týsdagur 23. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 vinnusíðurnar
Nr. 205 - 23. oktober 2007
Teir seinastu
dagarnar hevur ein
íslendskur trolari
roynt at skilja tosk og
hýsu frá hvør øðrum
longu i trolinum
Fiskivinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Ber tað til at skilja tosk og
hýsu frá hvør øðrum longu
í trolinum, soleiðis at tosk
urin fer fyri seg í posan og
hýsan fyri seg? Hesin spurn
ingurin hevur verið umrødd
ur í mong ár, og í fleiri lond
um eru royndir gjørdar at
skilja hesi bæði fiskaskøgini
sundur, áðrenn tey koma
inn á dekkið. Nú hava ís
lendingar gjørt enn eina
roynd.
Við
frystitrolaranum
Örfirisey vóru menn í Ísa
fjarðardýpinum og royndu
við botntroli. Hetta var tó
ikki eitt vanligt trol. Tað var
býtt sundur í tvey við einum
neti, sum býtti trolið í ein
ovara og ein niðara part,
soleiðis at fiskur, sum
heldur seg í erva í trolinum,
fór í aðra helvtina av posan
um, meðan fiskur, sum
heldur seg í neðra í trolin
um, dór í hin partin av posa
num. Málið var at skilja
tosk og hýsa frá hvør øðr
um, tí tey hava ikki somu
atferð, tá tey koma í trolið.
Havrannsóknarstovnurin,
sum skipaði fyri royndunum,
sigur, at ætlanin er at halda
fram við ymsum royndum
teir
næstu
mánaðarnar.
Millum annað er ætlanin at
royna ymsar meskavíddir
har afturi í trolinum við tí
fyri eyga at skilja smáa
hýsu og smáfisk frá, áðrenn
fiskurin kemur aftur í pos
an.
Havrannsóknarstovnurin
í Reykjavík sigur, at ein væl
virkandi skipan, sum skilir
fiskin longu í trolinum,
kann fáa stóran týdning
fiski
fiskiskapin
undir
Íslandi, soleiðis sum støðan
hjá toskastovninum og hýsu
stovninum er í løtuni.
Royna at skilja fiskin
í trolinum
Frystitrolarin Örfirisey gjørdi royndirnar
við at skila fisk í trolinum
(Mynd: Vísir)
KT-
felagið
skipar
fyri skeiði
í Agile
29. oktober 2007 skipar
KTfelagið fyri skeiði í
Agile. Skeiðið verður á
Hotel Føroyum. Agile er
ein
samanrenning
av
hugskotum frá menning
av ritbúnaði, vørum og
leiðslustýring.
Agile
tryggjar, at verkætlanir
røkka handilsligu málini.
Fleiri metodir byggja á
meginreglur frá Agile,
millum annað Scrum og
eXtreme Programming.
Skeiðshaldari er Pétur
Orri Sæmundsen. Petur
er íverksetari, og saman
við øðrum hevur hann
stovnað íslendsku fyri
tøkuna
Sprettur,
sum
arbeiðir
og
ráðgevur
innan Agile. Sprettur
arbeiðir við Agile hjá m.
a. Kaupthing Bank, Nova
og Síminn. Petur hevur
harafturat royndir innan
menning av ritbúnaði,
sum deildarleiðari, verk
ætlanarleiðari og tekn
iskur leiðari. Skeiðið
verður á Hotel Føroyum
og tilmeldingarfreistin er
22. oktober 2007 á heima
síðuni hjá Vinnuhúsinum
www.industry.fo
Tiltak um feskan fisk
26. oktober 2007 skipar Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri einum tiltaki fyri
fiskivinnuni. Á skránni er handfaring av rávøru við denti á ymiskar
kølihættir, superkøling av fiski, logistikkur og sporføri. Granskingarstjórin á
íslendska granskingarstovninum Matis Sigurjón Arason og starvsfelagi
hansara, Bjørn Margeirson, koma til Føroya at kunna okkum um hetta.
Harumframt fer Steinbjørn í Dali at greiða frá royndunum frá at íverkseta
elektroniskt sporføri í fiskivinnuni. Somuleiðis fara Jóhanna á Bergi og
Magni Arge at kunna um framtíðarætlanir innan flutning av fiskavørum.
Tiltakið verður á Hotel Føroyum – og tilmeldingarfreistin er 24. oktober.
(www.industry.fo)
Verkstovur um CE merking
Í samband við, at SamVit 21. september í ár skipaði fyri kunnandi fundi um CE
merking, er skjøtil sett á eina tilgongd har fyritøkur, sum ætlar sær at fáa CEmerkt
teirra vørur, eru við. Einar 10 fyritøkur luttóku á fundinum sum var í september um
CEmerking. Tær luttakandi fyritøkurnar hava tað til felags, at tær útflyta vørur, sum
skulu verða CE merktar. Fyri at ein vøra kann CE merkjast, er neyðugt at fylgja
ávísum mannagongdum. Hesar mannagongdir líkjast nógv tí, sum vit kenna frá
innaneftirlitsskipanini í fiskivinnuni. Fyri at fyritøkur skulu fáa meira konkret burtur
úr, verður skipað fyri nøkrum verkstovum har fyritøkurnar kunnu møtast og arbeiða
við sínum egnu vørum, soleiðis at vørurnar kunnu CE merkjast. Verkstovuleiðari
verður Nils Thyssen, sum seinastu 20 árini hevur ráðgivið og arbeitt nógv við CE
merkingum. Verkstovurnar verða í hølunum hjá SamVit og byrja í viku 43.
Toskastovnurin er illa fyri, og tí er umráðandi, at hann verður rætt troyttur (Mynd: Vísir)