Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnusíðurnar Nr. 205 - 23. oktober 2007 Um nakrar mánaðir ætla íslendingar at útskriva tey fyrstu loyvini til at leita eftir olju og gassi á Drekaleiðini sunnan fyri Jan Mayen. Tað hóvar ikki norðmonnum Oljuvinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað var í vár, at íslendska stjórnin boðaði frá, at hon hevði lagt ætlanir um at loyva oljufeløgum at leita eftir olju og gassi á einari leið, sum íslendingar kalla Drekasvæðið. Hendan leið­ in er íslendsku megin mark­ ið millum Ísland og Jan Mayen og sostatt í landnyrð­ ing úr Íslandi og sunnan fyri Jan Mayen. Ein partur av leiðini hevur mark ímóti altjóða sjógvi. Í einari drúgvari frágreið­ ing, sum íslendska ídnaðar­ málaráðið kunngjørdi í mai í ár, stendur, at útlitini fyri at finna olju og ella gass í Drekasvæðinum eru góð, og fyri tveimum mánaðum síðani segði Össur Skarp­ heðinsson, ídnaðarmálaráð­ harri, við íslendskar fjøl­ miðlar, at ráðstova hansara hevði fingið fyrispurningar frá áhugaðum oljufeløgum. Ráðharrin segði, at ætlandi verða tey fyrstu leitingar­ loyvini útskrivað innan august næsta ár. Hann legði tó afturat, at ymsar kann­ ingar skulu gerast fyrst, og at tann fyrsti borurin verður neyvan settur í botnin á Drekasveiðinum fyrr enn í 2011. Hóvar ikki norðmonnum Íslendskir og norskir fjøl­ miðlar hava fleiri ferðir skrivað, at íslendska olju­ ætlanin á Drekasvæðinum var ikki fallin í góða jørð í Noregi. Fyri stuttum visti norska ríkisútvarpið at siga, at íslendska ætlanin hevði verið á borðinum í umhvørv­ ismálaráðnum í Oslo, og at umhvørvismálaráðið og aðrar ráðstovur høvdu skift orð um ætlanina hjá íslend­ ingum. Millum annað halda norð­ menn tað vera óðamanna­ verk at fara undir oljuleiting so langt norðuri sum í Drekasvæðinum og í einum øki, har eingin oljuvinna er frammanundan. Vandin fyri óhappi og vanlukkum er sambært norðmonnum alt ov stórur, og harafturat er eingin bjargingarútgerð í økinum. Norðmenn vísa eisini á, at ongar veruligar lívfrøði­ ligar kanningar eru gjørdar í økinum, og tí veit eingin, hvørjar avleiðingar eitt møguligt dálkingaróhapp kann fáa fyri vistfrøðina har. Umhvørvið Tað eru ikki bara fólk í norsku stjórnarumsitingini, sum hava áhuga fyri ís­ lendsku oljuætlanini, og sum siga seg ivast í, hvussu skilagóð hon er. Herfyri legði talsmaðurin hjá norsku umhvørvisvernd arfeløgunum seg út í kjakið. Lars Haltbrekken segði í samrøðu við ríkisútvarpið NRK, at fara íslendingar undir oljuvinnu á leiðini sunnan fyri Jan Mayen, fer tað at hótta vistfrøðina í øki­ num. Lars Haltbrekken legði afturat, at norsku um­ hvørvisverndarfeløgini fara at seta seg í samband við íslendska umhvørvisvernd­ arfelagið um málið. Tað hava tey ikki gjørt enn, sigur formaðurin í sam­ takinum hjá íslendsku náttúruverndarfeløgunum, Árni Finnsson, við Vísir. Hann sigur, at íslendsku feløgini hava ikki umrøtt málið enn, men sjálvur er hann samdur við teimum norsku umhvørvisverndar­ feløgunum. – Ætlanin at fara at leita eftir olju samsvarar ikki við ta almennu, íslendsku kós­ ina um at avmarka vakstrar­ húsárinið, sigur Árni Finns­ son við Vísir. Eingi óráð Í íslendska ídnaðarmálaráð­ num eru tey greið yvir, at oljuvinna í Drekasvæðinum fer at geva avbjóðingar, og Össur Skarpheðinsson, ráð­ harri, vissar tey ivandi um, at myndugleikarnir fara ikki at taka sær nøkur óráð fyri. – Tað eru serliga tvinnir lutir, sum vit leggja størsta dentin á. Í fyrra lagi fara vit at fylgja øllum umhvørvis­ ásetingum og ­reglum, og her fara vit júst at brúka royndirnar hjá norðmonnum sum fyrimynd. Í øðrum lagi leggja vit dent á trygdina hjá teimum, sum skulu ar­ beiða í økinum. Eisini her fara vit at halda tær strang­ astu reglurnar, og aftur her brúka við borðmenn sum fyrimynd, sigur íslendski ídnaðarmálaráðharrin við Morgunblaðið. Hann er samdur við teim­ um, sum siga, at vistfrøðin í økinum er ikki nóg væl kannað, og tí ætla íslendi­ ngar at gera neyðugar kann­ ingar í so mikið góðari tíð, at úrslitið er tøkt, áðrenn tað fyrsta boriloyvið verður latið. Hann dylur ikki fyri, at norski ivin kemur eitt sindur óvart á seg. ­ Eg hevði ikki væntað hendan stóra áhugan, eftir sum norðmenn sjálvir útvinna olju undir truplari umstøðum langt norðuri á havinum. Norðmenn halda lítið um íslendskar oljuætlanir Drekasvæðið er sunnan fyri Jan Mayen og í landnyrðing úr Íslandi – Vit brúka júst norsku royndirnar sum fyrimynd, sigur íslendski ídnaðarmálaráðharrin, Össur Skarpheðinsson, sissandi Vinnudagur 9. november Evnið hesaferð verður organisatión, sum verður lýst á ymiskan hátt. Vinnudagurin 2007 er tann áttandi í røðini. Evnið í ár verður organisatión. Hetta er eitt sera breitt hugtak, og tí fara fyrilestrahaldararnir at viðgera tað frá sera ymiskum sjónarhornum. Fyrilestrahaldarar verða Mette Bloch, sum er tvífaldur heimsmeistari í rógving og arbeiðir nú sum fyrilestrahaldari, rithøvundur og greinaskrivari, Kenneth Iversen er stjóri á Unimerco og Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum. Inntil 25. oktober ber bert til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag at melda seg til Vinnudagin 2007. Eftir hetta ber til hjá øllum at melda til. Tilmeldingarfreistin er 5. november.