leygardagur 19. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
13
12
Nr. 95 - 19. mai 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
VIÐMERKINGAR
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag
Tórshavn, tann 15-05-01
Sambært semingsuppskot-
inum, sum lagt varð fyri
Føroya Arbeiðsgevarafelag
øðrumegin og Havnar Ar-
beiðsmannafelag og feløg-
ini í Klaksvík hinumegin,
verður víst til skjal 1, sum
er partur av semingsupp-
skotinum, sum góðkent
varð av pørtunum 08.05.01.
Hetta skjal avdúkur, at
ongar samráðingar hava
verið millum Føroya Ar-
beiðsgevarafelag og Havn-
ar Arbeiðsmannfelag / fe-
løgini í Klaksvík um teir
spurningar sum um-røddir
verða í hesum semjuskjali.
Viðvíkjandi grein 7 og 8
so er teksturin beinleiðis
skrivaður av eftir tí sátt-
mála sum Føroya Arbeið-
ara-felag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag
eftir
tógvi stríð fingu arbeiðs-
gevararnar at undirskriva í
samband við sáttmálasam-
ráðingarnar 2001.
Tað sum undrar okkum í
hesum sambandi er, at fak-
feløg sum í 1999 als ikki
høvdu uppskot frammi um
hesar broytingar, í ár skulu
fáa forerandi tær sømdir,
sum Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðskvinnu-
felag vegna umleið 8.000
limir sínar stríddust fyri í
1999.
Hjá Føroya Arbeiðsgev-
arafelag tykist munur at
vera á, hvat navn fakfelagið
ber, tá sømdir skulu latast
limum felagsins, tí nøkur
feløg fáa ókeypis, tað sum
onnur fakfeløg hava stríðst
fyri, meðan Føroya Ar-
beiðsgevarafelag, tá talan
er um onnur fakfeløg, við
hond og fót tykist at royna
at forða limunum í hesum
feløgum at fáa bøtt um
lønar- og setanarkor teirra.
Slíkur framferðarháttur
sigur ikki so lítið um leiðsl-
una í Føroya Arbeiðsgev-
arafelag og tey fakfeløg
sum royna at snulta seg
fram til teir fyrimunir, sum
onnur fakfeløg hava stríðst
fyri.
Semjan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðs-
mannafelag / Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og Kvinnufelag er
partvís orðarøtt avskriving av sáttmálanum hjá Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn, 15.05.2001
Tað eyðkennir sjónar-
miðini hjá Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, at alt tað sum
fakfeløgini hjá teimum ó-
faklærdu gera fyri at bøta
um korini hjá vanliga løn-
takarunum er ábyrgdar-
leyst.
Hví skal tað vera so-
leiðis, at alt verður gjørt
fyri at forða teimum sum
forvinna minst í samfelag
okkara, at fáa eina rímuliga
samsýning tá hann/hon skal
selja arbeiðsmegi sína, tá
eingin grettir orð um teir
risastóru vinningar, sum
handilsmenn
og
onnur
vinnulívsfólk forvinna sær
so at siga uttan at rætta
hond frá síðu.
Tað tykist at vera so-
leiðis, at jú lægri tú ert á
samfelagsstiganum,
jú
minni virðing hevur tú
millum teir sokallaðu topp-
arnar í samfelag okkara,
har nakrir sita í nevndini
hjá Føroya Arbeiðsgevara-
felag.
Tað er helst hesin hug-
burður sum sæst aftur í
teimum úttalilsum, sum
FAG kemur við, nú feløg
okkara hava sett í verk eitt
heilt lógligt verkfall.
Hví heldur FAG at lógligt verkfall hjá vanliga
løntakaranum er ábyrgdarleyst ?
Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn, 15.05.2001
Magni Arge sigur við Sosi-
alin 10. mai, at hann er
stjóri og at hann kann gera
tað sum hann hevur hug til
og kann lasta flogfarið
sjálvur.
Vit heita tí á limir okkara
um at siga Magna Arge:
Vit eru løntakarar, men
vit avgera sjálvi við hvørj-
um flogfelag vit flúgva.
Vit halda tað vera ikki
sørt nasadjarvt, alment at
boða frá, at stjórin vil taka
upp arbeiði, sum limir í fel-
ag okkara á fuldt lógligan
hátt hava lagt niður. Hin-
vegin avdúkar hetta, at
stjórin í Atlantic Airways
ikki virðir demokratiska
rættin hjá starvsfólki sín-
um, tá sáttmálaloysi er, at
fara í verkfall fyri lønar-
krøvum sínum.
Magni Arge. Hvør heldur tú avgerð við hvørjum flogfelag
limirnir í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag flúgva?
Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn, 15.05.2001
Fjølmiðlarnir hava seinastu
dagarnir havt lýsingar frá
fakfeløgum, sum boða frá,
at ikki er loyvt limunum í
hesum feløgum at átaka
sær verkfallsrakt arbeiði.
Hvørki Havnar Arbeiðs-
mannafelag ella feløgini í
Klaksvík hava tó havt slíkar
lýsingar, men hin-vegin er
formaðurin í Havnar Ar-
beiðs mannafelag endur-
givin fyri at hava sagt, at
hann ikki fór at forða lim-
um sínum í at fara inn á
økið okkara og taka á seg
verkfallsrakt arbeiði.
Hetta er enn eitt prógv
um, at leiðslurnar í Havnar
Arbeiðsmannafelag og fe-
løgunum í Klaksvík bert
tykjast hava atlit til síni
egnu áhugamál, meðan tey
als ikki hava áhuga á, at
stuðla øðrum feløgum í
stríði teirra.
Hetta er ikki sørt hug-
stoytt og spurningurin er
um leiðslurnar her veruliga
umboða hugsanina hjá van-
liga liminum í hesum fe-
løgunum, tí helst munnu
flest allir fakfelagslimir
síggja, at tað er eyðsýnt, at
fakfeløg eiga at stuðla
øðrum fakfeløgum í lovliga
stríði teirra, og tað minsta
ein kann rokna við er, at
fakfeløg nokta limum sín-
um at átaka sær verk-
falssrakt arbeiði.
Hetta er tó ikki hugsanin
hjá leiðslunum í Havnar
Arbeiðsmannafelag og
feløgunum í Klaksvík, men
tað kundi verið, at hesi fe-
løg einaferð koma at hava
tørv á stuðli frá hinum fak-
feløgunum í Føroyum, og
tá fara tey at kenna hvussu
týdningarmikið tað er við
veruligum solidariteti, tí
uttan mun til framferðina
hjá núverandi leiðslunum í
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgunum í Klaksvík,
so fara vit ,og helst øll
onnur fakfeløg í Føroyum,
at nokta limum okkara at
taka upp verkfalls- rakt
arbeiði uttan mun til hvat
felag tað er sum hevur lýst
verkfall.
Leiðslan í Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í
Klaksvík stuðla verkfallsbrótarum
Fyribyrgingarráðið
Grein 2 av 5
Fyribyrgingarráðið hevur fyrireikað eina
røð av greinum í sambandi við tiltøk,
sum verða Altjóða Tubbaksfría Dagin -
31. mai. Tey verða at síggja tær næstu
tvær vikurnar og fevna um eitt úrval av
tubbaks umrøðuevnum.
Eg havi roykt í 20 ár. Er ikki longu ov seint?
Nei, tey góðu tíðindini eru, at tað er ongantíð ov
seint at gevast. Tú skerjir vandan fyri sjúkum, íð
standast av tubbaki næstan alt fyri eitt, tú heldur
uppat at roykja.
Sjálvandi er betri, skjótari tú gevst.
Eftir: 20 minuttum -
tekur nøgdin av tubbak-
seitri at minka, og blóðtrýstið, hjarta-
slátturin og pulsurin verða aftur, sum tey
eiga at vera.
Hetta ger, at vandin fyri hjartaslagi mink-
ar.
12 tímum: nøgdin av kolsúrevni í blóðinum minkar,
og nøgdin av súrevni økist.
einum mánaði: fert tú at duga betur at meta um,
hvussu okkurt angar og smakkar. Lung-
napípurnar verða smidligari, so tað verð -
ur lættari hjá tær at draga andan djúpt.
Kroppurin hevur stríðst við at endurbøta
nervalagið. Tú fert kanska at varnast, at
tú orkar meira.
tveimum til trimum
fært tú kanska 30% av
lungnavirki aftur. Tú fert at orka meira
mánaðum:
og føla, at tú fært gjørt fleiri
kropsvenjingar.
seks til nýggju
útlitini til, at tú fært lungnasjúku,
eru minni, tí kyknurnar, sum
mánaðum:
klæða lunguni, nú aftur verða so,
sum tær skulu vera og gera sítt til, at
lunguni hjá tær eru rein og heilsugóð.
einum ári:
vandin fyri, at tú fært hjartasjúku,
er skorin niður í helvt. Tú hevur eisini
skert vandan fyri striki, lungnasjúku og
fleiri sløgum av krabbameini, teirra mill-
um lungna-, hálsa- (lívmóðurhálsa-),
bløðru- og nýrakrabba og krabba í brisi,
barkakýli og vælindi.
fimm árum:
vandin fyri, at tú fært lungna-
krabba er umleið helvtina av vandanum
hjá honum, íð roykir ein pakka um dagin.
tíggju árum:
vandin fyri, at tú fært lungna-
krabba, er næstan líka lítil sum hjá ein-
um, ið ikki roykir. Frískar kyknur eru
komnar ístaðin fyri tær kyknur, íð koma
áðrenn krabbameinskyknurnar koma.
(Tikið úr 'Tá ið síðsta sigarettin er roykt', Ameri-
kanska tubbaksráðið 1995, 1996)
Gevst tú at roykja, minkar tú eisini vandan fyri, at
tey, sum eru uttan um teg og anda roykin frá tær
niður í seg, verða sjúk.
Legg-av pakkar verða aftur seldir á apotekunum
um landið 29. - 31. mai fyri 25 kr.
Hygg eftir seðilinum, sum verður í bløðunum vik-
una áðrenn, klipp hann út og nýt hann til at keypa
pakkan, sum inniheldur nikotin tyggigummi.
Fyribyrgingarráðið -
spurningar og svar um
tubbak - »Hví tað loysir
seg at gevast«
Nr. 95 • leygardagur • 19. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Dysturin millum teir
báðar seinastu upp-
flytararnar verður
roknaður sum týð-
andi liður í botnstríð-
num. Pólverjin
Andrzej Pacek, verður
møguliga við á lið-
num hjá EB/Streymi
UPPTAKT
Jákup Mørk
Undan kappingini varð
roknað við, at niðurflyt-
ingardysturin skuldi standa
millum
FS
Vágar
og
EB/Streym, og tí hevur
dysturin millum hesi bæði
liðini væntandi alstóran
týdning, tá spurningurin
skal svarast.
Vágamenn tykjast tó at
verða spentir til setningin.
Ikki minst eftir tey bæði
seinastu umførini, sum
góvu ein sigur á Sandi og
eitt tepurt tap móti NSÍ,
sum við eitt lítið sindur av
hepni kundi kastað stig av
sær.
Hannus Olsen, sum er
liðformaður
hjá
Vága-
monnum, sigur, at tað helst
verður á leið sama fólkið til
dystin móti EB/Streymi.
Birgir Joensen var ikki við
móti runavíkingunum, men
hann verður allar helst
tøkur til hendan dystin.
Fer at koma
Nýggja liðið í fyrstu deild
eigur enn fyrsta málið og
fyrsta stigið til góðar, men
hóast hetta, so tykjast
leikararnir í felagnum at
vera bjartskygdir.
– Hetta er sjálvandi ein
rættiliga
týdningarmikil
dystur hjá okkum, og hóast
vit enn ikki hava vunnið, so
hevur spælið slettis ikki
verið so galið.
Hetta heldur Jón Sigurd
Gleðisheygg, sum er ein av
fáu monnunum við roynd-
um hjá EB/Streymi. Hann
viðgongur tó, at enn hava
menninir nógv at læra, og
at hesin lærdómurin bara
má koma spakuliga, dyst
fyri dyst.
– Eg ivist ikki í, at tað fer
at gleppa hjá okkum fyrr
ella seinni, og so má mann
bara vóna, at vit ikki hava
mist ov nógv til ta tíð.
Jón Sigurd sigur annars,
at allir mans tykjast vera
tøkir til dystin. Eingir skaðr
gera um seg, og har
umframt er Sorin Anghel
nú aftur tøkur eftir leik-
bann.
Umframt hetta, so er
møguleiki fyri, at ein
nýggjur leikari verður at
síggja á vøllinum sunnu-
dagin. Andrzej Pacek hevur
ikki megnað at bitið seg
fastan á væl mannað B36
liðnum, og tí hevur hann nú
skift til EB/Streym. Tá vit
hóskvøldið tosaðu við Ísak
Mikladal, aðalskrivara í
FSF, hevði hann onga
áheitan fingið um at flyta
spæliloyvi, men hann vísti
á, at um ein mánaður var
liðin síðani seinasta dystin
hjá Pacek fyri B36, skuldu
eingir trupulleikar verið at
skift felag, so tað kann væl
hugsast, at uippflytararnir
fara styrktir inn á vøllin
sunnudagin.
Annað vikuskifti á
rað skal GÍ spæla
oddadyst. Hesa ferð
móti B36
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er um tað mundi, at
sólin aftur er farin at skína
á fótbóltshugaðu Gøturnar.
Við sigrinum á HB fyri
viku síðani legði GÍ seg
einsamalt á odda, og vinna
teir aftur sunnudagin, verð-
ur henda oddastøða styrkt
enn meira.
Alt hevur týdning
Dysturin er tó ein av teim-
um, sum á pappírinum er
sera torførur, og GÍ-venj-
arin, Johan Nielsen ásannar
eisini, at talan er um eina
sera týdningarmikla upp-
gávu, tó at hon ikki hevur
so nógv størri týdning enn
aðrar.
- Tá mann er í oddinum,
so eru allir dystir týdning-
armiklir. So er spurning-
urin bara, hvussu leingi
mann er á odda, ljóðar
filosofiska
svarið
frá
venjaranum.
Johan Nielsen roknar
annars við, at allir mans eru
tøkir til dystin sunnudagin.
Eingir skaðar gjørdu um
seg í dystinum móti HB, og
har umframt er Zdzislaw
Janik nú aftur komin fyri
seg, eftir skaðan, sum hann
fekk í fyrsta umfari.
Jens Kristian úti
Eisini í B36 ásanna tey, at
dysturin móti GÍ hevur
stóran týdning, hóast tað
enn er stutt fráliðið í kapp-
ingarárinum.
- Hatta er sjálvandi ein
sera týðandi dystur, sum vit
vilja gera alt fyri at vinna.
Tapa vit, so eru longu fimm
stig upp til oddasessin, og
tað kann gerast tungt at
vinna aftur, heldur Jákup á
Borg, tá vit spyrja hann um
dystin.
Álopsleikarin
roknar
annars við, at burtursæð frá
Jens Kristian Hansen, eru
allir mans tøkir til dystin
sunnudagin. Jens Kristian
noyddist út í dystinum móti
HB við eini fipurspreing-
ing, og noyðist tí allar helst
at binda frið í nakrar vikur.
Taparin av dystinum í
Gundadali hevur fyri
eina tíð mist sam-
bandið við oddin, og
tí fara bæði liðini eftir
sigrinum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað verða tvey svong lið,
sum fara á vøllin í Gunda-
dali sunnudagin. Heima-
liðið, HB, tapti um viku-
skiftið tveir týðandi dystir,
og hetta tykjast leikararnir
at vera sera uppsettir upp á
at venda. Rúni Nolsøe, sum
nú er liðskipari hjá HB,
men sum eisini hevur verið
stuðulsleikari hjá VB, sigur
í øllum førum, at nú skulu
HB-leikararnir reisa seg
aftur.
- Skulu vit í oddin, so
mugu vit vinna heimadyst-
irnar, men tað verður sera
tungt
sunnudagin.
Ikki
minst, nú bæði Andrew og
Jóhannis eru úti við skað.
Teir báðir landsliðsleik-
ararnir vórðu báðir skaddir
um vikuskiftið, men hin-
vegin tykjast allir hinir
leikararnir at vera væl fyri.
Sjálvur hevur Rúni vant við
fullari ferð, eftir at hann
annars hevur verið plág-
aður av skaða, og eisini er
Bárður Mortansson nú um
at koma fyri seg.
Nýtt álop
Vágbingar taptu á heima-
vølli móti KÍ fyri viku
síðani, og eisini hjá teimum
er galdandi, at ein sigur er
sera týdningarmikil hjá
teimum.
Gisli
Sveinbjørnsson,
sum hevur verið skaddur,
men sum verður við í
hópinum hesa ferð, sigur, at
teir í øllum førum fara til
Havnar eftir sigrinum.
Hann ivast tó ikki í, at
talan verður um eina tor-
føra
uppgávu.
Robert
Cieslewicz hevur leikbann,
og
harumframt
dregist
leikandi venjarin, Krzyztof
Popczynski, við ein skaða í
lærinum, og spurningurin
tykist vera, um hann verður
tøkur. Tað merkir so í øllum
førum, at broytingar skulu
henda í álopinum, men her
tykjast vágbingar at hava
ein lítlan trumf. Birgir
Jørgensen hevur ikki vant
so nógv í ár, men vanda-
mikli maðurin hevur skotið
hópin av málum triðju
deild. Hesa ferð verður
hann helst við á besta lið-
num, og so er spurningurin,
um hann megnar at halda
VB í oddinum.
FS Vágar-EB/Streymur:
Lykladystur í Vágum
GÍ-B36:
Toppdystur í Gøtu
Jákup á Borg dylur ikki fyri, at dysturin móti GÍ sunnudagin
hevur alstóran týdning fyri FM-vónirnar hjá B36
HB-VB:
Hvørgin vil missa
C
M
Y
K
12