týsdagur 23. oktober 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnusíðurnar
Nr. 205 - 23. oktober 2007
Hósdagin 1. novemb
er klokkan 16 skipar
Businessline saman
við Børsen fyri ein
um vinnufundi, har
ljós verður varpað á
vinnarafyritøkur. T.e.
feløg í Føroyum, sum
vaksa skjótast
VINNA
Tað er www.business-line.
fo saman við kenda danska
tíðarritinum Børsen, sum
skipar fyri einum vinnufundi
í Eik Banka, har ljós verður
varpað á tær sokallaðu
gazellufyritøkurnar. Gazell-
ur eru fyritøkur, ið hava
megnað at skapt ein serliga
skjótan vøkstur seinastu 4
árini.
Tann mest grundleggjandi
treytin fyri at verða Gazella
er, at bruttovinningurin skal
verða tvífaldaður seinastu
fýra árini, samstundis sum
onki av ársins úrslitum
áðrenn skatt skal hava hall.
Í okkara grannalondum
verður nógv gjørt burturúr
hesum vakstrarfyritøkum,
og í Danmark er tað dag-
blaðið Børsen, saman við
Jyske Bank, ið skipa fyri
vinnuráðstevnum, har vinn-
arafyritøkurnar verða funn-
ar og heiðraðar.
Business-Line hevur fing-
ið í lag samstarv við Børsen
um at skipa fyri einum
vinnufundi í Eik Banka, har
føroysku vinnarafyritøkur-
nar verða funnar og heiðr-
aðar.
Høvuðsnavnið á vinnu-
fundinum er ongin minni
enn Leif Beck Fallesen, ið
bæði er leiðandi blaðstjóri
og fyritøkustjóri á danska
dagblaðnum BØRSEN.
Á fundinum verða eisini
umboð fyri Børsen Exce-
cutice Club, ið fer at greiða
frá, hvat hesin leiðarafe-
lagsskapur hjá Børsen kann
bjóða føroyskum vinnulívi.
Vinnufundurin verður í
Eik Banka hósdagin tann 1.
november kl. 16 – 18.
Freistin fyri tilmelding er
fríggjadagin 26. oktober
2007 kl. 16, tí er neyðugt
við skjótari tilmelding, um
tú vilt tryggja tær pláss á
hesum áhugaverda tiltaki í
EIK
BANKA,
ið
er
ókeypis.
MENTANARVIKA
Í RUNAVÍK
MENTANARVIKA
Í RUNAVÍK
Hvør
føroysk
fyritøka
rennur
skjótast?
Skráin fyri vinnufundin
verður henda:
16:00
Skráseting og kaffi
16:30 Eik Banki bjóðar vælkomin
16:40 Business-Line: Hví skulu vakstrarfyritøkurnar fram í ljósið?
16:50 Føroyskur vinnulívsleiðari: Hvønn týdning hevur vøkstur í okkara fyritøku?
17:00 Leif Beck Fallesen, stjóri í Børsen: “ De globale vækstskabere”
17:25 Ársins vakstrarfyritøka (gazella) 2007 verður kunngjørd og heiðurtekin handað
17:35 Diana Willemoes, vice president Børsen Executive Club:
Historien om BEC og oprettelse af regionale afdelinger. Er Færøerne en mulighed?
18:00 Liðugt
Leif Beck Fallesen,
blaðstjóri og forstjóri
á dagblaðnum Børsen
vinstrumegin, her saman
við Kenneth Plummer,
aðalstjóra á Danmarks
Radio og aðalstjóranum í
TV2, Per Mikael Jensen.
Hósdagin í næstu viku
verður hann at hoyra í
EIk Banka í sambandi
við áhugaverda
vinnufundin, sum
Business-line.fo skipar
fyri
Mynd: Carsten Lauridsen/
Polfoto
Menn forvinna tað tvífalda
Eitt yvirlit yvir inntøkuna hjá kvinnum og monnum í Føroya Arbeiðarafelag vísir,
at mennirnir forvinna munandi meir enn kvinnurnar. Higartil í ár er inntøkan hjá
monnunum at kalla tvífalt so høg sum hjá kvinnunum, vísir ein lønaruppgerð.
Nakað skyldast sjálvandi, at tað eru kvinnur, ið arbeiða niðursetta tíð, men hetta er
kortini ikki so nógvar, at talið átti at verið helvtina minnið. Í Føroyum vantar ein
verulig lønarkanning, ið kann staðfesta, hvussu stórur munur er á lønum, hví
munur er, og hvørji tiltøk kunna gerast fyri at burturbeina lønarmunin. Sum er
finnst bert avmarkað hagtalstilfar, sum kann geva ymiskar ábendingar, men ikki
verulig svør.