týsdagur 23. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 205 - 23. oktober 2007
- bygdaráðslim í Leirvík
viðvíkjandi viðmerking
undir heitinum
Kyoto og Kára P.
Højgaard
Aftursvar til Poul Andrias
Joensen
Er tað bert orkunýtslan og
Kyoto, sum skal brúkast
sum grundgeving fyri eini
skilagóðari loysn á vegafør
ingini úr Norðoyatunnli
num eysturoyarmegin?
Hvør kennir avleiðing
arnar av tí samtykta upp
skotinum um vegin gjøgn
um bygdina har niðri ?
Er tað nú vist, at hetta
var tað, uppskotið, sum
flestu leirvíkingar ynsktu
sum næstbestu loysnina,
eftir at samgongan sýtir
fyri at gera veg við
lokarennu
Kyoto og vegagerð
Tað skal ikki valda nakar
ivi um, at løgtingsumboð
Sjálvstýrisfloksins tekur
umhvørvi í størsta álvara.
Havi herheima og sum
limur í Umhvørvisnevndini
í Norðurlandaráðnum
arbeitt fyri uppskotum og
tiltøkum, ið ítøkiliga skulu
minka um útlátið av veður
lagsgassum. Ofta verður
grundgivið við tølum, har
lítið ella onki hald er í. Eri
sera ivasamur um pástand
tín Poul Andrias, at CO2
útlátið í Leirvík tvífaldast
av vegagerðini uppi á
Brekkum. Kann tú prógva
hetta uppáhald ?
Allar farleiðir í láglendi ?
Allar høvuðsfarleiðir verða
lagdar, har sakkunnleikin
metir, at tað er tryggast,
best og bíligast. Hetta er
eisini galdandi fyri Lands
verk. Á vestara armi á
Skálafjørðinum, er gjørd
ein nýggj høvuðsfarleið úr
Skálafirði út á Strendur.
Hesin vegur liggur oman
fyri ítróttarhøllina á Skála,
og verður hesin vegur
eisini lagdur omanfyri
húsini í Skálafirði. Verk
ætlan av sama slag er eisini
við í framtíðar útbygging
ini av infrakervinum úr
Runavík inn til Norðagøtu,
har vegurin allastaðni
verður lagdur omanfyri
bygdirnar.
Fólkaviljin í Leirvík
Skal stutt greiða frá, hví eg
havi lagt vegauppskotið í
Leirvík fyri Løgtingið.
Fyrst av øllum, eg var
við til at samtykkja
verkætlanina viðvíkjandi
Norðoyatunnlinum og
lovaði í hesum sambandi,
at eg vildi verða við til at
fremja eina ferðsluloysn í
Leirvík, sum leirvíkingar
tóku undir við.
Allir løgtingslimir fingu
bræv dagfest 6. juni 2007
við,
“Áheitan um at virða
meirilutan í Leirvíkar
Bygdaráði og virka fyri,
at myndugleikarnir fylgja
tilmælinum frá
bygdaráðnum, um at
flyta vegin úr bygdini og
niðan á Brekkur,
sambært uppskoti frá Sp/
f Selmar Nielsen,
arkitekti”.
Hendan áheitan var
undirritað av fimm av
teimum seks bygda
ráðslimunum, sum tá røktu
bygdarráðsarbeiðið.
Havi møtt á tveimum
fundum, ið hava verið
fyriskipaðir, at umrøða
vegaføringina í Leirvík. Í
bygdahúsinum var stór
mannfjøld samlað, og
tóktist stórur meiriluti
verða fyri eini vegætlan
við lokarennu, niðri í
bygdini. Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin, ið mynda
samgonguna og hava
ábyrgdina av landsins
leiðslu, sýttu fyri at fremja
tað ætlanina, sum eftir
øllum at døma nærum full
semja var um, helst tí, at
hendan loysnin varð mett
at verða ov kostnaðarmikil.
Tá ið bygdaráðið í fjør
valdi ein veg niðri í
bygdini heldur enn uppi í
bygdini, var talan um tvey
uppskot, har vegurin lá
dygst oman – ella niðan
fyri bygdarhúsið og fór
beint gjøgnum bøin, besta
byggilendi í bygdini, ið
harvið varð mist. Við hes
um uppskotið, har vegurin
liggur uppi á Brekkum,
omanfyri bøgarðarnar,
verður missurin av byggi
lendi sera avmarkaður.
Allir politisku flokkarnir
fingu eisini innbjóðing til
kunningarfund í Bátasavn
inum í Leirvík. Har møttu
bert umboð fyri Sambands
flokkin, Fólkaflokkin og
Sjálvstýrisflokkin saman
við arkitektaráðgevarum
og umboðum fyri Leirvíkar
Kommunu. Vit vórðu
kunnaðir um støðuna hjá
meirilutanum í bygdaráð
num, og hví bygdaráðið
hevði broytt støðu. Eftir
hendan kunningarfundin
skilji eg betur støðuna hjá
meirilutanum í bygda
ráðnum, hví tey ynskja
vegin vegin omanfyri
bygdina.
Havi bíðað eftir at onkur
politiskur flokkur ella ting
maður fór at fylgja áheit
anini um at taka málið upp,
men tað hendi ikki. Bjarni
Djurholm landstýrismaður
hevur sagt, at stórur
politiskur meiriluti var fyri
verandi verkætlan, hann
ger tí ikki meira, tí hann
metir málið vera avgreitt.
Viðmerkingarnar tiknar
úr leysari luft. Byggitíðin
og tryggleikin líka góður
har niðri í bygdini sum har
uppi.
Eg eri ikki serfrøðingur
á økinum, men tað tykist
løgið, at ein høvuðsvegur
niðri á havnalagnum, har
nógv fólk dagliga ferðast
tvørtur um vegin, sam
stundis sum hús standa tætt
við, skal verða líka tryggur
sum ein ringvegur, ið
liggur í óbygdum.
Harafturat havi eg tikið
útsøgnina 22. apríl 2006
frá Ráðnum fyri Ferðslu
trygd til eftirtektar.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
heitir staðiliga á Føroya
Løgting um at velja eina
loysn í sambandi við
veglegging í Leirvík, sum
er í samsvari við
Nullhugsjónina.
Verandi landsvegir
ígjøgnum bygd økir eiga
skjótast til ber at verða
lagdir út um bygdirnar. Tað
er løgtingsins ábyrgd at
kanna, um allir møguleikar
í sambandi við veglegging
í Leirvík veruliga eru
kannaðir til fulnar, áðrenn
endalig avgerð verður
tikin.Nógva ferðslan í dag
loyvir ikki, at landsvegir
ganga ígjøgnum bygdir, og
tað er vitleyst at leggja
nýggjar stórar ferðsluæðrar
millum hús, har fólk
búleikast.
Bert 2,3 milliónir krónur
eru nýttar higartil í ár av
teimum 18 milliónunum,
ið vórðu játtaðar til Leirvík
arvegin í hesum fíggjar
árinum. Restina hevur
landstýrismaðurin í vinnu
málum brúkt til onnur
arbeiði í Eysturoynni.
Nógv neyst, jørð, komm
unalur vegur v.m. skulu
keypast ella ognartakast;
hetta er trupult og tekur
langa tíð. Tað er sambært
Bjarna Djurholm orsøkin
til, at ikki meira er hent, og
játtaði peningurin ikki
brúktur sum ætlað.
Verður vegurin lagdur í
erva kann arbeiðast frá
báðum síðum, tí er byggi
tíðin í lógaruppskotinum
ásett til at verða liðug
seinast 1. oktober 2009.
Hetta viðførir, sum rímu
ligt er, at áleið 15 milliónir
skulu játtast afturat teimum
10 á fíggjarlógini 2008 og
25 milliónir í 2009,
tilsamans áleið 50
milliónir.
Sigur løgtingsmaðurin
ósatt
Eg havi samskift við Leir
víkar Kommunu um upp
skotið, og eri onga løtu í
iva um, at tann vitan, fing
in er til vega á hendan hátt,
er samsvarandi veruleikan
um. Uppskotið frá Lands
verk tók meira byggilendi
enn hetta uppskotið ger, og
hetta er eisini tað uppskot
ið, sum er samtykt í bygd
aráðnum og áheitan farin
út til politiska myndug
leikan um at fremja.
Hvør loysn er tann besta?
Semjan rakk til veg við
lokarennu, men tað vildu
samgonguflokkarnir ikki.
Ringvegur verður nógva
staðni gjørdur, har ein vil
verja bygd ella bý, hetta er
eisini ein náttúrlig loysn,
sum tá hon fellur væl í
lendi ikki skemmir
náttúruna.
Eg veit væl, at tað eru
ikki allir leirvíkingar sum
ynskja hesa loysnina, men
fleiri eg havi tosað við
siga, at ein loysn má
finnast, og at verandi ætlan
niðri á havnalagnum, er
tann vánaligasta av øllum.
Tá interkommunala
brennistøðin skuldi
byggjast, vildi ongin hava
hana. Vegur bleiv gjørdur á
HøgaSaltnesi og við Áir,
áðrenn endaligu loyvini
vóru fingin til vega og
brennistøðin til seinast
bleiv bygd á Hagaleiti í
Leirvík. Nógv mótmæltu
og gjørdu sítt ítarsta fyri at
støðga hesi ætlan, tí sagt
varð, at hon kom at oyði
leggja framtíðar møguleik
arnar í bygdini og fyri
uppvaksandi ættarliðið. Í
dag kunnu vit øll í felag
gleðast um, at dómadags
forsøgnirnar ikki høvdu
hald í veruleikanum.
Brennistøðin er eitt trygt
arbeiðspláss hjá fleiri
fólkum, og avleidda virk
semi hjá Høvdavirkinum,
er ein av grundstuðlunum
og inntøkunum í Leirvík.
Í summar helt Umhvørv
isnevndin hjá Norðurlanda
ráðnum summarfundin í
Føroyum, eftir innbjóðing
frá føroyska umboðnum í
nevndini. Høvuðsevni var
CO2 útlát og globala
upphitanin. Vitja varð m.a.
á SEV støðini á Eiði, har
kunnað varð um vind, vatn
og alduorku. Aftaná varð
vitja á Høvdavirkinum, og
norðurlendska ferðaliðið
var áhuga og bergtikið av
at síggja eina so stóra
verkætlan, har avlopshiti,
ið annars ónýttur hevði
farið út í luftina, bleiv
brúktur til framleiðslu úr
fiskaavfalli. Úr hesum
úrdráttum kundi fáast eitt
útflutningsvirði fyri nógvar
tíggjutals milliónir árliga.
Hetta er ein umhvørvislig
sólskinsøga
Fyri meg er tað sum sagt
ein samvitskuspurningur,
at vegaføringin í Leirvík
verður framd sum skjótast.
Vil fegin halda givin lyfti
og haldi, at meirilutin í
bygdaráðnum hevur grund
givið væl fyri ynskinum
um, at vegurin skal liggja
uppi á Brekkum, tí er
uppskotið framlagt. Nú fáa
so løgtingslimir høvi til at
viðgera málið og tað
verður Løgtingið, sum
kemur at taka endaligu
avgerðina.
løgtingslimur
Kári P.
Højgaard
Lærarastørv í
Eysturskúlanum
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað
starv. Hetta starv verður lýst leyst at seta skjótast
til ber og fyribils til 1. januar 2008
Søkt verður eftir lærara, sum skal undirvísa 20
tímar um vikuna. Í framhaldsdeildini í enskum,
lívfrøði og alis/evnafrøði, og í 6. og 7. flokki í smíð
Starvið eru lønt í lønarflokkunum 18.1 –27.4
sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálaráðið
Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:
• Í undirvísingini at taka støði í teimum mongu
førleikunum
• At leita eftir sterkum síðum hjá næminginum
• At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt
okkara virksemi
Søkt verður eftir lærara sum:
• hevur læraraútbúgving
• dugir væl at samstarva og samskifta
• áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
• ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
• setir tollyndi í hásætið
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta
lagi leygardagin 3. november
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í
samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á
tlf. 302540 ella 214752
Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 17
100 Tórshavn
Í Eysturskúlanum eru 509 næmingar í 1. til 10. flokki og 49 lærarar. Skúlin
er skipaður í sjálvstýrandi toymi. Meginreglan er, at lærarar arbeiða í
einum toymi burturav. Í hvørjum toymi eru 4-5 flokkar. Vit hava skúlaárið
2006/2007 arbeitt við at orða virðisgrundarlag Eysturskúlans. Vit hava
valt at leggja dent á “Tollyndi” í fyrstu syftu, tí vit meta, tað hevur so stóran
týdning og er grundleggjandi fyri alt virksemi skúlans.
Lesið
- so eru tit við
Vegaføring um Leirvík