týsdagur 23. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 23. oktober 2007
17
lýsingar
Við hesum verður søkt eftir kokki til Strandfaraskip Landsins at seta í fast starv skjótast
møguligt
Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum,
men kann til eina og hvørja tíð verða fl uttur
umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum
Landsins.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í
mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið
ein er settur umborð á.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávan hjá kokkinum er at
matgera til manningina, og at hava
sølubúðina um hendi.
Kokkurin hevur ábyrgd av:
• At reinføri er eftir galdandi ásetingum
• Tryggja at trygdin umborð er í samsvari
við altjóða krøv
• Tryggja gott samstarv við myndugleikar
og aðrar samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• Praktiskar royndir sum kokkur
• Trygdarskeið
• Heilsuprógv
• Góð samstarvsevni
• Góðan røkjuskap
Vit bjóða
• Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv
• Fakligar avbjóðingar
• Eitt starv sum tú sleppur at skipa og
menna
• Gott samanhald
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 30. oktobur 2007,
kl 12:00
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Jan Haldansen,
deildarleiðara, á tlf. 34 30 00 lokal 3041, ella
e-post: jah@ssl.fo
Kokkur
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í
fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild.
miðlahúsið í Vágsbotni
www.sosialurin.fo
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Øll eru vælkomin
Fyrilestur við Ole Spiermann, professara
í altjóðarætti, um evnið ríkisfelagsskapurin
og ríkisrættarstøða Føroya, verður í
miðlahúsinum
hóskvøldið 25. oktober. kl. 19:30
Ole Spiermann hevur skrivað fleiri greinar og bøkur
um altjóðarætt og fekk longu í 1994 gullheiðursløn fyri
slóðbrótandi verkið um fullveldishugtakið, »Enten &
Eller«.
Fyrilestur í miðlahúsinum
Ole Spiermann
Tiltak um
feskan fisk
Føroya Ráfiskakeyparafelag skipar 26. oktober 2007 fyri einum tiltakið fyri
fiskivinnuna um feskan fisk.
Á skránni er handfaring av rávøru við denti á ymiskar kølihættir,
superkøling av fiski, logistikkur og sporføri.
Granskingarstjórin á íslendska granskingarstovninum Matis Sigurjón
Arason og starvsfelagið hansara Bjørn Margeirson koma til Føroya at
kunna okkum um hetta. Harumframt kemur Steinbjørn í Dali at greiða frá
royndunum frá at íverkseta elektroniskt sporføri í fiskivinnuni. Somuleiðis
koma Jóhanna á Bergi og Magni Arge at kunna um framtíðarætlanir innan
flutning av fiskavørum.
Tíð og stað
Skeiðið verður tann 26. oktober 2007 kl. 08:30 á Hotel Føroyum.
Kostnaður
Prísurin er kr. 1.000,- fyri limir í Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag og kr. 1.500,- fyri ikki limir. Ábit verður aftaná tiltakið.
Tilmelding
Tilmelding á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo. Freistin fyri
tilmelding er 24. okt.