Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 95 - 19. mai 2001 Nr. 95 - 19. mai 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Ov seint at veksa um rækjuflotan Jústinus Leivsson Eidesgaard Runavík: “Tað er ov seint nú at geva nýggj innflutn- ingsloyvi til rækjuskip nú. Landsstýrið skuldi havt gjørt hetta fyri fimm árum síðan, so hevði støðan verið heilt ørvísi. Vóru skipini komin fyrr, so høvdu tey verið við til at upparbeitt fleiri søgulig rættindi, fleiri fiskidagar, sigur Bjarni Joensen, skipari á rækju- trolaranum “Artic Viking”. Tað treingist um á Flemmish Cap. Londini, sum royna á Flemmish Cap hava órað, at kvotur og ikki fiskidagar lúra fyri framman og mest sannlíkt er, at NAFO fer at áseta kvotur á Flemmish Cap. Hesar verða útroknaðar eftir teimum fiskidøgum, sum londini hava brúkt á Flemmish Cap seinastu árini, ella fiskidøgunum, sum londini hava fingið tillutað og ikki brúkt. Seinastu tíðina er før- oyski rækjuflotin øktur við trimum skipum, sum fiski- málaráðharrin Jørgen Niclasen hevur givið loyvið til. Grundgevingin hjá landsstýrinum er, at føroyingar nýta alt ov lítið av fiskidøgunum við Sval- bard og í Baretnshavinum. Men føroysku rækju- trolararnir, sum seinastu mongu árini hava roynt á Flemmish Cap við góðum úrsliti og sum nú eru vornir meinkunningir har, óttast fyri, at nýggju skipini koma at liggja fyri tað mesta á Flemmish CAp, tí har lønar tað seg betri við fiski- skapinum enn við Sval- bard. -Vit taka ikki illa móti monnum, sum keypa nýggj skip, men vit harmast um at landsstýrið er so seint á sjóvarfallinum. Nýggj rækjuskip fyri fimm árum síðan hevði styrkt munandi meira um okkara støðu á Flemmish Cap enn tey gera í dag. Tí tá kvoturnar koma, so eru vit nú fleiri um tær, sigur Bjarni Petersen, skipari. -Nú eru tað fleiri lond sum senda eina rúgvu av skipum á Flemmish Cap, fyri at bjarga sær fiski- rættindi. Føroyingar hava veitt somu nøgd í mong ár. Men støðan er ikki góð á grunninum. Rækjurnar eru vorðnar munandi smærri og tað er eitt greitt tekin um ovurveiðu. Meðan okkara kurva er heilt jøvn gongur kurvar hjá øðrum londum, eitt nú Noregi beint upp- eftir. Noreg hevur ikki havt meira enn eini tvey skip á Flemmish Cap seinastu árini, men nú vandi er fyri kvotum, vilja teir hava fleiri fiskidagar fyri at grunda teirra krøv, sigur Bjarni Petersen. Prísfall upp á 40 % Bjarni Petersen hevur stóran áhuga fyri fiski- vinnu. Hann kom heim aftur mikudagin. “Artic Viking” hevði verið inni í New Foundlandi og landa og skift manning. Longu hósmorgunin klokkan átta sást hann á fiskivinnu- stevnuni í Runavík. hendan túrin hvødu teir fingið 9,4 tons í meðal, tað er hampu- ligur fiskiskapur, men prís- urin er fallin við heilum 40 prosentum seinastu tíðina og so nógvar rækjur eru á marknaðinum, at hann fellir ikki aftur fyrr enn flotin er minkaður. -Tað er gott at vera heima aftur, eg havi gingið her síðan tíðliga í morgun og eg eri ongan veg komin enn. Hetta er ein fín stevna sum ikki stendur aftanfyri aðrar fiskivinnumessur eg havi verið á. Sum skipari havi eg sjálvsagt størstan áhugan fyri tí sum er á brúnni og trolreiðskapi og tað er eisini tað eg hyggi eftir, sigur Bjarni Petersen. Bjarni leiðir okkum til ein bás og har vísir hann ein videofilm av kendu vágslemmunum, sum “Artic Viking” hevður roynt. Teir hava havt ein sjókaga á lemmunum og so kann ein síggja júst hvussu teir ganga. Tað góða við Injectdoor lemmunum er, at sjálvt um teir ganga leysir av botni, so koppa teir ikki. -Tað hendir ótrúliga nógv innan fiskivinnuøkið. Tað er sum við teldum, tú má allatíðina keypa nýtt. Okkarta bátur er 14 ára gamal og í hvussu er helvtin av útgerðini á brúnni er skift úr hesi ár. Ikki tí at tólini ikki virka, men tí at tey eru vorðin ov gomul, nýggj og betri eru komin fram, sigur Bjarni Petersen. Bjarni Petersen, skipari á “ArticViking” á messu í Runavík. Mynd: Jens Kr. Vang Jústinus Leivsson Eidesgaard “Tað er stuttligt at síggja at ein fiskivinnustevna sum hendan fær so góðan stuðul frá føroyngum sum hendan. Ikki bara føroying- um, men eisini frá teimum mongu gestunum, sigur Bent Ove Pedersen, sum umboðar Rolls Royce Marine A/S í Danmark. -Eg var á eini líknandi messu í Glasgow fyri hálv- um øðrum mánaði síðan og hendan matchar heilt. Vit eru gestir og sýna einki fram. Vit hava heilsað upp á kundar. .Rolls Royce hevur rættuliga breitt úrval av tænastum og í Føroyum eru vit mest kendir fyri skúvur og gear til skip. Eitt nú nýggi “Teistin” hevur skrúvu og gear frá okkum. Tað er Tórshavnar Skipa- smiðja, sum umboðar okk- um í Føroyum inna skrúvur, sigur Bent Ove Pedersen. Hann heldur at stevnan í Runavík hevur verið sera væl eydna og hann fegnast um, at tað hevur eydnast føroyingum at skipa fyri slíkari messu, nú tær eru vanligar í grannalondunum. -Vit selja eisini Rolls Royce motorar, men teir eru ikki so vanligir í fiski- skipum í dag. Herflotin brúkar nógv Rolls Royce. Vit selja eisini spøl til fiski- skip, alarskipanin og ymiskt annað. Ein finni var eisini frá Rolls Royce á stevnuni. Skrúvurnar umborð á “Teistanum” eru gjørdar í Finnlandi.. Fiskivinnumessan fær góðan stuðul Bent Ove Pedersen og finski umboðsmaðurin hjá Rolls Royce á fiskivinnustevnuni í Runavík. Mynd: Jens Kr. Vang Beta Fish í Runavík var við á fiskivinnu- stevnuni fyri at skapa áhuga millum bæði útlendskar og føroyskar keyparar fyri sínari rávøru, ið trolararnir hjá Olafi Olsen føra til lands FISKIVINNUSTEVNA Stefan í Skorini – Vit leggja okkum eftir at vísa fiskin hjá okkum, ið er óviðgjørdur, fyri nýggjum keyparum, so at vit eisini kunnu fara at selja okkara fisk aðrastaðni, enn vit hava áður, sigur reiðarin Olaf Olsen, eigari av Beta Fish. Hann leggur dent á, at tað er neyðugt hjá einum felagi sum Beta at hava nógvar keyparar av fiskinum, so trygd kann fáast fyri, at hann altíð verður seldur. – Henda stevnan gevur okkum nýggjar møguleikar at sleppa av við fiskin, við tað at vit fáa samband við aðrar keyparar. Soleiðis er henda fiski- vinnustevnan við til at lata upp nýggjar hurðar hjá før- oyskum fyritøkum, ið hava nýtt henda møguleikan at føra seg fram á markn- aðinum. Stórur áhugi Tey á básinum hjá Beta siga, at nógvir keyparar hava verið og spurt seg fyri. Hetta eru fólk úr Føroyum, men eisini fleiri úr granna- londunum sum Skotlandi, Íslandi og Noregi. Olaf Olsen sigur, at undir verkfallinum hava trolar- arnir verið noyddir at landa í Íslandi. Hetta hevur havt við sær, at navnið Beta er eitt sindur kendari fyri útlendskar keyparar. Tað hevur kanska eisini verið við til at økja um áhugan fyri Beta. Avleiðingarnar av verk- fallinum eru sostatt ikki bara negativar. Olaf metir seg hava fing- ið nógv burturúr stevnuni, og tað at útlendingar koma higar kann vera við til at økja um skaran av kundum. Hetta er eisini ein stevna, har sambond vera knýtt, og arbeitt verður víðari við ymiskum, sum tosað hevur verið við kundar um. Vert at hava aftur Olaf Olsen heldur, at grundarlag avgjørt er fyri eini slíkari stevnu í Føroy- um, og tað sæst við at vera við á stevnuni. Hon líkist nógv øðrum slíkum stevnum í útlond- um, og nógvir útlendingar hava nýtt høvi at vitja hana. Nógvir av teimum út- lendingum, ið hava verið í Runavík teir farnu dagar- nar, eru ovfarnir av tí fjøl- broytta vinnulívinum í Føroyum. Olaf sigur, at hann hevði ikki væntað, at stevnan fór at vera so væl fyriskipað og væleydnað. Fyriskiparin Símun Hammer sigur, at ætlanin er at hava stevnuna annað- hvørt ár, men hesum er Olaf ikki samdur við hon- um í. Hann heldur, at stevn- an kanska skuldi verið triðja ella fjórða hvørt ár. Reiðarin úr Runavík dylur tó ikki fyri, at um slík stevna verður aftur, so verður Beta Fish at aftur síggja. Radioservice var við á fiskivinnustevnuni í Runavík í vikuni, har teir leggja seg eftir at fanga áhugan hjá øllum, ið brúka navigatións útgerð FISKIVINNUSTEVNA Stefan í Skorini Radioservice hevði saman við tveimum øðrum veitar- um av navigatiónsútgerð ein bás á fiskivinnustevn- uni í Runavík. Málbólkurin hjá Radio- service er heilt einfalt øll tey, ið hava tørv á naviga- tiónsútgerð. Hetta er mest á sjónum, men onkur brúkari er eisini á landi. Ólavur Christiansen stóð fyri básinum hjá Radio- service á stevnuni, og hann greiddi íðin frá teimum fyrimunum, ið vóru við at nýta ta hátøkniligu útgerð- ina, sum hann sýndi fram. Sleppa undan at skræða Sýnd varð fram útgerð, ið gav skiparum møguleikan at síggja eitt botnin í trimum dimensiónum, meðan siglt verður. Hetta kann vera ógvuliga hent at hava í økjum, har trolarar ofta skræða. Um skipið siglir ígjøgnum økið áðrenn og skrásetir botnin á eitt botnkort ber til hjá skiparanum at stýra ígjøg- num økið, so at sleppast kann undan at skræða. Ólavur Christansen sigur, at hetta er størsti fyrimun- urin við at hava eitt slíkt nágreiniligt botnkort. Tað eru kanska serliga trolararnir á landgrunnin- um, har teir ofta skræða, ið kunnu gera sær dælt av hesi nýggju tøknini. Eisini kunnu teir á básin- um vísa fram streymkort og veðurkort á teldu, so at tað er lættari hjá skiparum at taka hædd fyri veðrinum. Knýta sambond Fremsta endamálið við at luttaka á stevnuni er at fáa samband við nýggjar kund- ar, ið kunnu roynast góðir hjá fyritøkuni. Ólavur heldur, at tað avgjørt fangar tey áhugaðu, tá teirra útgerð verður sýnd fram á slíkari stevnu. Hann sigur, at talan hevur verið um onkra avtalu, men einki endaligt. Bæði føroyingar og út- lendingar hava verið og hugt á básinum hjá Radio- service hesar dagarnar. Fáa nýggjar keyparar Olaf Olsen hevur nýtt høvið á fiskivinnustevnuni at fáa samband við nýggjar keyparar av rávøruni, ið hann hevur at bjóða Mynd: Jens Kr. Vang Hátøkni til skip og bátar Ólavur Christiansen sýnir fram nýggja tøkni innan navigatiónsútgerð á Fiskivinnustevnuni í Runavík Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 11 10