Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 205 - 23. oktober 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tað er ógvuliga tungt at sita her og skriva minningarorð um sín besta vin. Skjótt eru fýra mánaðir gingnir, síðan tú fór herfrá, tó er tað líka svárt enn. Tað er, sum tað var í gjár, at eg fekk tey ógvuliga tungu boðini, at tú so brádliga vart farin. Ikki er tað til at skilja, at tú ikki er her longur. Vit spyrja hví, men einki svar, og saknurin er so ómetaliga stórur, kæri vinur. Minnini um teg kan eingin taka frá mær, og tey eru mong. Vit eru báðir føddir í sama ári, tríggir og ein hálvur mánaður ímillum okkum. Uppvaksnir saman á Gamla­ vegi á Skála. Vit vóru altíð upptiknir av onkrum, smíðaðu kassabilar, smáttur, flakar og annað. Tú visti altíð ráð, um tað var nakað, sum ivi var um, handaligur sum tú vart, og hugskot manglaðu ikki. Útferðatúrarnir, tá vit vóru smáir, plagdu at ganga niðan í Gamlagerði, hetta var út í heim tá. So við og við, sum vit vuksu til, øktist spæliplássið hjá okkum, ja tað rakk heilt frá fjøru til fjals. Sum tilkomnir fórt tú í el­læru. Eitt skifti vart tú uttanlands, har tú arbeiddi hjá SAS. Tá dreingirnir komu, valdu tú og Hanna at flyta heimaftur á klettarnar, har tú keypti hús á Skála. Tú arbeiddi á el­deildini her, seinri arbeiddi tú hjá Pam Off­ shore í Noregi, har tú vart tvær vikur burtur og tríggjar heima. Eg valdi sjóvegin, men altíð tá vit vóru heima báðir, hittust vit, og vóru vit burtur, tosaðu vit saman. Tú hevði títt blíða lyndi, visti altíð okkurt at siga frá, skemtingarsamur og fekk alt at virka so livandi. Tað gongur ikki ein dagur, at eg ikki hugsi um ymiskt, vit hava upplivað saman, bæði skemt og álvara. Hjálpsamur vart tú eisini sum fáur. Manga hjálpandi hond hevur tú rætt mær, nú eg eisini keypti hús í bygdini. Sera dugnaligur vart tú, ongantíð ráðaleysur, og ongantíð segði tú nei. Hvat tú enn tókst við, fekst tú tað at rigga. Ja óteljandi góð minnir, sum eg vil goyma djúpt í hjarta mínum. Veðrið var vakurt, tá tú vart lagdur til hvíldar, og sera vakurt varð sang­ urin sung in av Charlottu av Váli við familju, »Inntil ódnin er av«. Tú fekst eina vakra jarðarferð, og at tú hevði nógvar vinir, var øllum greitt, tá ein sá allan hin stóra skaran, ið fylgdi tær tína seinastu ferð her á foldum. Eg hugsi um tykkum báðar Magnus og Dávid, sum hava mist tykkara kæra pápa, hann var so góður við tykkum, og teg Hannu og so tykkum Sonja og Petur Jakku og systkini, sum alt ov tíðliga mistu tykkara kæra son og bróður. Enn ein rødd er tagnað títt hjarta ei longur slær, hitt blíða sermerkta brosið ei longur á foldum ein sær. Takk fyri alt, kæri vinur. Hvíl í friði. Vit síggjast. Vinur tín Kartin Minningarorð um Jónhard Johannesen f. 3. mars 1970 – d. 25. juni 2007 Mánadagin 22. oktober fylti Kristi­ anna Rein í Havn 60 ár. Kristianna er fødd í Klaksvík, dóttir Annu og Dánjal Nielsen. Mamman var fødd á Viðareiði og pápin var úr Sandavági. Kristianna gekk í barnaskúla og realskúla í Klaksvík. 16 ára gomul flutti hon heimanífrá til Havnar at ganga í studentaskúla, og gjørdist hon tá havnarfólk. Hon fór at læra til bioanalytikara, ella sjúkrahúslaborant, sum tað æt tá. Skipanin var, at tú fekk eitt árs læru­ tíð á Landssjúkrahúsinum og skuldi síðani til Danmarkar á skúla og víðari læru. Eftir tað eina árið á Landssjúkrahús­ inum fór Kristianna til Keypmanna­ havnar á laborantskúla, og síðani lærdi hon liðugt á Medisinsk Labora­ torium. Kristianna arbeiddi sum bioana­ lytikari á Øresunds hospitalet í Hels­ ingør, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum. Hon hevur eisini verið lærari í Santa Frans skúla. Í trý ár arbeiddi Kristianna sum labor­ antur á Føroya Fiskasølu, har starvsøkini vóru vørumenning og góðskueftirlit. Kristianna var í tvey ár við í kikssilvur­ og pcb­kanningunum, sum Pál Weihe, yvirlækni, skipar fyri. Kristianna er kend fyri at vera ein sera góður kokkur, og hon hevur gjørt nógvar sendingar um matgerð í sjón­ varpinum og í bløðunum. Í nøkur ár var hon eisini lærari í matgerð í kvøld­ skúlanum. Í 1996 fór Kristianna til Danmarkar at taka eina nýggja útbúgving. Hon fór til Sorø á Ankerhus seminarium at lesa til føðslu­ og húsarhaldsfrøðing, og eftir útbúgvingartíðina í Sorø hev­ ur hon starvast hjá elfelagnum SEV sum orkuráðgevi og eisini undirvísir hon um elnýtslu. Kristiana hevur verið virkin í polit­ ikki. Hon var í tvey valskeið í Tórs­ havnar býráð, vald av Tjóðveldisflokk­ inum. Hon var í fleiri ár nevndarlimur og formaður í Suðurstreymoyar Tjóð­ veldisfelag, og eisini var hon í aðal­ stjórn floksins, tað eina ári sum for­ maður. Kristianna varð av Tjóðveldisflokk­ inum vald í útvarps­ og sjónvarpsnevnd­ irnar og var í nøkur ár formaður. Eisini hevur hon verið limur og formaður í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið. Hesi seinasti nógvu árinum hevur Kristianna verið formaður í Diabetes­ felag Føroya og er hon eisini limur í starvsnevndini hjá MBF. Kristianna er gift við Marius Rein og tey eiga trý børn, Dánjal sum býr í London, Janus býr í Havn og Anna í Keypmannahavn. Hon eigur ein ommuson, sum eitur Tummas og sum er hennara einkarbarn. Vit ynskja Kristionnu hjartaliga til­ lukku við degnum. Kristianna Rein 60 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at høgt elskaði sonur og beiggi okkara Rógvi Borðoy ættaður av Norðskála búsitandi í Shiang Mai í Thailandi andaðist 18. oktober, bert 30 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Familjunnar vegna Jansy, Brynjálvur, Regin og Randi Andlát og jarðarferðir Bogi Winther í Tórshavn, andaðist á Landssjúkra­ húsinum mánadagin, 86 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Herdis Müller í Tórshavn, andaðist mánadagin á Landssjúkrahúsinum, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Nora Beder Johannesen í Sandavági, ættað úr Vági, andaðist leygardagin 85 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Sandavágs kirkju mikudagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Noru, kunnu lata eina gávu til Meinigheitshúsið í Sandavági Andlát og jarðarferðir Dagurin 24. oktober. Proklus, deyður í 443. Hann var næmingur hjá Chrysostomosi og endaði sum biskupur í Konstantin­ opel. Nógvar prædikur hansara eru varðveittar. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið góða mamma, omma og langomma okkara Jonhild Thomsen Klaksvík andaðist og varð jarðað. Takk fyri allar heilsanir og hjartans tøkk øll, ið vórðu góð við foreldur okkara. Anna, Kára og Tove