Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 205 - 23. oktober 2007 Nú eru landsins hægstu menn farnir at kjakast um, hvør tók stig til Demokra­ tia. Hans Pauli Strøm, sum átti at havt nóg mikið við at fingið gongd á almanna og heilsuøkið, er nú farin at leggja eftir tjóðveldis­ monnum og eftir teirra – eftir hansara tykki – søgu­ falsan, tá tað um upprunan til Demokratia ræður. Og Bjarni Djurholm, er í loftmiðlunum og bedýrar sítt hjarta til sama Demokratiu. Ironiskt nokk er Demo­ kratia ein bólkur, sum arb­ eiðir fyri øktum kvinnuleik­ luti í politikki, meðan nevn­ du menn eru fremsta orsøk til, at ongin kvinna er undir teirra lið í landsstýrinum. So, segði nakar at val var í nánd? Hvat Hans Pauli og Bjarni leggja í manglandi javnstøðu á tingi og í lands­ stýri er ikki neyðugt hjá nøkrum at skriva um. Men tað, sum fekk meg at taka til tastaturið í hesum máli er skrivingin hjá Hans Paula Strøm um søgufals­ an. Hann leggur í bløðu­ num Høgna Hoydal undir søgufalsan, tí hann vildi verða við, at tað vóru Lis­ beth L Petersen, Heidi Petersen og undirritaða, sum tóku stig til Demokratia. Tá ein leggur onnur undir so grova ákæru sum søgufalsan, so kundi mann um ikki annað hildið seg til sannleikan. Hvar rótin til Demokrat­ iu upprennur veit eg ikki. Men í Útnorðurráðnum í 1999 var samtykt ein re­ kommandatión til frama fyri øktari javnstøðu í londunum í Útnorði. Henda samtykt førdi so til ráðstevnur á skift í teim­ um trimum londunum við m.ø kvinnuligum parla­ mentarikarum úr útnorði, við evnum sum snúði seg um javnstøðu. Hesar ráðstevnur inspir­ eraðu so føroysku kvinn­ urnar, sum vóru á seinastu ráðstevnuni, sum var í Føroyum í 2004 til at finna saman sum bólkur og arbeiða víðari við sama evni. Hesar fóru: Rúna Sivertsen, fyri Fólkaflokkin Marjun Olsen/Lisbeth L. Petersen fyri Sambandsflokkin, Elin Lindenskov fyri Javnaðarflokkin, Annleyg Lamhauge (eitt skifti Malan Johansen) fyri Sjálvsstýrisflokkin Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen fyri Tjóðveldisflokkin Charlotta á Váli fyri Miðflokkin Annika Wardum Joensen fyri Javnstøðunevndina Bjørt Samuelsen sum var skrivari á ráðstevnuni Vit skipaðu fyri fleiri fundum kring landið. Allir fundirnir høvdu til enda­ máls at økja um tilvitanina og ynski um øktan kvinnu­ leiklut í politikki. Arbeiðið var sjálvboðið, og søktu vit tí politisku flokkarnar og onnur um pengar til hvørt einstak tiltak. Vit søktu síðani tað almenna um at fáa pengar til arbeiðið, men tað eydnaðist ikki. Ì staðin sóu vit grundgeving­ ar í okkara umsøkn um pengar aftur í uppskoti­ num hjá Hans Paula Strøm um at skipa nevnd, sum skuldi arbeiða fyri øktum kvinnupolitiskum leikluti. Høvuðsmunurin hjá nevndini sum Hans Pauli Strøm setti og nevndini, sum arbeiddi undan hesari er, at Demokratia hevur pengar á fíggjarlógini og er skipa við lóg. Vit løgdu arbeiði okkara niður, tá ið Demokratia byrjaði. Grundgevingin hjá okkum var, at tað var ong­ in orsøk hjá okkum sum sjálvboðin bólkur, at arb­ eiða við júst sama enda­ málið sum Demokratia. Hinvegin valdu vit allar at stuðla Demokratia, og hava eisini veitt eina ­ um enn avmarkaða ­ hjálpandi hond hvørja ferð biðið er um tað. So, at leggja tað undir søgufalsan, tá ið sagt verður, at onnur enn HPS tóku stig til nevndina Demokratia, er at fara í so lætt um sannleikan. Leggi ikki í at stríðast um hetta, men fegnist um, at núverandi nevnd, sum hevur sín uppruna í tí, sum var áðrenn, nú hevur pengar at arbeiða við. Hetta vil alt annað líka gera tað munandi lættari at skipa fyri tiltøkum og eini møguligari lýsingarherferð. Góða eydnu við endamálinum! Nógvir pástandir hava verið frammi ta seinastu tíðina um, at uppsparing­ in hjá landskassanum er minkað, og at almenna skuldin minkar ov seint. Í veruleikanum er eingin orsøk at gita um hesi viðurskifti, tí tey eru so sera einføld at rokna út. Um vit siga, at lands­ kassin í ár hevur 150 mió. krónur í avlopi áðrenn avdráttir, so merkir tað, at landsstýrið kann velja ímillum at seta 150 mió. krónur á bók, ella at gjalda 150 mió. krónur í avdráttum. (Tað ber sjálv­ sagt eisini til at gera eina blanding av báðum). Avlopið áðrenn avdrátt­ ir kann ikki brúkast til nakað annað enn at gjalda avdráttir við, tí annars er tað ikki avlop. Vendu risa avlopi til hall Árini frá miðskeiðis í 90­ unum til 2001, hevði landskassin stórt avlop hvørt einasta ár, og úrslitið var, at almenna skuldin minkaði, og uppsparingin vaks. Tað sigur seg sjálvt. Men í 2002, meðan menn søgdu seg sita tungt á landskassanum, minkaði avlopið við ikki minni enn 500 mió. krónum eftir einum ári, og tí blivu 500 mió. minni at seta á bók ella at gjalda skuld við. Ein orsøk til hesa ógvusligu broyting, var blokkniður­ skurðurin. Í 2003 var avlopið minni enn avdráttirnir, og tí mátti meginparturin av tí sum skuldi gjaldast í avdrátt­ um takast av uppsparing­ ini. Tá skundaði táver­ andi landsstýri sær at pakka saman, stutt fyri ársskiftið, fyri at eingin skuldi kunna siga, at teir høvdu vent einum risa avlopi til undirskot. Í 2004 kom undirskot­ ið. Tá minkaði á bókini longu áðrenn nøkur króna var goldin fyri avdráttir. Undirskotið mátti tí gjaldast við peng­ um, sum blivu tiknir av uppsparingini, og alt sum skuldi gjaldast fyri skuld, mátti eisini takast av somu uppsparing. Sjálv­ sagt minkaði uppsparing­ in nógv av hesum. Soleiðis vóru eisini tey fylgjandi árini. Einasta undantakið vóru pengar­ nir, sum landskassin fekk fyri Føroya Banka, men teir koma sum kunnugt ikki fleiri ferðir. Aftur avlop Nú hava vit aftur fingið eitt lítið avlop (einar 150 mió. krónur), men hvat er tað at tosa um í eini tíð, tá øll hava arbeiði og forbrúksfestin koyrir í hægsta giri? Men onkur man halda, at væl stendur til, tí upp­ skot flúgva nú inn á ting­ borð um undirsjóvartun­ lar og flogvøllir, sam­ stundis sum Hagstovan veir at siga, at lønútgjald­ ingarnar eru farnar at minka, og fiskiskapurin er lakari enn hann hevur verið í langa tíð. Og summir eru aftur farnir at tosa um loysing longu í komandi valskeiði. So kunnu vit bara ímynda okkum, hvat tað merkir fyri almennu upp­ sparingina og almennu skuldina, um inntøkan frá statinum minkar við einari milliard, samstund­ is sum vit arbeiða við fleiri risaprojektum og fiskiskapurin minkar. Og alt hetta skal gjaldast úr einum landskassa, sum bara hevur 150 mió. krónur í avlopi. Tað er so einfalt – hóast alt Helgi AbrAHAmsen Nú vilja teir tekkjast kvinnum AnnitA á Fríðriksmørk 15. oktober vóru júst tvey ár liðin, síðan nýggi Smyril kom á Krambatanga á fyr­ sta sinni. Hetta varð mett at vera eitt frambrot fyri Suðuroynna, og ferðafólka­ talið er økt støðugt síðani, tænastustøðið í kafeteria er vorið munandi betur og hava vit fingið túratalið upp nakrar dagar um vik­ una. Jú tað er vorið betur at sigla um suðuroyarfjørð. Strandferðslan hevur eisini vitað, at Smyril skal í dokk, tá umleið tvey ár vóru liðin og var tí neyðugt at fáa annað skip at sigla hesa tíðina. Men hvussu nógv SSL hevur gjørt fyri at fáa eitt líkinda skip at sigla um fjørðin ta tíðina Smyril varð í dokk lystir mær at vita. At fáa St. Ola at røkja sambandið ta tíðina Smyril er í dokk er forkastiligt og undir alt lágmark, tað kann ikki vera rætt, at tað skal vera soleiðis, og átti mynd­ ugleikarnir at traðkað til í hesum málinum. St. Ola er eitt sjógott skip, men so er tíðanverri ikki annað jaligt at siga um hesa danguna. Eg var við fyrsta túrin av Krambatanga til Tórshavn, og tað stinkaði umborð, eg fekk at vita, at manningin hevði ruddað og vaskað alt tað, tey kundu frá mánadeg­ num og fram til týskvøld, men tað var bara ikki nóg mikið. Nú sigur stjórin á SSL við Kringvarpið, at suð­ ringar skulu vera tolnir, tí St. Ola manglar eina turbinu, so hann kann ikki sigla við fullari ferð. Eg haldi, at suðringar hava verið alt ov tolnir í hesum sambandi. Vit mugu vera á keiini minst ein tíma fyri fráferð, so siglir skipið so seint, at tað kann ikki halda ferða­ ætlanina og verður tí sein­ ka avstað, so alt í alt tekur tað væl meira enn teir tríggjar siglingartímarnar at koma um fjørðin nú. Vit eru kastaði nógv ár aftur í tíðina við at fáa hesa danguna at sigla. Hví skulu vit góðtakað hesa danguna? Hví skulu vit góðtaka, at bilar standa eftir á keiini? Vit kunnu bara ugga okkum við einum, samb. upplýsingum so kemur St. Ola ikki aftur til Føroyar, tí tað sigst, at hon fer úr Før­ oyum og til upphøggingar. Og nú veit SSL eisini, at Smyril skal í dokk aftur í 2010, so tað er bara at koma í gongd beinanvegin at finna eitt skip, sum bara at í nánd av støðinum hjá Smyrli. Ferðasamband til Suðuroy Hvalba rúni tHomsen Lad mig først bringe en undskyldning: I et tidligere debatindlæg fik jeg under titlen “Lovændring ved Søg og Erstat” lagt lagting­ ets formand under, at have været for ivrig med brug af tekstprogrammmet til ænd­ ring af den færøske valg­ lov. Det viser sig ganske usandsynligt, at det kan være hændt. Efter lovforslagets behandling i retsudvalget har hverken flertallet eller mindretallet lagt mærke til, at lagtingsformanden i sit lovforslag har overset en enkelt forekomst af teksten ”valdømir”. Det kan opfattes som pedanteri men djævlen sidder som bekendt i detalj­ en. Overskriften til kapitel 1 i den gældende valglov lyder: “Tinglimir og val­ dømir”. På trods af lign­ ende grundighed i fjernelse af eksisterende valglovs indhold, er overskriften til 1. kapitel ikke med i lov­ ændringens oprindelige ordlyd. Og måske derfor heller ikke i retsudvalgets anbefalinger til lagtinget. Resultatet må være: Hvis lagtingets medlemmer følger retsudvalgets anbefalinger, vil man herefter have en valglov der i sit første kapitel sprog­ ligt ikke stemmer overens med lovens hensigt. Men berettigelsen af den kritik, der har været rejst af forarbejdet med lovforslag­ et, bliver blot mere tyde­ ligt, når man kigger nærm­ ere på de love, der er afled­ te af den færøske valglov. Jeg tænker her på Tingskipan. Hvordan vil lagtingsfor­ manden sikre godkendel­ sen af valget til Lagtinget, efter § 3, stk. 1, når der ikke længere er nogle valgkredse? Ordlyden i Tingskipan er: ”Tey, vald eru norðan­ fjørðs, kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru í Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Tey, vald eru sunnanfjørðs, kanna val­ brøvini hjá teimum, sum vald eru í Norðuroyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy og Vágum”. Havde arbejdet med at ændre den færøske valglov været grundigt, havde man vel også ændret denne for Lagtinget ret væsentlige paragraf? Jeg spørger bare: Kan Lagtinget overhovedet etableres efter et valg, hvis Tingskipan ikke kan efterleves? En undskyldning til lagtingets formand micHAel H. FeldbAlle HAnsen