Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 23. oktober 2007 13 viðmerkingar Tað er ein ikki sørt ørkym­ landi støða vit eru í, nú at eitt løgting og ein lands­ stýrissamgonga í upploysn skulu gera av, um føroysku valdømini skulu avtakast ella ikki. Eftir almikið fjølmiðla­ rumbul seinastu vikurnar og eftir at okkara fremstu politikarar sínámillum hava gjørt ­ og brotið avtalur, sum álíkaval ikki vóru avtalur, er tað í hesum døgum uttan iva mangur føroyingur úti um landið, sum spyr seg sjálvan, hvørt tað er rætt, so tætt upp undir løgtingsval og sum liður í einum valstríði, her og nú at kollvelta løgtingsvallógina, sum síðani 1852 hevur verið ­ og er ein hornasteinur í okkara fólkaræði. Alt hettar grundað á eitt tunt skrivað A4­ark og eftir nakað av fjølmiðlastýrdum kjaki/kegli millum lands­ politikarar, har miðstaðar­ økið og útjaðarin eru sett upp ímóti hvør øðrum. Londini uttan um okkum Í framkomnum londum verða slíkar lógarbroyting­ ar gjørdar eftir grundleggj­ andi og djúptøki forarbeiði. Hettar m.a. fyri at fyri­ byrgja “Gerrymandering” (tilsnikkan av lóggávuni til egnan fyrimun hjá ávísum politikarum) og annars við tí endamálið at tryggja demokratiið og fyribyrgja “bananrepublikanskum” tilstandum, har tilvildin og stuttskygni ræður. Í onkrum av grannalond­ um okkara verða slíkar lógarbroytingar harum­ framt mettar at hava so grundleggjandi og princi­ piellan týdning fyri demo­ kratiið, at broytingarnar skulu verða viðtiknar av tveimum fylgjandi lóggev­ andi forsamlingum, áðrenn tær kunnu fáa gildi. Hvussu stór virðingin fyri demokratinum er her hjá okkum, kunnu vit hvør sær gera okkum okkara tankar um, soleiðis sum støðan er í løtuni. Hví gera júst sama mistak sum Grønland? Av grannalondum okkara er tað bert Grønland, sum er skipað sum eitt valdømi. Úrslitið er, at í dag búgva 19 av 31 landstingsmonn­ um í høvuðstaði grønlend­ inga, Nuuk, umframt at vanligi grøn­lendingurin úti um landið kennir seg politiskt forfjónaðan, eins og økini úti um landið kenna seg afturúrsigld. Grundað á m.a. hesi viðurskifti, hevur grønlend­ ski landsstýrisformaðurin sagt føroyskum fjølmið­ lum, at vallóg grønlend­ inga fer at verða endur­ skoða í nærmastu framtíð, eins og tingformaður grøn­ lendinga, Jonathan Motz­ feldt, hevur givið til kenn­ ar, at neyðugt er við sterk­ um kommunalum eindum, skal eitt land verða skipað sum eitt valdømi. Seinastu vikurnar hava eisini okkara egnu ser­ frøðingar á økinum, um­ framt fyrrverandi løg­ maður, sum ikki longur er aktivur í føroyskum poli­ tikki, staðiliga ávarað ímóti at fremja vallógarkoll­ veltingina á so tunnum grundarlag og við so stuttum skotbrá. Víst hevur verið á, at vit m.a. als ikki kenna fylgjurnar av at seta slíka lógarbroyting í verk. Løgið er tað, at vit ikki læra av hesum, men, so sum mangt bendir á, í eini handavending í 12. tíma áðrenn løgtingsval, gera somu mistøk, sum grønlendskir politikarar hava gjørt. Vallógarkollvelting uttan forarbeiði Undanfarnað samgonga setti sær fyri at gera nýggja føroyska grundlóg og setti í tí sambandi nevnd at lýsa málið og gera lógarupp­ skot. Politiskt er hettar mál enn ikki liðugt viðgjørt. Tá stýrisskipan okkara varð broytt, fór umfatandi forarbeiði framm í áravís, áðrenn málið loksins varð lagt fyri Løgtingið, har tað fekk neyðuga viðgerð, áðrenn tað varð samtykt. Tá fiskidagaskipan okk­ ara árliga verður dagførd, verða drúgv álit skrivað og viðgjørd, áðrenn støða verður tikin. Soleiðis kundi ein hildi áframm at nevnt dømi, har tað í málum at stórum týdningi fyri land okkara, sjálvsagt verður gjørt neyðugt, djúptøki og so vítt møguligt politiskt óheft forarbeiði, áðrenn mál verða løgd fyri Føroya Løgting til støðutakan. Vallógarkollveltingin, hvørs høvuðsendamál er at gera Føroyar til eitt val­ dømi, er eitt ovurstórt inntriv í okkara demokra­ tisku skipan, galdandi demokratiskar manna­ gongdir, siðvenjur annars og hugsunarhátt. Eydnast kollveltingin, fer tað iva­ leyst at hava við sær, at politisku feløgini kring landið verða avtikin. Hettar við tí úrsliti, at uppstilling­ in til løgtingsval verður sentralt stýrd av floksleiðs­ lunum, sum eins og í dag, til løgtings­ og fólkatings­ val fara at tilluta valevn­ unum marknaðarføring, t. v.s. talutíð í fjølmiðlunum, lýsingarpláss í bløðunum v.m. Sum er, sita tey valdu løgtingsumboðini á evstu maktini í floksleiðslunum í flest øllum føroysku politisku flokkunum. Ein og hvør kann tí ímynda sær, hvør tá fult og heilt fær buktina um báðar endarnar. Áhugin fyri lands­politikki úti um landið og kenslan av at vera partur av politisku skipanini, verður har eftir og fer mest sannlíkt harvið eisini at fána burtur, eins og gongdin sigst vera í Grønlandi. Kollveltingin fer soleiðis at fáa munandi størri ítøki­ liga ávirkan á framtíðar­ samfelagið Føroyar og gerandisdagin hjá vanliga føroyingin úti um landið, enn bæði omanfyri nevnda fullveldisgrundlóg og fyri so vítt eisini stýrisskipanar­ arlógin. Havandi í huga, at almennu grundgevingnar fyri vallógarkollveltingini bert eru eitt tunt skrivað A4­ark, har subjektivu sjónarmiðini hjá uppskots­ stillaranum kritikleyst eru leysliga snikkað til av onkrum løgfrøðingi (sí tingmál nr. 5/2007), er talan um ómetaliga lítla virðing fyri grundleggjandi demokratiskum principp­ um, vinnur uppskotið frama. Landspolitiska maktjavnvágin Galdandi vallóg tryggjar økjunum kring landið rímiliga løgtingsumboðan, soleiðis sum lóggávan eisini ger tað í flestum øðrum framkomnum demokratiskum londum. Við fyriliggjandi vallóg­ aruppskotið um eitt val­ dømi, verður henda minni­ lutaverndin í føroysku demokratisku skipanini avtikin og einki sett í staðin. Flest øll eru samd um, at økini úti um landið sum frá­ líður tí verða stóri taparin. Landspolitikkur og lokalpolitikkur Ein høvuðsgrundgeving fyri at gera Føroyar til eitt valdømi hevur verið, at við einum valdømi verður lokalpolitikkur førdur í kommununum og landspolitikkur á løgtingi. Øll vita vit, at fortreytir­ nar fyri hesum eru ikki til staðar. Skal lokalpolitikkur loysast frá lands­politikki, verður neyðugt at greiða uppgávu og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, seta í verk eina inntøku­ og útreiðsluútjavning millum kommurnar, soleiðis sum vit kenna tað frá londunum uttan um okkum, eins og neyðugt verður at skipa Føroyar í størri kommunal­ ar eindir. Tey, sum hava fylgt nóg væl við í kjakinum í fjøl­ miðlunum minnast, at nógvir løgtingslimir tóku undir við hesum sjónar­ miði og søgdu tað vera fortreytin fyri, at teir tóku undir við uppskotinum um eitt valdømi. So líðandi øktust fjølmiðlatrýstið og harvið kravið frá veljararunum í atkvøðuríkasta økinum í landinum. Úrslitið er, at nevndu løgtingslimir sleptu hesum fortreytum og nú treytaleyst tykjast taka undir við, at Føroyar skulu verða eitt valdømi. Hendan gongdin er ivaleyst fyrsta dømið um, hvussu verður, gerðast Føroyar eitt valdømi. Hvørt vit tá fara at kalla tað lokalpolitikk ella landspolitik, fer at valdast um eygað, sum sær. Lokalpolitikki, hvat tað so enn er, sleppa vit undir ongum umstøðum undan. Samanumtikið Nú so stutt tíð er eftir av valskeiðinum og soleiðis sum arbeiðslagið er á Løg­ tingi og í landstýrinum, eru ikki umstøður at fremja eina so kollveltandi vallóg­ arbroyting, sum talan er um. Við virðing fyri demo­ kratinum og harvið Føroya Fólki, hevði tí verið skila­ best, um uppskotið um vallógarbroyting eftir komandi løgtingsval fekk neyðuga demokratiska viðgerð og síðani varð lagt fyri Løgtingið til støðutakan. Á Tvøroyri tann 21. oktober 2007. Fyri ella ímóti einum valdømi Varaløgtingsumboð Sambandsfloksins í Suðuroy Jaspur Vang Í áravís er okkara fiskidaga­ skipan vorðin hálovað, sum heimsins besta veiðu­ skipan. Sjálvútnevndir sendiharrar hava reist ríkir runt og greitt frá okkara fantastisku skipan. Føroyar eru ikki hvør sum helst millum aðrar fiskivinnutjóðir. Í hesum høpi eru vit serfrøðingar, og tí hyggja og lurta hini eftir okkum. Men, mær vitandi hevur eingin streymur verið av londum, sum loypa frá teirra kvotaskipanum, og yvir í okkara fiskidagaskipan. Kann tað hugsast, at okkara fiskidagaskipan kortini ikki er so fantast­ isk? Ella verður skipanin umsitin so út av lagi illa, at tað ikki ger mun, hvussu góð hon er á pappírinum? Fiskifrøðingar, sum hava útbúgvið seg at vita, hava javnan verið skýrdir vitleysir – í besta føri verður lurta eitt vet eftir teimum, men bert so oyralippan so dánt førkast. “Vit mugu vóna, at stovn­ arnir koma fyri seg aftur” segði fisikimálaráðharrin í Degi og Viku í mána­ kvøldið. Álvaratos, skulu vit byggja okkara høvuðs­ vinnu á eina skipan, eingin torir ella vil nerta, og so bara vóna, at talan er um natúrlig sveiggj, og at fiskurin nokk floymir innaftur? Hetta er altso ikki nakað smáputl, vit her tosa um. Hetta er okkara høvuðsvinna! Okkara toskastovnur hevur ikki verið so lítil, sum hann er nú seinastu 100, les: HUNDRAÐ árini. Skilagóð frágreiðing verður við hesum eftirlýst! Modernaði fólk eru indi­ vidualistisk og vilja hava so nógv persónligt frælsi sum gjørligt. Vit halda, at vinnan skal kunna virka fræls, uttan serrættindi og stuðul í altjóða kapping. Vit vilja eisini hava almennar tænastur á sera høgum støði. Gomlu stirvnu politisku flokkarnar í Føroyum eru ikki klárir til at ganga hesum krøvum á møti. Tá vit fara á val, hava vit bara kunna valt flokkar, sum æntin eru 100% liberalir í øllum teir gera ella 100% sosialir í øllum teir gera. Tað er tí sera jaligt at lesa hjartamálini hjá nýggja Tjóðveldinum, sum hegnisliga, endaliga hevur slept sosialistiska vinnupolitikkinum og hevur positionerað seg sum ein sera modernaðan flokk. Flokkurin er framvegis meira javnaðarflokkur enn Javnaðarflokkurin á almenna økinum. Á privata økinum er flokkurin eitt sindur meira liberalur enn áður: ”vit skulu hava persónligt frælsi at liva, trúgva, halda, elska og velja sum vit vilja”. Men á vinnu­ politiska økinum er stóra broytingin. Tjóðveldi er við hesum nýggja politikki tann einasti veru­ ligi vinnuflokkurin í land­ inum: ”Vinnulívið skal virka frælst uttan serrætt­ indi og stuðulsskipanir til tey fáu”. Gomlu liberalistisku flokkarnir eru ikki veru­ ligir vinnuflokkar. Teir hava skapt sermerkta føroyska vina­ og kenn­ ingapolitikkin við fløktum stuðulsskipanum og serrættindum, sum óhefta vinnulívið berjist við nú. Um vinnan skal velja, so vil hon í allar flestu førum nógv heldur virka fræls, og sleppa at velja sínar marknaðir og samstarvsfelagar sjalv uttan uppíblanding. Kelda: www.tjodveldi.fo BJørt samuelsen Heimsins besta fiskiskipan ... tað er bara tað, at hon oyðir toskin! Privat-liberalisma og almanna-sosialisma HD/U og sjálvstøðugur vinnurekandi róaldur Jákupsson