
smærru bygdunum, tí vallógin
vísir seg at virka soleiðis, at fólk
í eini bygd velja valevni úr síni
bygd, tí hava valevni úr smærru
bygdunum ilt við at blíva vald.
Tey eru marginaliserað.
Eisini fólk, sum hava eina
áskoðan, ið víkur eitt sindur frá
tí vanliga, eru marginaliserað, tí
um tey ikki eru nóg nógv í
einum valdømi, so blíva tey ikki
umboðað. Hetta ger, at Føroyar í
mangar mátar eru sera konserva
tivar. Fólk, sum hava áskoðanir,
sum víkja eitt sindur frá tí van
liga, td. eru eitt sindur framman
fyri sína tíð, blíva ikki vald,
landið er býtt í so smá øki, at
pláss er ikki fyri teimum.
Til tykkum, sum ganga inn
fyri at Føroyar verða eitt
valdømi.
Haldið fast við hetta sjónar
miðið, og fái broytt Føroyar frá
at vera eitt land býtt upp í øki,
sum einki hava við nútíðina at
gera. Tey eru, out of time.
Til tykkum, sum eru í móti
Føroyum sum einum valdømi.
Verið ikki bangin, økini verða
umboðað, tað er eingin ivi um
tað. Einasti munurin verður, at
tey, sum verða vald eftir nýggju
vallógini, betur fara at umboða
allar hugsanir, sum rørast í
Føroyum. Føroyar gerast meira
demokratiskar, og fjølbroyttar til
gagns fyri okkum øll.
Føroyar sum eitt valdømi
Í orðaskiftinum um avtøk
una av uppstillingardøm
unum, sum nú er upp á tal,
verður viðhvørt ført fram,
at kommunurnar fara at
hava eitt týdningarmikið
lutverk í framtíðar
Føroyum.
Hesum er tó eingin
orsøk til at rokna við.
Okkurt skulu teir ting
menn gera, sum eru valdir
í hesum nýggja uppstilling
ardømi. Teir fara væl at
síggja, at tað eru nógvar
dupultfunktiónir, sum
slepst undan, um komm
unurnar verða niðurlagdar.
Hetta gevur meira vælferð
fyri hvørja skattakrónu.
Tingið hevur loyvi til at
samtykkja, at kommunur
nar verða avtiknar, og
nógv kann førast fram fyri
hesum sjónarmiði. Eitt er
tað, at aðrastaðni eru
kommunur sjáldan so
smáar sum allar Føroyar.
Fara vit til næsta granna
land okkara, Hetland, so er
tað alt ein kommuna. Í
Danmørk hava teir júst
lagt amtini saman í
nýggjar stórar kommunur.
Alt bendir tí á, at sleppa
vit uppstillingardømunum,
fara vit eisini at siga
farvæl til føroysku
kommunurnar.
Farvæl til kommunurnar
Zakarias
Wang